Skipa- og vørugjøld - nevndarskjøl 1999

22  Uppskot til  løgtingslóg um skipa- og vørugjøld


Nevndarskjal C

 

Vinnumálastýrið Samskiftisdeildin

Tórshavn, tann 21-02-00
J.nr.:
1870-1/90
Viðgjørt:
AE
Tygara skriv
17-02-2000

 Løgtingsskrivstovan
Att. Vinnunevndin
Postrúm 208
110 Tórshavn

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.

Vinnunevnd løgtingsins hevur sett landsstýrismanninum í vinnumálum hesar spurningar í samband við uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld:

  1. Hvussu verður Starvsnevnd Føroysku Havna vald?
  2. Hvørjar avleiðingar hevur tað, at sett verður í lógina, at gjaldið skal býtast millum upp- og avskipanarhavn?
  3. Hvussu nógv verður upp- og avskipað í teimum einstøku havnunum?
  4. Eru gjøldini tænastugjøld, sum eru ásett í kunngerð um skipa- og vørugjøld?

Vinnumálastýrið hevur havt tríggjar teir fyrstu spurningarnar til ummælis hjá Starvsnevnd Føroysku havna, og hevur ráðført seg við løgfrøðingar sínar um fjórða spurning.

Ad. 1. Val til starvsnevndina fer fram á aðalfundi, sum verður hildin í seinasta lagi 2 mánaðir eftir hvørt kommunuval, og starvar nevndin til næsta kommunuval hevur verið, og nýggj nevnd er vald. Ein varamaður verður valdur fyri hvønn starvsnevndarlim.

Starvsnevndarlimir verða valdir soleiðis, at fyri Norðoyggjar verður ein valdur, fyri Eysturoy og Suðurstreymoy verða 2 valdir fyri hvørt øki og fyri Norðstreymoy, Vágarnar, Sandoy og Suðuroy verður ein valdur fyri hvørt øki. Økini velja sjálvi sínar limir.

Síðani 1957 hevur Landsverkfrøðingurin, vegna landsstýrismannin, saman við Starvsnevnd Føroysku Havna, gjørt uppskot um dagføring av skipa- og vørugjøldum fyri havnir og bryggjur í Føroyum.

Ad. 2. Vinnumálastýrið fatar spurningin soleiðis, at talan er um fisk, sum verður landaður í einari havn og avskipaður í aðrari havn. Spurningurin verður svaraður við at vísa á søguligu gongdina í hesum máli.

Fram til 1990:
Tá bátar (trolarar, línuskip, útróðrarbátar o.a) landaðu til tey ymisku virkini runt um í landinum, bleiv onki goldið til tað havnina í fyrsta umfari. Tá fiskurin bleiv avskipaður, vanliga um eina av størru havnunum, fekk havnin, har fiskurin var landaður, helvtina av vørugjaldinum, sum bleiv goldin við avskiping. Tað vóru skipafeløgini og Føroya Fiskasøla, sum hildu skil á, hvørjari havn fiskurin upprunaliga varð landaður til.

Áðrenn uppboðssølan kom og ongin átti meir enn eitt flakavirki, var tað møguligt at halda skil á, hvar fiskurin varð landaður. Men tá uppboðssølan kom, og fiskur í stóran mun verður koyrdur millum virkini, gerst tað ómøguligt at umsita, tí tað er trupult hjá skipafeløgunum at vita, um fiskurin hevur verið landaður beinleiðis til flakavirkið, sum avskipar fiskin, ella um fiskurin upprunaliga varð landaður til landingarstøð ella til annað virki. Prísurin tá var 43,- kr/tonsið, har upp- og avskipingarhavnin fingu 21, 50 í part.

Dømi 1:

100 tons vera landaði á Toftum og avskipaði í Runavík.
Úrtøkan er 42%
Toftir fær: (100*42%*21,50) 903,- kr.
Runavík fær (100*42%*21,50) 903,- kr.

Frá 1995:
Skipanin verður broytt soleiðis, at landingarhavnin fær sín part beinan vegin, (12,- kr/ts) og avskipingarhavnin fær so sín part tá avskipað verður (21,50 kr/ts.) Hendan skipan skuldi gjørt tað lættari at umsita gjøldini.

Dømi 2:

100 tons vera landaði á Toftum og avskipaði í Runavík.
Úrtøkan er 42%
Toftir fær: (100*12,-) 1.200,- kr.
Runavík fær (100*42%*21,50) 903,- kr.

Fiskur verður landaður á uppboðssøluni á Toftum, og Toftir uppkrevir sín part av vørugjaldinum beinan vegin. Fiskurin verður keyptur av fiskavirkinum í Gøtu, skorin til flak og avskipaður um havnina í Runavík, og Runavík uppkrevir sín part av vørugjaldinum. Nú hava Toftir og Runavík fingið hvønn sín part, tí fiskurin er farin um teirra bryggjukant.

Tað hevur verið ført fram at gjaldið fyri landing er ov lágt, og í nýggju kunngerðini er skotið upp, og samtykt í SFH, at gjaldið fyri upp- og avskipaðan av fiski skal verða tað sama nevniliga 17,- kr./ts.

Dømi 3:

100 tons vera landaði á Toftum og avskipaði í Runavík.
Úrtøkan er 42%
Toftir fær: (100*17,-) 1.700,- kr.
Runavík fær (100*42%*17,-) 714- kr.

Nú hava Toftir og Runavík fingið hvønn sín part, tí fiskurin er farin um teirra bryggjukant.

Tað má onkur misskiljing vera íkomin, tá menn tosa um at gjaldið skal býtast, tí tað verður býtt millum upp- og avskipingarhavn.

Ad. 3. Vinnumálastýrið og Starvsnevnd Føroysku Havna hava onki savnað yvirlit yvir hvat verður upp-og avskipað av fiski í teimum einstøku havnunum.

Ad. 4. Mett verður, at gjøldini sum eru ásett í kunngerðini um skipa – og vørugjøld fyri havnir og bryggir í Føroyum eru tænastugjøld. 

Finnbogi Arge
landsstýrismaður

Tinganes • Postsmoga 377 • 110 Tórshavn
Telefon 35 60 60 • Telefax 35 60 65 • E-mail: VMS@VMS.FO