Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF


Skjal B

 

Tórshavn, hin 3. mai 2000
Málnr.:
Málsviðgeri: ÁG

Løgtingsins uttanlandanevnd
V/ Hergeir Nielsen, formaður

Viðvíkjandi: Skrivi frá Føroya Arbeiðsgevarafelag dagfest tann 28. apríl 2000 um tilmæli um heilsufrøðiliga avtalu við ES.

Arbeiðsgevarafelagið ger í skrivinum vart við tvinnadi viðurskifti, tey meta eru ógreið ella kunnu hava óhepnar avleiðingar.

Tað fyrra tey gera vart við er, hvussu tað verður við landingum av frystum russiskum fiski til føroysk fiskavirkir og seinna er, hvørjar avleiðingar avtalan við ES fær fyri sølu av feskum fiski á uppboðssølu í Føroyum.

Russiskur fiskur

Heilsufrøðiliga avtalan við ES ger, at Føroyar verða ESmark mótvegis 3. londum. Skulu vørur inn í Føroyum, hava vit skyldu at fylgja mannagongdum ES hevur viðvíkjandi innflutningi úr 3. londum. Hetta inniber upprættan av einari marknaðeftirlitsstøð við neyðugum útbúnað. Allar 3. lands vørurnar skulu um hesa eftirlitsstøð (á enskum máli: Border Inspection Post, BIP).

Fiskavørur sum í dag verða sendar úr Føroyum til ES fara í gjøgnum eina slíka eftirlitsstøð í tí havn, har vøran kemur inn.

Eftirlitsstøðirnar hava - millum nógv onnur pappír - ein lista yvir góðkend virkir og skip í tí 3. landi vøran kemur úr og skal eftirlitsfólki millum annað kanna eftir, at vøran bert kemur frá virkjum ella skipum, sum standa á listanum.

Soleiðis eisini við russiskum fiski. Frystur russiskur fiskur, sum kemur inn í ES (EBS) umráði, skal stava frá einum russiskum frystitrolara, sum stendur á ES-listanum yvir góðkend russisk fiskifør.

Hetta er aðalreglan, men so vítt er eri kunnaður ikki praksis. Øll vita at fiskur, fiskaður av russiskum frystitrolarum , verður landaður í Onglandi, Íslandi, Noregi og í Danmark fyri at nevna nøkur dømi.

Eg havi í gjár og í dag tosa við innflutningsmyndugleikkarnar í íslandi og í Noregi. Teir kunnu vátta at tað bæði í Noregi og í Íslandi verður landaður fiskur frá russiskum frystitrolarum, sum ikki standa á listanum. Men samstundis siga bæði norðmenn og íslendigar, at ESA (Efta Surveillance Authority), sum hevur verið á eftirlitsvitjan fyrr í ár, hevur gjørt teimum greitt, at hesar landingar skulu halda uppat.

Men hetta verður ikki bara sum at siga tað, tí hesum fiskur hevur alstóran týdning fyri fiskavirkini í Norðurhøvum. Henda trupulleika hava bæði íslendingar og norðmenn reist á politiskum støði við tí endamálið, at kunna halda fram at taka í móti hesum fiski.

Um hesar landingar koma at halda fram ella verða steðgaðar av ESA og/ella FVO (Food Veterinary Office í Dublin) vil tíðin vísa. Men um tað verður støðga, kemur hetta at galda øll londini her í Norðurhøvum og eisini Føroyar, sjálvt um vit eru uttanfyri eitt heilsufrøðiligt samstarv við ES, tí formliga kravið til okkum er, at vit hava og kunnu skjalprógva sporføri heilt til skipið, fiskað hevur. Skipið skal standa á listanum yvir góðkend russisk fiskifør.

Sostatt meti eg ikki trupulleikan sum serstakan fyri føroyska fiskiídnaðin. 1 februar 2001 koma so nýggju innflutningsreglurnar at galda og tað ræður um hjá okkum at fáa somu sømdir (ella undantaksloyvir) sum grannar okkara. Hetta verður ein politiskur spurningur heldur enn ein heilsufrøðiligur.

Fyrsta honds søla av feskum fiski í Føroyum

Orsøkin til, at hetta mál er komið upp at venda í tjakinum um heilsufrøðiligu avtaluni við ES er, at direktivið 91/493 um heilsufrøðilig viðurskifti í fiskiídnaðinum einastaðni vísur til "Forordning 2406/96 om fælles handelsnormer for visse fiskerivarer". Hesin forordningur ásetur, at fiskur sum verður boðin til sølu í ES, skal verða støddarskildur og góðskuskildur eftir nærri ásettum reglum.

Direktivið 91/493 ásetur "bert" at allar landingar av feskum fiski skulu fyrileggjast kompetenta myndugleikanum til góðkenningar.

Avtalan við ES inniheldur sum so ikki nevnda forordning, tí forordningurin snýr seg ikki um heilsufrøðilig /veteriner viðurskifti. Hinvegin meti eg forordningin sum eitt skjal, sum liggur upp at avtaluni eins og til dømis vatndirektivið. Tað vil siga reglur, vit skulu gáða til, tá vit gera okkara egnu. Til dømis er tað rímiligt at okkara krøv til vatnið, brúkt verður í fiskiídnaðinum, lýkur somu krøv sum fiskiídnaðurin skal gera alla aðra staðni.

Hvørki Noreg ella Ísland hava implementerað nevnda forordning sum soleiðis og teirra fyrsta søla av feskum fiski verður regulerað eftir nationali lóggávu, sum er øðrvísi enn tann hjá ES.

Hinvegin er tað ein týdningarmikil partur úr forordninginum, sum bæði norðmenn og íslendingar hava tikið við í teirra reglur. Tað er parturin sum fæst við góðskumeting av fiski og serliga kriteriini fyri, nær ein fiskur ikki hóskandi til fólkamat. Hetta gevur kravinum í 91/493 um myndugleikagóðkenning av fiski fakligt innihald.

Mín niðurstøða er hon, at vit hava fríar teymar at finna út av hvussu vit her heima skipa okkara fyrstu hond sølu av feskum fiski.

Ein heilt annar spurningur, sum myndugleikarnir í Føroyum eiga at taka støðu til er, hvussu vit finna eina praktiska loysn á kravinum um at hvør landing skal góðkennast, sum tað stendur í 91/493. Hetta vil Starvsstovan taka stig til at loysa saman við vinnuni. 

03.05.2000

Ásmundur Guðjónsson

Debesartrøð
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 31 53 00
Fax. +298 31 05 08
E-mail: feagency@hfs.fo
Homepage: http:\\www.hfs.fo