Fólkaatkvøða - stjórnarskipan

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  9/1999


Skjal A

Skriv frá nevndini til Løgmansskrivstovuna, att: John Rajani

Oprindelig meddelelse-----

Fra: Kristina Samuelsen
Sendt: 26. oktober 1999 14.23
Til: 'jor@fl.fo'
Emne: Løgtingsmál nr. 9/1999: Uppskot til leiðbeinandi fólkaatkvøðu um samráðingargrundarlagið fyri nýggjari føroyskari stjórnarskipan

Hey John

Uttanlandsnevndin hevur á fundi í dag viðgjørt omanfyrinevnda løgtingsmál.

Eftir ynski frá Edmund Joensen og Heðin Mortensen varð gjørt av at biðja um, at Jóan Pauli Joensen og Kári á Rógvi koma á fund við nevndina komandi týsdag, tann 2. november kl. 10.00.

Eftir áheitan frá Edmund Joensen og Heðin Mortensen verða teir bidnir um at greiða nevndini frá, hvussu man vildi gjørt í okkara parti av heiminum, tá í slíkar stórar broytingar skulu gerast, t.d. grundlógarbroytingar, ella sum í hesum førum at taka av heimastýrislógina fyri at tryggja tað mest demokratisku mannagongdina.

Kanst tú bera hendan fyrispurningin víðari?

Heilsan Kristina