Skipa- og vørugjøld - nevndarskjøl 1999

22  Uppskot til  løgtingslóg um skipa- og vørugjøld


Nevndarskjal A
 

Latið nevndini 10.02.2000

Føroya Løgting
Att: Vinnunevndin
Tinghúsvegur 1
100 Tórshavn

Runavík 10.12.1999.

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.

Ár 1999, 3. desember legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld fyri føroyskar havnir.

Undirritaði skal vegna Starvsnevnd Føroysku Havna gera vart við, at vit hava havt fundir við umsitingina í vinnumálastýrinum í sambandi við omanfyri nevnda lógaruppskot og hava gjørt vart við, at tað eru havnirnar (kommunurnar), sum áseta gjøldini og ikki landsstýrið.

Mannagongdin hevur síðan 1957, tá Starvsnevnd Føroysku Havna var stovnað, verið, at Starvsnevnd Føroysku Havna saman við landsverkfrøðinginum hava gjørt uppskot til broytingar, tá hetta hevur verið hildið neyðugt, og hevur uppskotið síðan verið lagt fyri landsstýrismannin í samferðslumálum til góðkenningar, sum síðan við kunngerð hevur sett reglurnar í verk.

Sambært uppskotið, sum nú er lagt fram, so er tað landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum flokkar og ásetir ymisku gjøldini eftir ummæli frá Starvsnevnd Føroysku Havna.

Vit fara tí við hesum at mótmæla, at landsstýrismaðurin tekur valdið frá havnunum (kommununum) og fara at skjóta upp fyrlgjandi broyting til grein 2 stk. 2 í uppskotinum frá landsstýrinum:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur fyri flokking av hesum vørum og tænastum og stødd á gjøldum eftir tilmæli frá Starvsnevnd Føroysku Havna.

Annars so eru vit altíð fúsir at koma á fund við vinnunevndina fyri at greiða nærri frá okkara sjónarmiðum.

f. Starvsnevnd Føroysku Havna

Jákup Lamhauge, form.
Sornhúsgøta
600 Saltangará