Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

29 Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal O

Latið nevndini 04.03.2000

 

Tórshavn 3.mars 2000

 

Trivnaðarnevndin.

Hervið senda vit tykkum í trivnaðarnevndini, teir spurningar felagið ynskir at framføra á ásetta fundinum við tykkum týsdagin 7.mars – kl. 9.45

Felagið hevur sent nógvar aðrar viðmerkingar til sjálvt lógaruppskotið, men tá bert ein tími er avsettur til okkara, hava vit valt at nema við tey týdningarmestu málini - raðfest soleiðis:

1. Samráðingarrætturin

2. Minimums normeringslykil í sjálva lógina

3. Námsfrøðiligu stevnumiðini

4. At settur verður pedagogiskur ráðgevi.

 

Ad.1 Samráðingarrætturin

Felagið leggur stóran dent á, at hetta verður staðfest í sjálvari lógini.

Spurningurin um samráðingarrættin var frammi til 1. viðgerð, har fyrispurningur varð settur Helenu Dam á Neystabø um samráðingarrættin – har hon svaraði, at ætlanin var, at Fíggjarmálastýrið framvegis skal hava samráðingarrættin.

 

Ad.2 Minimums normeringslykil í sjálva lógina.

Er endamálið at gera eina góða barnagarðslóg, so eigur útbúgvið starvsfólk at verða sett. Sum minsta mark má núgaldandi normeringslykil staðfestast í sjálvari lógini / Gr.8

Viðm.: Vit vilja vísa á, at Tórshavnar Býráð, sum hevur teir flestu barnagarðarnar - í sínum viðmerkingum til lógina eisini er av somu áskoðan. –  T.Býráð viðmerkir, at einki er nevnt í lógini hvørki um normering av starvsfólki í mun til barnatali - ei heldur nakað um samráðingarrættin við Føroya Pedagogfelag.

 

Ad.3 Námsfrøðiligu stevnumiðini.

Tað rættasta er, at sjálv lógin ásetir tey námsfrøðiligu stevnumiðini og virksemi, fyri at tryggja at stevnumiðið ikki verður broytt við evt. reglugerð/kunning alt eftir hvør landsstýrismaður umsitir málsøki.

Okkara uppskot til orðing av § 3,stk.3 er soljóðandi:

Viðm.: Um hetta ikki verður samtykt at seta í lógina og arbeiðsbólkur ístaðin verður settur at orða námsfrøðiligu stevnumiðini og virksemi - vil felagið vísa á, at alneyðugt er at umboðini í slíkum arbeiðsbólki verða fakfólk við fakligum førleika.

 

Ad.4 At settur verður pedagogiskur ráðgevi.

Í viðmerkingunum undir fíggjarligar avleiðingar stendur: Mett verður tó, at landið setir pening av til eftirlit og ráðgevandi uppgávur, sum álagdar eru Almanna- og Heilsumálastýrinum samb. hesum uppskoti.

Okkara uppskot er, at tað eigur ikki at metast um tørvin á ráðgeving – her eigur at staðfestast í lógini, at pedagogiskur ráðgevi verður settur.

Stutt viðmerking: Felagið hevur gjørt vart við at dagrøktin ikki eigur at verða umfatað av hesi lóg, grundað á, at barnagarðar og dagrøktir ikki eru samanbærilig. Allar tær viðmerkingar felagið hevur framført eru um barnagarðar o.l.

Ein rætting: Tað stendur at viðmerkingar til lógina eru frá Føroya Lærarafelag.

Tað er ikki rætt, tær eru frá Føroya Læraraskúla.

 

 Føroya Pedagogfelag