Fólkaatkvøða - stjórnarskipan

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  9/1999


Skjal B

Notat frá telefonsamrøðu við J. Jespersen 28. oktober 1999-10-29

Útvarpið hevur staðið fyri kanningini. Teir spurgdu fyrst FYND, men tað lá ikki fyri hjá teimun at verða við til at gera kanningina beint tá. Sum vegleiðara í sambandi við at kanningin varð gjørd, hevur útvarpið havt ein samfelagsfrøðing, sum hevur góðar royndir á økinum. Kanningin er annars gjørd sum arðar slíkar kanningar og tað er eisini sum vanligt ein skúlaflokkur sum hevur ringt til tey 972 fólkini sum hava svara. Tey tlf. nr. sum ringt hevur verði til eru valgd út við nøkrum tilfeldigum endatølum. Kanningin hevur sostatt verði fult í tráð við tey krøv sum slíkar kanningar vanliga verða gjørdar eftir. Endamálið við kanningini hevur verði at taka pulsin upp á nakrir av teimum spurningunum sum eru frammi í almenna kjakinum. Man hevur ikki lagt seg eftir at gera eina kanning sum kann samanlíknast aftureftir við arðar kanningar.

Kristina Samuelsen