Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal Ø

Innkomið 28.03.2000

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Føroya Pedagogfelag [mailto:pedagog@pedagogfelag.fo]
Sendt: 28. mars 2000 17.01
Til: sjuras@logting.fo
Emne: til kunningar

Eg sendi til tykkara kunning avrit av 2 brøvum, sum eg havi sent til AHS, eg havi einki svar fingið upp á hesi brøv. Eg vil hervið vísa á, at eg ikki er samd við AHS um mannagongdina, um at seta ein arbeiðsbólk, áðrenn lógin er samtykt, og ei heldur vil eg nokta at vera við í einum arbeiðsbólki, um so er at tað verður niðurstøðan.

Vinarliga Carita Björklund

 

Tórshavn 28/02-2000

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
Almanna- og Heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

 

Viðv. arbeiðsbólkinum, sum settur er í samband við uppskot til lóg um dagstovnar og dagrøkt.

Vit hava sum kunnugt fingið fráboðan um umboðan í nevnda arbeiðsbólki, har 1. fundur er ásettur til 29/02-2000 kl. 13.00.

Sum vit skilja fráboðan tykkara, so er arbeiðsbólkurin settur vísandi til grein 3 stk. 3 í lógaruppskotinum um lóg um dagstovnar og dagrøkt.

Sum kunnugt hevur lógaruppskotið ikki gildi sum lóg fyrr enn uppskotið er samtykt av Løgtinginum, og tí skilja vit ikki rættiliga hvussu tað ber til, at Almanna- og Heilsumálastýrið kann brúka eitt lógaruppskot sum heimild at seta arbeiðsbólk.

Vit fara tí at heita á tykkum um vinarliga at boða okkum frá, um tað eftir tykkara meting er rætt at seta arbeiðsbólk við heimild í lóg, sum ikki er liðugt viðgjørd í Løgtinginum og enn minni er samtykt og sett í gildi.

Ella havi eg kanska av misgáum ikki fingið boð um, at hesin fundur er avlýstur. 

Vinarliga 

Føroya Pedagogfelag

Sent yvir telefaks og sum vanligt bræv

 

Tórshavn 3.mars 2000

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
Almanna- og Heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

Vísandi til skriv okkara dagf.28.2.2000 viðv. arbeiðsbólkinum, sum Almanna- og heilsumálastýrið hevur sett í samband við uppskot til lóg um dagstovnar og dagrøkt.

Hetta skriv er framhald av omanfyrinevnda skrivi mínum.

Eg vil hervið siga frá, at eg boðaði frá mínari luttøku í arbeiðsbólkinum tann 10.febr - Tá varð ikki greitt nær lógaruppskotið bleiv lagt fyri tingið.

Eftir at hava sæð lógaruppskotið og tær viðmerkingar sum eru, fer felagið at framføra síni sjónarmið á fundi við trivnaðarnevnd løgtingsins við vón um at lógaruppskotið verður broytt samsvarandi ynskjum okkara.

Vit vilja tó boða frá, at felag okkara sjálvsagt vil vera við í arbeiðsbólkum, sum skulu arbeiða við spurningum innan felagsins økið.

Hetta eru einfalt grundgevingar mínar fyri, at eg ikki møtti á fundi í arbeiðsbólkinum tann 29.2.2000.

Vinarliga 

Carita Björklund, form.