Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal Y

Innkomið 27.03.2000

 

 

Almanna- og heilsumálastýrið Fyrisitingardeildin

Tórshavn, tann 22-03-00
J.Nr.:
Viðgjørt: Aáp

Føroya Løgting
Trivnaðarnevndin
att: Páll á Reynatúgvu

Viðmerkingar til fundin í Trivnaðarnevndini.

Landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum og umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið (AHS), vóru boðsend at koma á fund við Trivnaðarnevndina tann 20. mars 2000. Hetta gjørdist ein óvanligur fundur. Almanna- og heilsumálastýrinum vil hervið gera nakrar viðmerkingar um fundin sum heild, og harnæst eisini um serliga teir løgfrøðisligu spurningarnar sum Sjúrður Rasmussen, skrivarin hjá Trivnaðarnevndini, hevur sett.

Viðmerkingar til fundin:
Ongin dagskrá fylgdi við fundarboðunum, og gav Trivnaðarnevndin sostatt hvørki landsstýrismanninum ella umsiting hansara høvi til at fyrireika seg til fundin. Hesum er sum so einki óvanligt í, um so er, at Trivnaðarnevndin og skrivari nevndarinnar ikki høvdu havt stundir til at orða spurningar til ymsu málini, ið nevndin ynskti at viðgera á fundinum við landsstýrismannin og AHS. Men soleiðis var ikki, tí fyri tað fyrsta vísti tað seg, at Trivnaðarnevndin hevði orðað spurningar til ymsu málini, og fyri tað næsta ynskti formaðurin ikki at útflýggja spurningarnar á fundinum. Ikki fyrrenn fundurin var liðugur, og landsstýrismaðurin og starvsfólkini frá umsitingini á AHS vóru á veg út gjøgnum hurðina, blivu spurningarnir útflýggjaðir.

Hetta má sigast at vera ein løgin framferðarháttur, um so er at Trivnaðarnevndin ynskir eitt gott samstarv við Almanna og heilsumálastýrið.

Á fundinum kom fram, at nøkur av teimum, sum høvdu verið á fundi hjá Trivnaðarnevndini vóru av teirri áskoðan, at námsfrøðiligu stevnumiðini í hjá dagstovnum og dagrøktum eiga at standa í sjálvari lógini. Hvørt hetta eisini er sjónarmið Trivnaðarnevndarinnar er ógreitt. Á fundinum varð nevnt, at Almanna og heilsumálastýrið eftir áheitan frá Trivnaðarnevndini kundi gera eitt uppskot til tílíka orðing. Tað er ikki komin nøkur áheitan á stýrið um at gera tílíkt uppskot. Av tí at ein arbeiðsbólkur er settur at orða kunngerð um námsfrøðiligt stevnumið, virksemi og starvsfólkasamanseting, og at pedagogfelagið er biðið at gera uppskot til, hvussu vit orða reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, meti eg framvegis at tað er rættast at hesi viðurskifti verða ásett í kunngerð. Er Trivnaðarnevndin ósamd, so meti eg at vit eiga at brúka tær orðingar sum arbeiðsbólkurin setur fram, og seta tær inn í lógina, tá ið tær eru lidnar. Tó vildi tað verið óheppið, um øll lógin verður seinkað av hesum ávum.

Í skjalinum, sum vit fingu útflýggjað, eftir at fundurin var lokin, eru nógvar løgfrøðisligar viðmerkingar, sum Almanna- og heilsumálastýrið hevur við hesum vil loyva sær at svara.

Løgfrøðisligar viðmerkingar sum heild:
Fyrst er at siga, at tann háttur ið viðmerkingarnar frá Trivnaðarnevndini til Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt eru settar upp uppá, er góður og týðiligur.

Nú er tað einaferð so, at tað eru nógvar loysnir uppá, hvussu ein lóg skal setast saman og síggja út, og tað er ikki bara loysnin hjá einum løgfrøðingi sum er tann einasti og rætti sannleikin.

Skrivarin í Trivnaðarnevndini, Sjúrður Rasmussen, skal sjálvandi hava loyvi til at gera viðmerkingar til bæði hetta og onnur lógaruppskot, og tað hevur hann eisini gjørt. Tað tykist tó at verða rættiliga tilvildarligt hvussu, og serliga nær hetta arbeiði verður gjørt, tí í summum førum verða viðmerkingarnar gjørdar, áðrenn lógaruppskotini verða løgd fyri Løgtingið, meðan hann í m.a. hesum føri ongar viðmerkingar gjørdi, áðrenn uppskotið varð lagt fyri Løgtingið.

Hesin trupuleikin er ikki nýggjur, og bæði Almanna- og heilsumálastýrið og onnur stýrir hava fyrr gjørt vart við, at tað er trupult at finna útav, hvønn leiklut og myndugleika Løgtingsskrivstovan hevur mótvegis stýrunum, og nær hon skal leggja síni sjónarmið fram.

Ætlanin er ikki at koma við viðmerkingar til sjálvt innihaldi í lógaruppskotinum, tí hetta er og verður altíð ein politisk avgerð. Sum nevnt á fundinum við Trivnaðarnevndina, so hevur uppskotið um løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt verið ein trupul uppgáva at loysa. Tíðin hevur verið knøpp, og tey sum hava havt uppskotið til hoyringar hava havt nógvar ymiskar og ofta mótstríðandi meiningar um innihaldið og ásetingarnar í lógini. Tí hevur tað verið ringt at finna eina nøkunlunda millumloysn um, hvussu tað endaliga uppskotið skuldi síggja út. Lógaruppskotið hevur eisini verið til hoyringar hjá samgonguni. Vert er at vísa á, at hetta lógaruppskot higartil er tað einasta uppskotið, sum tað hevur eydnast løgmanni at fáa viðmerkingar til frá samgongulimum.

Grundarlagið fyri viðmerkingunum hjá skrivaranum í Trivnaðarnevndini til hetta lógaruppskot er ein leistur sum ein danskur professari mælir til at brúka. Hetta er so hansara val, men umsitingin á Almanna- og heilsumálastýrinum valdi í samband við tilevningina av lógaruppskotinum heldur at hyggja eftir teimum íslendsku og norsku modellunum, sjálvt um man ongantíð til fulnar kann samanbera føroysk viðurskifti við viðurskiftini í øðrum londum, hvørki Danmark, Ísland ella Noreg. Hvørki Trivnaðarnevndin ella skrivari hennara kann siga, at hetta val er verri enn eitt danskt modell.

Løgfrøðisligar viðmerkingar til ávísar greinir:
Ætlanin er ikki at koma inn á allar spurningarnar, tí nakrir av hesum blivu svaraðir í nevndini, men her skal verða nomið við nakrar av spurningunum hjá Sjúrður Rasmussen.

Viðv. grein 1: Viðmerkingarnar hjá skrivaranum til hesa grein um heimildina, er eitt afturvendandi mál, sum tað langt frá er semja um millum fakfólk, og harumframt er eisini siðvenja hesum viðvíkjandi, sum eisini eigur at verða tikin til eftirtektar. Umsitingin hevur fleiri ferðir fyrr tosað við Løgtingsskrivstovuna um hetta, millum annað við Sjúrð Rasmussen. Uttan mun til hvørja loysn Sjúrður Rasmussen metir rætta, so bleiv ein avgerð tikin um heimildargreinina longu í 1996, tá AHS byrjaði arbeiðið at útfylla rammulógina. Fyrisitingarstjórin í AHS, Aibritt á Plógv, hevði fund við lógardeildina í Landsstýrinum um spurningin, hvørt heimildin skuldi standa sum inngangsorð ella um hon skuldi verða í grein 1. Fyrisitingarsjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum helt, eins og Sjúrður Rasmussen, at rættast er, at hava heimildina sum inngangsorð, men niðurstøðan av fundunum við lógardeildina var, at AHS skuldu seta heimildina í grein 1, og hevur Sjúrður Rasmussen fingið frágreiðing um hetta fleiri ferðir.

Tað sum tykist óskiljandi er, hví Sjúrður Rasmussen vil hava hetta broytt júst nú, eftir at tær flestu lógirnar, sum hava heimild í rammulóginum, eru gjørdar. Hví hevur Løgtingsskrivstovan ikki tikið henda prinsipiella spurning upp fyrr og á rætta stað? Bæði lógin um kommunulæknar, lógin um sjúkrahúsverkið, lógin um almannapensjónir, lógin um heimasjúkrasystrar, lógin um heilsusjúkrasystrar o.a. eru orðaðar soleiðis. Sum sagt eru løgfrøðingar í Almanna og heilsumálastýrinum ikki ósamdir við sjónarmiðnum hjá Sjúrður Rasmussen, men um hann ynskir at broyta hetta, eigur hann at takað spurningin upp við lógardeildina í Tinganesi og Almanna- og heilsumálastýrið, í staðin fyri at gera hetta til eitt stríðsmál í samband við eina ávísa lóg. Hetta tænir ongum góðum endamálið.

Viðv. grein 2: Eisini tá talan er um endamálorðingar í lógum, er stór faklig og ikki minst politisk ósemja. Flestu løgfrøðingar halda ikki at endamálsorðingar hava nakran týdning og tí í flestu førum ikki eiga at verða í eini lóg. Eisini í hesum spurninginum hevur siðvenjan týdning. Endamálsorðingar hava verið í lógum í nógv ár, og við hvørt verður mett, at tað er rætt at hava endamálsorðingar, og við hvørt verður enntá mett, at tað er tað einasta rætta. Men sum sagt hevur politiski viljin eisini avgerðandi týdning hvørt lógir skulu hava endamálsorðingar ella ikki. Sum kunnugt er tað landsstýrismaðurin sum leggur lógaruppskot fyri Løgtingið og ikki umsitingin, og núverandi landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur boðað umsitingini frá, at politikarir í dag ynskja at hava eina endamálsorðing í lógaruppskotinum, og er hetta gingið á møti - eisini í hesum lógaruppskotinum. Aftur her skal vísast á, at um Løgtingsskrivstovan ynskir hetta annarleiðis, má spurningurin takast upp við landsstýrismannin í lógarmálum og ikki í samband við eina einstaka lóg.

Viðv. grein 3: Sjúrður Rasmussen metir ikki, at høvuðnámsfrøðiliga stevnumiði er eitt mál sum landsstýrismaðurin skal fáa loyvi til at áseta í kunngerð. Til hetta er at siga, at nógvar rammulógir eru gjørdar eftirhondini, har landsstýrismenn hava rættiliga víðar heimildir at áseta nærum alt í kunngerðarform. Tað er ikki ein spurnngur um hvørt einum dámar endamálsorðingar ella ikki, tað sum er umráðandi er at skyna ímillum, hvat er løgfrøðisliga skeivt og hvat politiska ynskið er.

Mett verður ikki at tað er løgfrøðisliga skeivt, at Løgtingið gevur landsstýrismanninum heimild at áseta høvuðnámsfrøðiliga stevnumiði í kunngerð, men hinvegin er tað ein politiskur spurningur, um tað er ynskiligt politiskt at landsstýrismaðurin fær heimild at áseta høvuðnámsfrøðiliga stevnumiði í kunngerð, ella um tinglimir heldur vilja tryggja sær, at tað stendur í sjálvari lógini.

Við øðrum oðrum er talan um eitt politiskt val.

Viðv. grein 6: Kommunan er tann sum hevur heimild til at góðkenna aðrar skipanir. Tí verður ásett í lógini, at kommunan eisini kann víkja frá gjaldsásetingini. Ætlanin við hesi áseting er, at ein partur av góðkenningini av skipanum sambært § 7, stk. 2 eisini kann verða, at kommunan í summum førum kann hava áhuga í at rinda ein part av øðrum skipanum við einum øðrum útreiðslubýti enn ásett í § 6, stk. 1, ella møguliga als ikki at luttaka í útreiðslunum.

Viðv. grein 10: Sjúrður Rasmussen sigur, at ein løgfrøðilig grundregla í øllum framkomnum samfeløgum er, at tann sum hevur eitt eftirlit er óheftur av tí sum er undir eftirlit. Hetta er tað ongin ósemja um. Ein heilt annar spurningur, sum tó ikki er løgfrøðiligur, er, hvussu skipast kann fyri einum óheftum eftirlitið í einum so lítlum landi sum okkara, við smáum kommunum, men sum á øllum øðrum økjum má ein roknað við, at hetta verður gjørt nøktandi og so samvitskufult sum til ber. Soleiðis sum siðvenja er á flest øllum økjum er við § 10, stk. 4 álagt landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um eftirlit.

Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaður