Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

29 Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal U

TÓRSHAVNAR KOMMUNA

Sosiala deild
Postboks 32, FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 51 60, Fax 31 48 60

 

Til Almanna- og heilsustýrið Tann 09032000
J. nr. 9902824-6 SG
Málsv. EJ

 

  

 

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.

Sosiala nevnd býráðsins hevur á fundi tann 29. februar 2000 viðgjørt uppskotið til løgtingslóg frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu frá 8. februar 2000 um dagstovnar og dagrøkt.

Vísandi til viðmerkingarnar, sum áður eru latnar almanna- og heilsumálastýrinum, kann ein meiriluti í nevndin taka undir við fyriliggjandi uppskoti, tó við teirri viðmerking, at møguleikin fyri royndarvirksemi, sum var við í upprunauppskotinum, átti at verið tikin við aftur.

Minnilutin Ingi Mohr tekur ikki undir við uppskotinum vegna fíggjarligu avleiðingarnar, hetta fær fyri Tórshavnar kommunu.

 

Vinarliga

n.v.

 

Elin Lindenskov
forkvinna

/

Eyðun Jensen
skrivari