Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

29 Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal Q

Fra: Annfinn Brekkstein [mailto:abv@post.olivant.fo]
Sendt: 6. mars 2000 13.24
Til: sjuras@logting.fo
Emne: Kirkjubøar Kommun ynskir fund við trivnaðaranevndina.

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøktir.

Kirkjubøar Kommuna fer við hesum at heita á trivnaðaranevndina, um at boða Kirkjubøar Kommunu til fundar, so vit fáa høvi at greiða nevndini frá, støðu okkara til uppskotið. Vit hava miðvíst uppbygt barnaansingina í sóknini, út frá fortreytum sum er (var) galdandi á økinum. Uppskotið rakar kommunu sera meint, og vandi er fyri at alt sum er bygdt upp í 10 ár fer fyri bakka.


Vinaliga

Annfinn Brekkstein, form.
Tlf. 215800-328058

 

Til Trivnaðaranevndina.

 

Viðvíkjandi: viðmerking til uppskot um álit um skipan av barnaansingarøkinum

Undirritaða kommuna loyvir sær við hesum, at gera nakrar viðmerkingar til álitið um skipan av barnaansingarøkinum, sum skilst skal setast í verk longu 1. apríl 2000.

Fyrst vilja vit gera greitt, at Kirkjubøar Kommuna ikki er ímóti gongdini móti størri kommunalum avgerðar- og ábyrgdarbýti. Vit vilja tó vísa á ávísa misnøgd við tann framferðarhátt, sum landsstýriskvinnan ætlar at nýta í samband við nýggju broytingarnar á barnaansingarøkinum.

Barnaansingin í Kirkjubøar Kommunu hevur verið raðfest ovaliga - um ikki ovast. Bygdaráðið og borgararnir eru í dag sera fegnir um tey tiltøk, sum kommunan saman við landsstýrinum og foreldrunum hevur megnað at gjøgnumført á hesum umráðnum. Hugsanin hevur verið, at tryggar og skipaðar umstøður hjá børnunum eru fyrsta treyt fyri, at familjan skal trívast.

Tað skal ikki krógvast burtur, at uttan stuðul frá landskassanum hevði kommunan ikki megna at boðið foreldrunum barnaansing á so forsvarligum støðið sum í dag.

Kirkjubøar Kommuna vil heita á trivnaðaranevndina, at umhugsa broytingarnar á barnaansingarøkinum enn einaferð. Her verður partvíst hugsað um býtið millum kommunurnar av landskassans parti av fíggjarligu útreiðslunum og partvíst um tann stóra skund landsstýriskvinnan tykist at hava.

Kirkjubøar Kommuna hevur sera ilt við at skilja logikkin í býtinum, millum tær einstøku kommunurnar, av landskassans partið av útreiðslunum til barnaansing. Nevndin skýtir í álitinum upp, at burturbeina útreiðslurnar kommunurnar hava av lógini um býtið av almannaútreiðslum og ístaðin geva kommununum alla ábyrgdina av barnaansingarøkinum. Trupulleikin er bara, at hóast inntøkan hjá landskassanum samabært lógini um býtið av almennaútreiðslum samsvarar við útreiðslurnar hjá landskassanum til barnaansing, so er, fyri tað einstøku kommununa, als einki samband millum útreiðslur sambart lógini um býtið av almennaútreiðslum og inntøkur frá landskassanum av barnaansingarskipanini. Hetta roknistykkið ger, at okkara kommuna fær ein rættuligan smeit, orsakað av, at vit hava raðfest barnaansingarøkið so ovarliga samstundis, sum tann geografiska plaseringin í miðstaðarøkinum ger, at vit ikki hava sama aldursbýtið í fólkinum, sum útjaðarin og tískil lutfalsliga fáar útreiðslur sambært lógini um almannaútreiðslur.

Hevði tað ikki verið rímiligt, um kommunan fekk eitt ávíst áramál (hugtakið skiftistíð kennast vit øll við), at tillaga seg til nýggju skipanina, tá hugsað verður um, at so mikið sum áleið 20 % av samlaðu fíggjarorkunum hjá kommununi verður skryktur undan frá degi til dags?

Verða broytingarnar á barnaansingarøkinum gjøgnumførdar sum ætlað, merkir hetta fyri okkara kommunu, at øll menning á barnaansingarøkinum má steðga – tað verður ein spurningur um, at halda skipanini á einum absoluttum minstamarki. Ætlaðar útbyggingar vegna plásstrot og nøktan av vaksandi barnaansingartørvi verða ikki møguligar at gjøgnumføra í bræði.

Nú kann henda viðmerking kanska tykjast í so sein á sjóvarfallinum, og førast kann eisini fram, at kommunan hevur verið umboðað, av Føroya kommunufelag, í nevndini, sum hevur gjørt nýggja álitið um skipan av barnaansingarøkinum. Henda okkara umboðan hevur í hesum førinum verið meiri til mein enn til gagns, sum heldur ikki er óvæntað, tá havt verður í huga, at meginparturin av kommunum í Føroya Kommunufelag, antin ikki hava havt tørv á barnsansingarskipanum ella hava raðfest hesar niðarliga.

Spurningurin um landskassans útreiðslur til barnaansingina skulu býtast millum kommurnar eftir tørvi, sum higartil hevur verið siðvenja ella eftir onkrum øðrum prinsippi, sum t.d. fólkatali, hevur verið nógv umrøddur. Vit eru tó av tí áskoðan, at peningurin eigur at verða veittur eftir tørvi, sum vanligt er við øðrum útreiðslum á almannaumráðnum. Verða kommunurnar heilt sleptar upp á fjáll í hesum málið, er víst, at standardurin á økinum verður dalandi og sera ójavnur millum kommunur.

Vit vóna, at trivnaðaranevndin tekur atlit til okkara sjónarmið, tá avgerðin skal takast. Fyri kommununa hevði tað verið ein stórur fyrimunur, um ein felags ætlan hevði verið gjørd fyri tey øki, kommunan skal yvirtaka.

 

Blíðar heilsanir


Kirkjubøar Kommuna

Annfinn Brekkstein, form.