Hópuppsagnir  - nevndarskjøl 1999

94  Uppskot til  løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir


Nevndarskjal C
 

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Faroe Employers’ Association

 

Vinnunevnd Løgtingsins
Løgtingsskrivstovan
Postboks 208
110 Tórshavn
Att.: Heini O. Heinesen, formaður

Tórshavn 3. april 2000
Okkara tilv.: JM/L2/LGTIN004.DOC
Our ref.
Tykkara tilv.:
Your ref.

 

Viðmerkingar til uppskot til lóg um fráboðan í samband við hópuppsagnir

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil við hesum skrivi gera nakrar viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um "fráboðan í samband við hópuppsagnir", sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram. Samstundis vilja vit gera vart við, at vit altíð eru til reiðar at viðgera hetta nærri á fundi við tykkum.

Uppskotið er í stóran mun avskrift av donsku lógini um hópuppsagnir (1994-06-01, nr. 414).

Eins og lógaruppskotið um "skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarum frá um setanartreytir teirra", sum vinnunevndin stutt síðani viðgjørdi, er eisini henda lógin eitt ES-direktiv, ið var sett í gildi eftir at innari marknaðurin var settur í verk.

Føroya Arbeiðsgevarafelag frámælir at henda lóg, ella tað broytingarkompleks, ið hon viðførir, verður sett í verk. Vit meina, at lógir sum henda, og lógaruppskotið um "skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarum frá um setanartreytir teirra", ið vinnunevndin hevur viðgjørt, bera á skeiva borið. Slíkar lógir eiga at verða sæddar sum partar av einari størri heild, har danskar og ES-arbeiðsmarknaðar lógir, koma at mynda okkara arbeiðsmarkna, við tí úrslitið, at vit fáa ein líka stirvnan arbeiðsmarkna sum fleiri av ES-londunum.

Javnan hoyra vit polittikarar tosa um tørvin á arbeiðsplássum og nýggjum møguleikum úti um landið. Men somu polittikarar geva kanska ikki gætur, at ein av týdningarmiklastu orsøkunum til, at so fá fólk hætta sær undir at stovna egi virki í Danmark og øðrum ES-londum er, at nógvar lógir og reglur, leggja haft um hugin og fyritakssemi. Hetta hevur aftur havt við sær, at danir hava brúkt sera stóra fíggjarliga orku uppá íverksetara tiltøk.

Í dag hava nógv smærri virkir her á landi ongan burturav at taka sær av papírsarbeiðið. Um vit høvdu allar tær arbeiðsmarknaðarlógir, ið eru í Danmark, bar slíkt ikki til. Prísirin fyri ein arbeiðsmarkna, ið er neyvt stýrdur við lógum er, at gongdin verður móti fleiri størri virkjum ella eini miðsavnan. Tey smáu virkini hava snøgt sagt ilt við at klára tær umsitingarligu byrðarnar og tær fíggjarligu bindingarnar, ið fylgja við umrøddu lógarstýring.

Tí hongur tað ikki saman, um polittikarar okkara bæði tosað um at spjaða arbeiðspláss um landið og samstundis seta umsitingarligar fótonglar fyri fólk, ið vilja stovna egi virkið.

Lat okkum taka eitt dømi. Undir kreppuni mitt í 90'unum, tá alt lá stilt, royndu fleiri ágrýtnir menn at stovna nýggj fiskavirkir, hóast útlitini vóru alt annað enn góð. Um ein lóg um hópuppsagnir var galdandi tá, samsvarandi tí uppskotið, ið er lagt fram, er sannlíkt at onkur teirra hevði setst aftur við ætlanum sínum. Lógin merkir, at hesir menn kundu rokna við, at koma at gjalda løn til arbeiðsfólki væl longri enn upsagnartíðirnar í sáttmálanum siga, um virkið ikki bar seg.

Vit vilja ikki í hesum umfari viðgera smálutir í lógini, men bert vísa á, at fleiri ásetingar í lógini eru herdar í mun til donsku ES-lógina, og at fleiri av hesum avvikum eru minni heppin.

Danska lógin er í stóran mun partur av einari heild. Hon er knítt at almennum arbeiðsmarknaðar-skipanum, ið skulu tryggja arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarátøk. Í donsku lógini verður soleiðis víst til kunngerðir um m.a. fígging av vinnu- og arbeiðsfremjandi tiltøkum. Eitt soðkalla arbeiðsmarknaðarráð spælir eisini týðandi leiklut í donsku lógini.

Um ein slík lóg skal setast í verk í føroyum, átti hon á sama hátt, at verið partur av einari heild. Eitt arbeiðsmarknaðarráð skal skipast, og lógin skal eisini knítast til t.d. lógina um ALS og aðra relevanta lóggávu.

Vit hava fyrr gjørt vinnunevndina vart við, at Arbeiðsgevarafelagið sjálvandi heldur, at skipaði viðurskifti ráða á arbeiðsmarknaðinum. Eftir okkara tykki er hetta tó nakað, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at greiða sínamillum. Samstundis ynskja vit, at karmarnir eru hóskandi fyri okkara arbeiðsmarkna, og ikki eitthvørt ES direktiv. 

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag 

Vilhelm M. Johannesen, formaður

Vinnuhúsið · Boks 179 · R. C. Effersøesgøta 30 · FO-110 Tórshavn
Tlf. +298 31 18 64 · Fax +298 31 72 78 · E-mail: fag@industry.fo