Vinnuligur fiskiskapur - nevndarskjøl 1999

2  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap


Skjal A

 

FISKIMÁLASTÝRIÐ

 

Tórshavn, tann 04-08-99

Viðgjørt: JHT/--

 

Vinnunevndin
Føroya Løgting
100 Tórshavn

  

 

Víst verður til munnligar fyrispumingar, settir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á fundi í Vinnunevnd Løgtingsins 4.august 1999, viðvíkjandi fiskiloyvum í bólki 4A, ásettur sambært §29, stk. 1, í løgtingslóg nr. 28 frá 10.mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum.

Upplýsast kann, at í bólki 4A eru 57 fiskiloyvi útskrivaði í fiskiárinum 1998/99. Av hesum eru 31 fiskiloyvi til bátar millum 15 og 20 tons.

Í fiskiárinum 1998/99 eru 25 fiskiloyvi útskrivaði bátum í bólki 4A til húkaveiði á Føroyabanka. Hvørt loyvi er 30 fiskidagar. Sambært uppgerð hjá Fiskiveiðieftirlitinum 4. august 1999 vóru 166 fiskidagar fráboðaðir á Bankanum. Hetta svarar til 22% av tillutaðum døgum.

Uppgerð hjá Fiskiveiðieftirlitinum 4.august 1999 vísir annars, at 8 bátar í bólki 4A, sum hava fingið útskrivað bankaloyvi, ikki hava fráboðað fiskidagar á Bankanum, meðan hinir hava fráboðað millum 1 og 25 dagar.

Viðvíkjandi íslandsloyvum kann upplýsast, at fýra bátar mlllum 15-40 tons hava snøris/snelluloyvi í Íslandi, og ein hevur kalvaloyvi. Sambært uppgerð hjá Fiskiveiðieftirlitinum 19.juli 1999 hevði ein av hesum fýra boðað frá veiði í íslendskum sjógvi. Kalvaloyvi er ikki brúkt.

 

v. Fiskimálastýrið

Jens H. Toftum