Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

29 Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal W

Latið nevndini 20. mars 2000

 

 

Uppskot

til

løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt

 

 

§ 1. Hendan lóg er givin út sambært § 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

 

 

 

 

 

Endamál

§ 2. Endamálið og uppgávan hjá dagstovnum og dagrøktum er at menna, menta og hava umsorgan fyri børnum í tryggum viðurskiftum, á námsfrøðiliga fullgóðan hátt og í sátt og samvinnu við foreldrini at geva børnum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

 

 

 

 

 

 

 

Uppgávur

§ 3. Kommunan kann geva børnum, sum búgva í kommununi, tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt og hevur ábyrgdina fyri virkseminum. Dagstovnur sambært hesi lóg er vøggustova, barnagarður, frítíðarheim o.a. Dagrøkt sambært hesi lóg er ansing av børnum í heiminum og á spælistovum.
Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir hava opið gerandisdagar í dagtímunum, men kommunan kann geva loyvi til, at dagstovnar og dagrøktir kunnu hava opið alt samdøgrið ella í vikuskiftum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um námsfrøðiliga stevnumiðið, starvsfólkasamanseting og virksemið á dagstovnum og dagrøktum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 


§ 4.
Foreldur ella verji at børnum søkja um dagstovna- ella dagrøktarpláss í tí kommunu, har barnið er skrásett búgvandi. Kommunan kann tó loyva einum barni pláss, sum ikki er skrásett í kommununi.
Stk. 2. Kommunurnar gera upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

 

 

 

 

 

 

 

 


§ 5.
Børn við serligum tørvi hava sama rætt til tilboð um pláss sambært hesi lóg. Tó verður serligur stuðul latin til barnið sambært aðrari lóggávu.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


Gjald

§ 6. Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær útreiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.
Stk. 2. Húsaútreiðslur verða rindaðar av kommununi.
Stk. 3. Kommunan kann í samband við góðkenning av skipan sambært § 7, stk. 2, víkja frá gjaldsásetingini sambært hesi grein.

 

Stovnan av dagstovni og dagrøkt

§ 7. Dagstovnar og dagrøktir kunnu stovnsetast av kommununi treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar. Landsstýrismaðurin skal kunnast um stovnsetanina.
Stk. 2. Kommunan kann geva øðrum t.d. fyritøkum og stovnum loyvi til at stovnseta dagstovn ella dagrøkt treytað av, at allar ásetingar í hesi lóg verða fylgdar.
Stk. 3. Áðrenn stovnsetan av dagstovnum og dagrøktum skal kommunan hava góðkenning frá neyðugum myndugleikum sambært aðrari lóggávu.

 

 

 

 

 

§ 8. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin.
Stk. 2 Í serligum førum kann kommunan víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving.
Stk. 3. Leiðarin setir onnur fólk í starv.

 

 

 

 

 

 


§ 9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.
Stk. 2. Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett.
Stk. 3. Í ráðnum skulu vera 3 – 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.
Stk. 4. Ráðið skal vera umboðað av foreldrum sum hava børn á dagstovnunum ella í dagrøktarskipanini.
Stk. 5. Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.


Eftirlit

 

§ 10. Kommunurnar hava eftirlit við dagstovnum og dagrøktum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært hesi lóg.
Stk. 3. Kommunan ella landsstýrismaðurin kann steðga virkseminum á einum dagstovni ella dagrøkt, um krøvini í lógini ikki verða hildin.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um eftirlit.

 

 

 

 

 

Kærumøguleiki

§ 11. Avgerðir, tiknar av kommununi sambært hesi lóg, kunnu kærast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá kærufreistini, um serligar umstøður gera seg galdandi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta, at heimildin hjá landsstýrismanninum eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd.

 

 

 


Gildiskoma og skiftisreglur

§ 12. Hendan løgtingslóg kemur í gildi tann 1. apríl 2000.
Stk. 2. Dagstovnar og dagrøktir, sum sett eru á stovn sambært § 32 í barnaforsorgarlógini, halda fram og verða rikin sambært hesi lóg.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar sum komnar eru fram undir viðgerðini:

 

Dagstovnaleiðarir og Pedagogfelagið mæla til, at dagstovna- og dagrøktarviðurskfti verða viðgjørd í hvør síni lóg

 

 

SR: heldur ikki at § 1 eigur at hava § nr. Her er talan um heimildina fyri løgtingslógini sum ikki hevur rættarlig boð at geva, men sum lýsir støði sum lógin verður givin út frá. Teksturin eigur at verða settur sum inngangsorð áðrenn greinanr. byrja. Javndømi um hetta er at finna í øllum kunngerðum sum verða skrivaðar út við heimild í løgtingslóg av landsstýrinum. Tilvísingin til heimildina hevur tá ongantíð greinanr., men er sett sum inngangsorð áðrenn greinanr. byrja.


SR: Lógir eiga ikki at innihalda endamálsorðinar sbr. vanligum lógatekniskum grundreglum. Sí um hetta Juridisk Grundbog bd. 2 bls. 68 har sagt verður "En lov bør være en samling af retsregler og ikke andet. Den bør hverken indeholde motiver eller rene "informationer" …"Sådanne formålsbestemmelser kan dog angive en begrænsning af en eller flere i loven indeholdte bemyndigelser til en minister eller anden administrativ myndighed og for så vidt have et retligt indhold, men de bør da placeres i forbindelse med bemyndigelsen eller i det mindste kædes sammen med denne, således at formålsbestemmelsens retlige betydning fremgår af lovteksten." Í vanligum orðum merkir hetta, at § 2 eigur at verða strikað, og útgreinað í lógbóðum til tey sum starvast á dagstovnum og dagrøktum um hvussu tey skulu útinna sítt dagliga starv saman við børnunum (lógaruppskotið § 3 stk. 3.)

 

 

 

 

 

Dagstovnaleiðarir: Ikki eigur at verða heimild fyri at dagrøktir hava opið alt samdøgrið


Læraraskúlin:
Orðingin eigur at verða "námsfrøðilig stevnumið"
SR: Hetta er ikki alt um slíkt evni sum sbr. vanligum lógatekniskum siði eigur at verða latið landsstýrismanninum at taka støðu til. Landsstýrismaðurin fær vanliga heimild at áseta rættarreglur um slíkt sum í heilum má broytast ella sum snýr seg um slíkar tekniskar detaljur sum tingið ikki nýtist at fáast við. Lítið man verða at ivast í, at í øllum førum høvuðnámsfrøðiliga stevnumiðið sum skal setast út í kortið eigur at verða sett við løgtingslóg, og innihaldið í § 2 eigur at verða innskrivað í hesa grein.
Kommunufelagið: Orðini "Starvsfólkasamanseting" og "virksemi" eiga at verða strikaði.
Dagstovnaleiðarir: Stevnumiðini fyri dagstovnar eiga at verða útgreinaði.
Pedagogfelagið: Samráðingarrætturin um lønir eigur at verða lógásettur at liggja hjá landinum.

 

MBF: Kommunuskipanin eigur at fáast uppá pláss, áðrenn hendan skipan bleiv sett í verk.
Nólsoyar Kommuna: Er bara heimild at loyva eittans barni úr aðrari kommunu pláss ?
Foreldrabólkur í Havn: Neyvari eigur at verða ásett, hvørui upptøkukriteriini skulu verða.
Karsten Saxov: Greinin eigur at verða soljóðandi: Kommunen træffer afgørelse om optagelse i et dagtilbud. Afgørelsen kan ikke indbringes for anden administrativ myndighed. Kommunen kan, bestemme, at selvejende institutioner efter § 9 og puljeordninger efter § I I ikke er omfattet af I. pkt.
Stk. 2. Anvisning af plads sker efter anciennitet.
Stk. 3. Anvisning efter anciennitet kan dog fraviges, hvis et barn af sociale eller pædagogiske grunde har et særligt behov for en plads i et dagtilbud.
Stk. 4. I andre tilfælde, hvor der er et akut behov for en plads i et dagtilbud, vil anvisning efter anciennitet kunne fraviges i begrænset omfang.
Stk. 5. Kommunen kan hverken permanent eller midlertidig opsige et barn af et dagtilbud, fordi en eller begge forældre bliver ledige.

 

MBF: § 5 eigur at verða neyvari orðað. Tey brekaðu er líka ymisk eins og øll hini. Har átti t.d. at verið nevnt, hvørji tiltøk tey brekaðu skuldu hava, hvørjar barnaniðurnormeringar skuldu verða á stovuni, um ein brekaður kom inn. Tað eigur at framganga av § 5, at tað var Sernámsdeilin og ikki AHS sum hevði ábyrgdina av teimum brekaðu. § 5 eigur at geva børnum krav upp á sernámsfrøðiligan stuðul og psykologiska hjálp. Í § 5 eiga førleikakrøv at verða sett til stuðlar. Eitt barn átti ikki at kunna burturvísast av einum stovni vegna eitt brek. Tað átti at verða lógásett í § 5, at tað er ein landsuppgáva – og ikki ein kommuuppgáva – at taka sær av brekaðu børnunum.Ummæli átti altíð at verið fingið til vega frá bygginevndini hjá MBF, hvørja ferð bygging frá fram av dagstovni.
MBF mælti til at nýtt soljóðandi stk. 2: Børn, sum fáa sernámsfrøðiliga hjálp og eru deyv ella so tunghoyrd, at tey koma at hava teknmál sum mál, skulu fáa uppaling í og á teknmáli."
Lærarskúlin: Orðingin er diskriminerandi, tí hetta er sjálvsagdur rættur og eigur at verða "Til børn við serligum tørvi verður veitt tilboð .."
Socialráðgevarafelagið: § 5 eigur at áseta nágreiniliga um viðurskifti hjá stuðlunum, bæði um útbúgvingarkrøv og um setanmarviðurskifti.
Dagstovnaleiðarir: Lógásett eigur at verða at fysisku rammurnar eru í lagi fyri brekaði børn, og at barnagarðar buturav eiga at verða fyri børn við serligum tørvi.

 

SR: Henda regla kann ikki verða rætt orðað. Her má skiljast sundur ímillum almennar og privatar stovnar. Kommunan skal væl ikki rinda til teir stovnar sum eru stovnsettir á privatum grundarlag. Hvat ið er húsaútreiðslur eigur at verða neyvari lýst.
Dagstovnaleiðarir: Systkinarabatt eigur at verða lógafest.
Kommunufelagið og kommunusamkipanin: § 6 eigur at verða strikað øll sum hon er.

 

 

 

Kommunufelagið: At kommunurnar serstakt skulu fáa at vita at tær skulu fylgja lógini er eitt fornermilsi

 

 

 

 


SR:
Hvørji tvingislsráð er fyri privatum sum ikki fylga teim settu treytunum.

SR: Fyritreytin er, at talan er um ein kommunalan stovn. Hvussu við privatum av slíkum slagi ?

 

Lærarskúlin: Ikki eigur at verða frávíkingarheimild.
Kirkjubøar kommuna, foreldrabólkur í Nólsoy, Pedagogfelagið og Dagstovnaleiðarir: Ein normeringslykil eigur at verða settur í lógina. Tað eigur at verða lógásett skylda at lýsa størv leys. § 8 stk. 2 eigur eftir teirra royndum ikki at verða. Orðingin kann verða soleiðis: Stk. ..Starvsfólkini verða sett sambart sáttmála við avvarandi fakfelg.
Stk. ... Landstýrismaðurin hevur ábyrgdina av at býtislykil viðv.tal av námsfrøðiligum útbúnum starvsfólk verður gjørdur
Kommunufelagið, Kommunusamskipanin og Nólsoyar kommuna: Samsvar má verða millum setanarviðurskiftini annars í kommunalum regi og lógarreluna um setan á stovninum

 

Dagstovnaleiðarir: Foreldraumboð á kommunalum stovnum eiga at hava eins stórar heimildir sum foreldur á sjálvsognarstovnum.

 

Kommunusamskipanin: Foreldraráðini verða ov nógv, og støða er ikki tikin til, hvør um foreldraráðini skulu hava løn fyri arbeiði sítt

 

 

 

 

 

 

 

Læraraskúlin: Umsjón í staðin fyri Eftirlit

 

SR: Ein løgfrøðilig grundregla er, í øllum framkomnum samfeløgum, at tann sum hevur eitt eftirlit er óheftur av tí sum er undir eftirlitið. Henda regla brýtur við avgerðandi við hesa grundreglu.
Hvussu er markið millum hitt vanliga og hitt yvirskipaða eftirlitið ? Hvørji rættarráð hevur eftirlitismyndugleikin verður ikki gjørt eftir boðum hansara ?
Kirkjubøar kommuna og foreldrabólkur í Nólsoy: Kommunan kann ikki hava eftirlit við sær sjálvari. Eftirlitið eigur at liggja hjá landsstýrinum.

 

Læraraskúlin, dagstovnaleiðari og Pedagogfelagið: Central pedagogisk ráðgeving eigur at verða. Nýtt regla eigur at verða sett sum sigur: "Landstýrismaðurin hevur ábyrgdina av at námsfrøðilig ráðgeving verður givin."


SR: Eftir orðingini kann alt kærast. Eisini reint politiskar avgerðir. T.d. ein avgerð um ikki at byggja ein dagstovn í eini kommunu. Er ætlanin at slík heimild skal verða ?

 

 

 

 

SR: Her mangla revisreglur fyri brot á lógina, eitt nú um at stovnseta barnagarð ella at fara undir dagrøkt uttan samtykki.

 


Kirkjubøar kommuna:
Ein skiftistíð má verð fyri skifti til kommunurnar. Hetta er katastrofa fyri teir um tað hendir frá degi til dags. Pedagogfelagið sama sjónarmið. Longri tíð má ganga áðrenn lógin fær gildi soleiðis at tað ber til í verki at laga seg eftir henni.