Nevndarskjøl uttanlandsnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF


Skjal A

P. O. Box 179 · FR-110 Tórshavn · Tlf. +298 31 18 64 · Fax +298 31 72 78 · E-mail: fag@industry.fo
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Faroe Employers’ Association

Telefax

Att.: Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini
Felag / Company: Løgtingsskrivstovan
Fax nr / No: 310686

Dagur / Date: 28. april 2000
Síðutal við hesari / 1

Viðv. Uppskot nr. 104 til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF

Til tykkara kunning hava vit nakrar viðmerkingar.

Fyrst av øllum vil Føroya Arbeiðsgevarafelag gera vart við, at felagið tekur undir við, at Føroyar fær eina heilsufrøðiliga avtalu við ES. Í tilfarinum, sum Føroya Løgting og uttanlandsnevndin hava fingið til viðgerðar í hesum máli verður ført fram, at vinnan leypandi er kunnað um tilgongdina í samráðingunum um heilsufrøðiligu avtaluna við ES.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í brævi 18/2-2000 gjørt Løgmann varugan við, at vinnan ikki longur er umboða í felagsnevndini Føroyar-EF, og tí ikki verður kunnað í málum viðvíkjandi ES. Svarið frá Løgmanni var, at vinnan fór at verða boðin at luttaka á fyrireikandi fundum í felagsnevndini. Hvat viðvíkur kunning, meðan samráðingarnar um heilsufrøðiligu avtaluna hava verið, so hevur vinnan bert verið á einum kunnandi fundi um málið, eftir samráðingarnar vóru lidnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag metir ikki, at tað kemur nóg greitt fram í tilmælinum til Løgtingið, at ein avleiðing av avtaluni er, at føroysk virki í framtíðini ikki kunnu keypa frystan russarafisk til virkingar í Føroyum. Tað eru fleiri fiskavirkir, sum keypa smærri nøgdir og tvey virkir, sum keypa størri nøgdir av russiskum fiski, harav Føroya Fiskavirking í Havn, sum virkar henda fisk burturav. Avleiðingin av avtaluni er sostatt, at minst 150 arbeiðspláss kunnu fara fyri skeytið.

Óvissa er eisini í vinnuni um, hvørjar avleiðingar heilsufrøðiliga avtalan fer at fáa á hvønn hátt fiskur skal seljast um uppboðsølu í Føroyum.  

Vinarliga
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Marita Rasmussen