Skipa- og vørugjøld - nevndarskjøl 1999

22  Uppskot til  løgtingslóg um skipa- og vørugjøld


Nevndarskjal B
 

Latið nevndini 10.02.2000

Løgtingsskrivstovan
E.Jalsgøta
Tórshavn
Attn. Kristina Samuelsen

Tórshavn 08.02.2000

Viðv. fundi saman við Vinnunevndini 01.02.2000, har vørugjøld o.a. vóru viðgjørd.

Umboðini fyri vinnunevndina heittu á undirritaðu um at koma við okkara viðmælum og evt. uppskotum í smb. við omanfyri nevnda.

Fyrst skal sigast, at vit mettu okkum at fáa okkara sjónarmið greitt framm á fundinum, og vóna vit, at okkara hugsanir í samb. við vørugjøld etc. verða tikin til eftirtektar, soleiðis at tað sum hevur verið tosað um nú í fleiri ár - nevniliga at Føroyar verða ein tilfeingismiðdepil kann blíva veruleiki í smb. við umlossingar í havnum kring landið og ikki sum nú  - har firðirnir verða nýttir til hetta arb. orsakað av væntandi "nútímansgerð/regulering" av verðandi lógum fyri vørugjaldssatsum, og ongum fleksibiliteti í smb. við havnagjøld/kajgjøld.

Vit mugu gerast meira "smidigir" og attraktivir fyri útlendsk skip.

Vit kundu hugsað okkum fylgjandi við í eina evt. lógarbroyting á økinum:

Vørugjøld:

Her tosað vit um vøru frá útlendskum skipum, sum kemur yvir føroyskan kaikant og verður avskipað herfrá við farmaskipum.

At hesi verða differentieraði, soleiðis at fiskur við lágum søluvirði hevur eitt lægri vørugjald enn fiskur við høgum søluvirði t.d Svartkjaftur ella sild kundu havt sama sats t.d Háland hevur ein sats uppá ca. 8-9 kr. pr. tons (søluvirði p.t. 270-350 USD pr tons í frystum líki), - Makrelur og Rossamakrelur t.d 12,-kr pr. tons (Søluvirði p.t. 450-650 USD pr. tons í frystum líki) osv.

Hetta kundi t.d verið gjørt á tann hátt, at man segði :

Vøra við virði millum : 0-300 USD. pr. MT gjaldir 9,00 kr. pr. mt
  300-700 USD. pr. MT gjaldir 12,00 kr. pr. mt
  700-1000 USD. pr. MT gjaldir 14,00 kr pr. mt
osv. osv. upp til eitt ávíst loft, - sum kundi verið núverðandi 21,50 kr pr. tons.

Viðmerkjast skal at vit við teimum stóru nøgdum sum uppisjóarfiskasløg nú einaferð hava við sær í samb. við losingar og lastningar, við verðandi vørugjaldi t.d. við avskipan av 30.000 tonsum um ári gjalda ca. 775.000 . 

Eitt annað sum eisini skuldi verið gjørt meira rættvíst er: - hvør skal hava vørugjaldið??

Núverðandi skipan er sera órættvís, og skapar stóra ónøgd fyri tey pláss sum uppskipað eina vøru, men ikki avskipað somu vøru aftur.

Her fær nevnliga tann havnin sum avskipar alt vørugjaldið. og kann hetta ikki verða rætt !!! Her hava t.d. Tórshavn og Runavík allar fordeilir í mun til útjaðaraøkini.

Her skuldi ein evt. deiling fari framm millum uppskipingar og avskipingarhavn f.eks soleiðis at uppskipingarhavnin fekk 70% og avskipingarhavnin 30%, ella 50/50.??

Viðv. Brúgva-og Havnagjøldum:

Sum er, so gjaldir eitt skip Havnagjald hvørja fer tað kemur í havn 1,80 pr. net tons og síðani 1,45 pr. net tons fyri hvørjar byrjaðar 24 tímar.

Her skuldi eisini verið eitt sindur meira fleksibilitetur innið í myndini frá mynduleikanna síðu.

Vit meta at tað er órímiligt at eitt skip sum t.d lossar ella lastar t.d. 2-3 støð ein dag skal verða noytt at gjalda fult havnagjald og brúgvagjald í hvørjum stað.

Fyri eitt farmaskip uppá t.d. 4.000 tons net. er talan um stórar upphæddir.

Hvussu hetta kundi verið gjørt annarleiðis hava vit onga serstakað uppskrift uppá, men byrdi verið møguligt at t.d. agentur ella reiðarí kundu forhandla seg til eina avtalu við avvarðandi havnamynduleika/havnanevnd.

Transhipments (umlossingar) á firðum t.d. Nólsoyarfirði ella Vágsfirði.

Her skuldi verið møguligt at tikið skipini at kaj fyri serprís sum bleiv forhandlaður við lokalu havnamynduleikarnir - hetta tí at mangan er veðrið baldrut á okkara leiðum og slíta skip trossar etc. ella fáa havaríir vegna ringar umlossingar umstøður, - ja so finnað tey sær betri egnaði økir til hetta endamál, og Føroyar fær slettis onki burturúr í seinasta enda, um vit eru ov stirvnir.

Her er neyðugt at gera umstøðurnar betri framyvir.

Vónandi kunnu tit gera nýtslu av hesum uppskotum okkara, um ikki annað so skuldi hetta givið tykkum nakað at hugsað um.

Vinarlig heilsan
Árni Dam, & Johan Dahl
umboð fyri útlendsk skip