Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

29 Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal P

Latið nevndini 06.03.2000

 

Viðvíkjandi uppskoti til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøktir.

 Vit eru ein bólkur av foreldrum úti í Nólsoy, sum eru ónøgd við tann hátt, sum kommunan hevur handfarið barnaansingarøkið her á staðnum. Vit hava tí ikki hildið tað vera ráðiligt at nýta dagstovnin hjá Nólsoyar Kommunu, hóast pláss væl er fyri tí.

Dagstovnurin í Nólsoy er ikki góðkendur av landstýrismanninum í almanna- og heilsumálum 1) .

Kommunan fíggjar allan raksturin, tó ikki foreldragjaldið. Eingin námsfrøðingur arbeiðir á stovninum og heldur eingin, sum framanundan hevur munandi royndir frá arbeiði á øðrum dagstovni. Eitt av starvsfólkunum hevur tó verið 14 dagar í avloysarastarvi á einum stovni í Tórshavn. Talan er sostatt um eina parkering fyri minimalan kostnað og ikki um nakra dygdargóða ella mennandi ansing. Børn frá 0 til 9 ár eru øll saman í einum rúmi og tað er eingin uppbíting gjørd ímillum vøggustovu, barnagarð og frískúla.

Viðmerkingar okkara til uppskotið eru hesar :

  1. Lógaruppskotið førir ikki við sær at dygdin fyri ansingina á dagstovninum í Nólsoy verður á einum slíkum støði, at vit kunnu lata børn okkara verða ansaði har.
  2. Kommunurnar skulu fáa álagt sum skyldu at útvega øllum børnum eitt ansiningarpláss innan eina ávísa freist (t.d. 4 mánaðir).

Øll okkara grannalond gerða sítt ítasta til, at :

    1. Góðskan
    2. Atgeingið

til ansingarpláss eru á so høgum støði sum gjørligt. Orsøkin til tess eru tvær :

1) Trivnaður
2) Kappingarføri

Eru góðskan og atgeingið til ansingarpláss í lagi, verður lættari er at fáa dugnaliga arbeiðsorku at flyta til. Og tað økir bæði um trivnaðin og kappingarførið hjá samfelagnum sum heild. Sama er galdandi innanlands í Føroyum. Pedagogar vilja heldur arbeiða á dagstovnunum í miðstaðarøkinum og útjaðarin verður at tapa. Góðskan á stovnunum í útjaðaranum verður verri og tað verður minni áhugavert hjá barnafamiljum at búgva í útjaðaranum í Føroyum. Útjaðarin í Føroyum hvørki er ella verður kappingarførur á barnaansingarøkinum, um hetta ikki verður tryggjað betur enn við fyrilyggjandi lógaruppskoti. Góðska og støði annars eigur at verða eins í øllum landinum so sum viðmerkingarnar til uppskotið siga.


Viðmerkingar til einstøku greinirnar í lógaruppskotinum :

 

§ 8 stk. 1. : Tað eigur at verða álagt kommuni at lýsa leiðarastarvið leyst í føroysku bløðunum. Hetta eigur at standa í sjálvum lógartekstinum so at eingin ivi skal verða. (Sjá annars norsku reglurnar hesum viðvíkjandi [Í norsku lógini § 19. Utlysning av stillinger ])

§ 8 stk. 2. : Eingin meining er í, at kommunan gevur sær sjálvari undantak frá § 8 stk. 1. Skal undantak gerast, eigur tað at verða givið av øðrum myndugleika. Hóskandi kundi verið at landstýrismaðurin gevur undantak og at landstýrismaðurin bert fær heimild at geva undantak fyri styttri tíðarskeið á gangin. Vit skjóta upp 8-10 mánaðir. Treytin fyri at fáa undantak skal vera at kommunan staðiliga hevur roynt at fáa námsfrøðing til leiðarastarvið smb. Viðmerkingarnar til § 8 stk. 1.

Um so er, at undantak verður givið, so skal onnur pedagokisk vegleiðing (supervisión) vera til steðar í tí dagliga. Hetta kann t.d. vera sum samstarv við grannakommunur. Fyri dagstovnin í Nólsoy kundi hóskandi fingist samstarv við Tórshavnar Kommunu soleiðis at henda lænti ein pedagog til Nólsoyar nakrar dagar um vikuna.

Tað eigur ikki at verða møguligt at fáa undantak frá § 8 stk. 1 tá fleiri enn 8 børn eru á dagstovninum.

Annars meta vit, onga forðing verða fyri at gera slíkar ásetingar í lóg (faklig krøv), hóast almennar ásetingar eru viðvíkjandi starvssetan eftir kommunulógini. Kommunulógin gevur yvurskipaðar karmar fyri virksemið hjá kommununum, har annað ikki er ásett í serlóggávu. Lógin um dagstovnar og dagrøkt er er serlóggáva, sum bert er galdandi fyri nevnda øki og vinnur tí yvur kommunulógini í hesum føri.

§ 10 stk.1 : Eingin meining er í, at kommunan hevur eftirlit við sínum egna stovni. Smb. § 8 stk.1 setur kommunan leiðaran og hevur harvið fult "instruktiónsbeføjilsi" yvir leiðara og stovni. Kommunan hevur tá allar heimildir, sum skulu til fyri at eftirkanna øll viðurskifti á stovninum.

Fyri, at kunna fremja eitt munagott eftirlit er neyðugt at eftirlitið hevur førleikan, sum skal til fyri at fremja eitt munagott eftirlit. Eftir okkara meting eru tað bert størru kommunurnar, sum møguliga hava henda førleika.

Tí skjóta vit upp, at landsstýrismaðurin einsamallur hevur eftirlit við dagstovnum og dagrøktum, og at hetta skal verða galdandi bæði fyri kommunalar stovnar og sjálvsognarstovnar.

Annars halda vit tað vera ivasamt um ein lítil kommuna sum Nólsoyar kommuna er før fyri at umsita ein dagstovn. Víst verður til hjáløgdu skjøl, sum vísa samskiftið hjá kommununi mótvegis dagrøktarmammu í bygdini har henda verður skuldsett fyri líkt og ólíkt og uttan at kommunan hevur nakra heimild at viðgera málið.


28/2 - 2000 Foreldrabólkurin úr Nólsoy.

1) Í viðmerkingunum til nýggja lógaruppskotið undir punktinum "Umsitingarligar avleiðingar" sigur landstýrismaðurin í almannamálum : " Sambært galdandi barnaforsorgarlóg skulu allir dagstovnar o.l. stovnsetast av landstýrismaninum. Hjáløgdu skjøl vísa, at landstýrismaðurin hevði aðra støðu tá kæran hjá Brynjálvi Jacobsen, bygdaráðslimi úr Nólsoy varð viðgjørd.

Skjøl:

1. Skriv til Løgmansskrivstovuna 19.08.1999 frá Brynjálvi Jacobsenm næstformanni í Nólsoyar bygdaráð.
2. Skriv til Agnethu Thomsen 29.09.1999 frá Nósloyar kommunu, undirritaða av Leo Poulsen, bygdarráðslimi/skrivara.
3. Skriv til Nólsoyar kommunu 30.09.1999 frá Agnetu Jacobsen.
4. Skriv til Nólsoyar kommunu 06.10.1999 frá Løgmansskrivstovuni, Rúna Joensen.