Fólkaatkvøða - stjórnarskipan

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  9/1999


Skjal C

Skriv frá Útvarpi Føroya 28. oktober 1999

 

28.10.99

Att. Kristina Samuelsen, Løgtingsskrivstovan.

Vit hava fingið fyrispurning frá tygum um, hvussu síðsta veljarakanningin hjá ÚF er gjørd. Vit skilja, at hetta m.a. er við atliti til fakliga grundarlagið undir kanningini. Viðvíkjandi hesum kunnu vit upplýsa:

  1. Endamálið við kanningini var at fáa eina mynd av, hvat veljarin heldur um teir høvuðsspurningar, sum nú eru frammi í orðaskiftinum um framtíðarstøðu Føroya. Endamálið var somuleiðis at gera kanningina beint eftir aðalorðaskiftið um Hvítubók og fullveldisætlanir landsstýrisins. Samsvarandi hesum eru spurningarnir lutvíst settir við atliti til gongdina í málinum.
  2. ÚF hevur sjálvt staðið fyri hesi kanningini. Tað hevur ÚF gjørt mangan fyrr, hóast fjølmiðlarnir hava samskipað sínar veljarakanningar í samtakinum Fynd tey seinnu árini. Tað var ikki gjørligt hjá Fynd at gera kanningina, tí avgjørdi ÚF sjálvt at standa fyri hesi kanningini. Hon er gjørd í samstarvi við tey fakfólk, sum vanliga luttaka í arbeiðinum við veljarakanningum. Kanningin er gjørd sum telefonkanning, og gjørd eftir somu útveljingarskipan, sum er brúkt í øðrum líknandi telefonkanningum – eisini teimum hjá Fynd.
  3. 972 fólk hava svarað spurningunum. T.v.s., at talið av persónum í stakroyndini er umleið tað sama, sum verður brúkt í meiningarkanningum í stórum londum, og er statistiska óvissan samsvarandi hesum lítil. Statistiska óvissan minkar við vaksandi tali av persónum í stakroyndini, og er óvissan í hesi kanningini minni enn í kanningum, sum t.d. hava bygt á 6-700 persónar.
  4. Kanningin av undirtøkini hjá flokkunum er gjørd á sama hátt sum í øllum øðrum kanningum, har eisini verður spurt, hvat fólk valdu á síðsta vali, fyri at eftirkanna, hvussu væl stakroyndin samsvarar við veljarasamansetingina. Talviðgerðin av hesum partinum av kanningini er gjørd av somu fakfólkum, sum vanliga taka sær av talviðgerðini av veljarakanningum.
  5. Vísandi til viðmerkingarnar hjá John Mortensen, samfelagsfrøðingi, í Sosialinum 27. oktober, skal verða gjørt vart við, at endamálið við hesi kanningini ikki var at eftirkanna, hvussu støðan er broytt sammett við undanfarnar kanningar. Ávís tilgongd hevur verið í málinum og orðaskiftinum seinastu mánaðirnar, og endamálið við kanningini hjá ÚF var at fáa eina ábending av, hvørja støðu veljararnir í løtuni hava til nakrar av spurningunum, sum standa fremst í orðaskiftinum. Uttan at útgreina tað nærri her, meta vit ikki, at nakað grundarlag er undir viðmerkingunum hjá nevnda samfelagsfrøðingi.

 Vinarliga
Útvarp Føroya
Jógvan Jespersen