Skipa- og vørugjøld - nevndarskjøl 1999

22  Uppskot til  løgtingslóg um skipa- og vørugjøld


Nevndarskjal D

 

Vinnunevnd Løgtingsins
Løgtingsskrivstovan
Postboks
FO-110 Tórshavn
Att.: Kristina Samuelsen, skrivari

Tórshavn, 28. februar 2000

Viðv. uppskotið til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld

Vinnunevndin hevur í telduposti 24. februar 2000 sent Kappingarráðnum áheitan um viðmerkingar til uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld, Løgtingsmál nr. 22/1999. Serstakt var biðið um viðmerkingar til spurningin, um kapping skal verða á økinum.

Kappingarráðið hevur havt stutta tíð at gera sínar viðmerkingar, og kann tí ikki farast í smálutir. Hetta nýtist kanska heldur ikki, tí at lógaruppskotið eftir ráðsins metan er grundleggjandi í stríð við andan í kappingarlógini. Kappingarráðið virkar sambært løgtingstingslóg nr. 83 um kapping frá 6. juni 1997. Kappingarlógin § 2, nr. 2 ásetur, at lógin er galdandi fyri vinnuvirksemi framt av lands- ella kommunufyrisiting, og sum er at útbjóða ella eftirspyrja vørur ella tænastur v.m., og sum hevur týdning fyri kappingina í vinnulívinum.

Sostatt er vinnuvirksemi í breiðari fatan, eisini í kommunalum høpi, fevnt av ásetingingunum, við teimum avmarkingunum, ið kunnu verða vegna ásetingum í aðrari lóggávu.

Sum nú er, er økið fevnt av ásetingunum í kappingarlógini, men líkt er til, smb. lógaruppskotinum, at ætlanin er at lógggeva soleiðis, at kapping ikki skal verða innan skipa- og vørugjøld. Hetta merkir, at tær føroysku havnirnar ikki skulu kunna kappast í prísi. Kappingarráðið skilir uppskotið soleiðis, at eins prísir skulu ásetast, uttan mun til tær tænastur havnirnar hava at bjóða og uttan mun til hvørjar íløgur eru gjørdar í havnagerð. Víst verður til serligu viðmerkingarnar til uppskotið § 1. "Kommunurnar hava……heimild til sjálvar at áseta gjøldini, men ynskja at samskipa gjøldini …..í kunngerð"

Smb. § 1 í lógaruppskotinum er "Endamálið við lógini at samskipað skipa- og vørugjøld fyri kommunalar havnir og bryggjur". Príssamskipan er ein av teimum tiltøkum, sum verður mett at hava tað mest skaðiligu ávirkanina á kappingina í framleiðslu og handli av vørum og tænastum.

Kappingarráðið mælir til gjølla at umhugsað støðuna, áðrenn serlóggáva verður samtykt, sum avmarkar ræðisrættin smb. kappingarlógina. Avleiðingin av fyriliggjandi lógaruppskotið verður legalisering av eina mannagongd, sum er í stríð við góðan kappingarsið.

Sum áður nevnt, hava stundir ikki verið til gjølligari kanningar av málinum. M.a. kundi ráðið hugsa sær at viðgjørt hvørjar grundgevingar eri fyri at lóggeva á hesum økinum. T.d. hvørji viðurskifti eru á hesum økinum, sum tala fyri serligari lóggávu og sum ikki kunnu regulerast við kappingarlógini.

Um ynskiligt er at umboð fyri Kappingarráðið munnliga greiða nærri frá støðu ráðsins standa vit fegin til taks.

Vegna Kappingarráðið

Terje Sigurðsson
ráðsskrivari