Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

29 Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal V

Latið nevndini 13. mars 2000

 

 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Maria Jacobsen [mailto:almarjac@ahs.fo]
Sendt: 13. mars 2000 14.44
Til: 'sjuras@logting.fo'
Emne: VS: børn við serligum tørvi

Vísandi til fyrispurning trivnaðarnevndarinnar um børn undir skúlaaldur við serligum tørvi. Svarið framgongur av brævaskiftinum niðanfyri. Verður ynskt at fáa meiri at vita, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Ragnhild Dahl og Karin á Heygum.

Vinarliga
Maria Jacobsen.

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Ragnhild Dahl
Sendt: 13. mars 2000 09.46
Til: Maria Jacobsen
Emne: SV:

Soleiðis, sum dagstovnar eru innrættaðir í dag, her verður hugsa bæði um   starvsfólkanormering og fysisku karmarnir, kann tað verða trupult hjá   børnum sum bera brek at fáa eitt nøktandi tilboð á dagstovni. Hetta hóast   at Almannastovan roynir at bøta um hetta við at seta stuðul, sum skal   nøkta serliga tørv barnins.

Hervið er ikki sagt, at at nøkur børn sum hava serligan tørv ikki kunna  ganga í barnagarð og er eisini okkara metan at um dagstovnar vóru  normeraðir og innrættaðir hóskandi, til at taka børn við serligum tørvi,  so var ikki neyðugt at seta stuðul til hesi.

I Føroyum eru nøkur børn, sum bera so álvarslig brek, at tey ikki vegna  brek    teirra kunna verða í einum vanligum barnagarði.

Niðanfyristandandi er okkar metan.

  Eysturoy: Streymoy: Norðoyggjar. Suðuroy: Sandoy: Vágoy:
Tal á børnum við breki, sum kunna verða í vanligum barnagarði(við stuðli): 15 børn 10 børn 1 barn 4 børn 3 børn 3 børn
Tal á børnum við breki, sum ikki kunna verða í vanligum barnagarði: 10 børn 7 børn 3 børn     1 barn

Aftur her skal viðmerkjast at hetta eru børn, sum Almannastovan hevur  samband við.

  vinarliga Karin og Ragnhild

-----Oprindelig meddelelse-----
> Fra: Maria Jacobsen
> Sendt: 7. mars 2000 11:53
> Til: Ragnhild Dahl
> Emne: SV:

Túsund takk. Hava tit møguleika fyri eisini at bólka børnini í   diagnosubólkar, soleiðis at man fær gjørt sær nakrar tankar um, um grundarlag er fyri serdagstovnum og í hvønn mun børnini kunnu vera í  vanligum dagstovnum við eykanormering. Eisini uppá øki.

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Ragnhild Dahl
Sendt: 3. mars 2000 12.25
Til: Maria Jacobsen
Cc: Eyðvør Mortensen
Emne: SV:

Børn við serligum tørvi undir skúlaaldur, sum Karin og Ragnhild vita  um og hava samband við :

Eysturoy Streymoy Norðoyggjar Suðuroy Sandoy Vágoy Tilsamans
25 17 4 4 3 4 57

Samstundis eru vit eisini vitandi um at tað eru børn, bæði í  Klaksvík og Tórshavn, sum vit ikki hava samband við.

Karin og Ragnhild

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Maria Jacobsen
Sendt: 2. mars 2000 21:39
Til: Eyðvør Mortensen
Cc: Karin á Heygum; Ragnhild Dahl; Sigrun Bærentsen
Emne: VS: 

Kunnu tit hjálpa til við hesum - skjótast til ber.