Hópuppsagnir  - nevndarskjøl 1999

94  Uppskot til  løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir


Nevndarskjal D
 

Føroya Arbeiðarafelag
Tjarnardeild 5
100 Tórshavn
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Bøgøta 10
100 Tórshavn
  Tórshavn, tann 06-04-2000

Føroya Løgting-Vinnunevndin
E. Jalsgøta 6
Postsmoga 208
110 Tórshavn

Viðvíkjandi tykkara j.nr. 94/1999: Uppskot til løgtingslóg um fráboðan í samband við hópuppsagnir.

Vísandi til skriv tykkara dagfest 31.03.00 skulu vit við hesum boða frá, at feløgini gjøllað hava kannað nevnda lógaruppskot umframt viðmerkingarnar til uppskotið.

Vit skulu í hesum sambandi boða frá, at nevndirnar í báðum feløgum fult út taka undir við hesum lógaruppskoti.

Vit skulu í hesum sambandi viðmerkja, at vit í áravís hava roynt at fingið líknandi ásetingarnar inn í sáttmála okkara, men Arbeiðsgevarafelagið hevur støðugt víst aftur at gera tílíkar ásetingar og tí er tað fyri feløg okkara og allan føroyska arbeiðsmark-naðin alneyðugt, at Føroya Løgting tekur ábyrgd og samtykkir nevnda uppskot til løgtingslóg.

Vit vísa í hesum sambandi á ta vanlagnu sum rakti stóran part av løntakarfjøldini fyrst í nítíárunum, har løntakarar so at siga púrasta verjuleysir vóru sagdir úr størvum teirra, hóast fakfeløgini til fánýtis royndu at verja rættindini hjá limum felaganna.

Vit saman við øðrum føroyskum fagfeløgum má tá ásanna, at okkum tørvaði tað amboð sum skuldi til fyri at verja løntakaran móti tilvildarligari viðferð og vit síggja í hesum uppskot tað amboð sum skal verja løntakaran tá teir koma í ta støðu, har talan verður at siga stórum parti av løntakarunum úr starvi.

Vit vóna inniliga at vinnunevndin og Føroya Løgting tekur undir við hesum uppskoti sum líkist teimum lógum sum galdandi eru í flest øðrum framkomnum londum og vit skulu í hesum sambandi vísa á, at tað ikki bert er í EU-londum at slíkar lógarásetingar eru framdar.

Í samband við annað lógaruppskot um vernd av løntakararættindum, sum kortini fall í tinginum herfyri var upplýst, at løgtingslimir høvdu gjørt vart við, at teir ikki mettu at slíkar lógir skuldu koma í gildi í Føroyum og orsøkin var m.a.:

Vit eru sera bilsin av hesum viðmerkingum sum løgtingslimir eru komnir við, tí sum nevnt hava vit í áravís við samráðingum roynt at fingið slíkar ásetingar í sáttmálar okkara men alt til fánýtis og um arbeiðsgevarafeløgini hava víst á, at teir eru sinnaðir at fremja slíkar ásetingar í sáttmálanum, so er hetta beinleiðis í stríð við sannleikan, tí teir hava støðugt víst aftur at fremja slíkar ábøtur á rættindini hjá løntakaranum.

Vit halda tað eisini vera ein vánalig undanførsla hjá løgtingslimum at vísa á, at talan møguliga er um lógaruppskot sum líkist danskari lóg sum sett er í gildi sambært EU-direktivi tí hetta er í sjálvum sær ikki haldgóð grundgeving fyri at nokta føroyskum løntakarum somu rættindi sum løntakarar í flest øllum framkomnum londum hava.

Tað undrar okkum, at politikarar og politiskir flokkar sum siga seg vilja verja løn-takarar og tey minnu mentu í samfelagi okkara fyri stuttum hava felt lógaruppskot sum skuldi tryggja vanliga løntakaranum rættindi síni, men tíverri mugu vit ásanna at teir politikarar sum í dag sita á tinginum ikki í verki hava víst nakran veruligan stuðul til vanliga løntakaran, men vit vóna kortini at løgtingslimir taka undir við hesari sjálvsagdu vernd av føroyska løntakaranum.

Við heilsan

Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag