Barnagarðslóg


Skjal M

 

 

Advokatfelagið við Strond 4 DÁNJAL MAGNUSSEN
advokatur
TORMÓÐUR DJURHUUS
advokatur
JÓGVAN P. LASSEN
advokatur
PETUR EVEN DJURHUUS
advokatur
JÓGVAN E. ELLEFSEN
advokatur
ANNA DAM
advokatur
INGI HØJGAARD
advokatur

Tórshavnar Býráð
att: Jens Marius Poulsen
Vaglið
100 Tórshavn


Tórshavn, 29. februar 2000
JPL/tdl j.nr. 59902

 

 

 

Viðv.: Uppskoti til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.

 

Vísandi til fyrispurning tykkara í samband við starvsfólka viðurskiftir, herundir serliga við atliti til uppskotið § 8 – um setan av fólki – samanhildið við skipanina hjá føroysku kommununum, sambært kommunulóguni, skal undirritaði geva hesa frágreiðing.

Sambært løgtingslóg nr. 45 um føroysku kommunurnar frá 1972 við seinri broytingum, so er har ásett í § 25, 2. petti "at formaðurin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu umsitingini", og merkir hetta, sambært teori og praksis, at býráðsformaðurin er ovasti embætismaður í kommununi, og hevur soleiðis einsamallur ábyrgdina av hvussu umsitingin virkar.

Hann skal undir verandi viðurskiftum og sambært teimum fíggjarligu heimildum, sum játtaðar eru, tryggja, at býráðið og tess nevndir viðgera mál, og verða umsitin á ein tryggan hátt, umframt syrgja fyri, at tær tiknu avgerðirnar verða settar í gildi sum ætlað.

Hann kann soleiðis í øllum viðurskiftum áleggja starvsfólki – heilt frá lærlingi og til kommunuskrivara – at útinna tær avgerðir, sum tiknar eru, og sum býráðið hevur skyldu til at fáa gjørdar.

Í hesum sambandi hava starvsfólkaviðurskiftir serligan týdning, og sambært donsku kommunulóguni er beinleiðis ásett, at fíggjarnevndin hjá kommununi er " Personaleudvalg", ið merkir, at í princippinum allar starvssetanir og uppsagnir skulu um fíggjarnevndina, uttan so, at talan er um teir hægstu embætismennirnar, har teirra viðurskiftir skulu avgerast av samlaða býráðnum.

Orsøkin í hesum sambandi er tann, at ábyrgdin fyri gerðir starvsfólk býráðsins, er hjá býráðnum, og at borgarstjórin, sum hægsti embætismaður, má hava hond í hanka við hvat hendir, vísandi til, at hann sum arbeiðsgevari, hevur ábyrgd av teimum tænastum, sum býráðið útinnir.

Hesi viðurskiftir eru eisini galdandi fyri stovnar býráðsins, t.v.s. fyri Tórshavnar Havn, Brandstøðina, Teknisku deild v.m., men er mannagongdin her tann, at tær nevndir, sum umsita viðkomandi øki, innstilla umsøkjarar í samband við setan av starvi, eins og nevndirnar eisini í ávísan mun ummæla ávísar uppsagnir, men er ábyrgdin altíð í síðsta enda hjá býráðsformanninum, og hvat viðvíkur Tórshavnar Býráð saman við fíggjarnevndini, sum eisini virkar sum starvsfólkanevnd.

Eisini hevur henda skipan týdning, vísandi til at setan og uppsøgn av fólki er ein umsitingarlig avgerð, sum er undirgivin lóg um almenna umsiting, og tí skal fylgja ávísum reglum, soleiðis at starvsfólkið hevur trygd fyri, at viðurskiftini, t.v.s. bæði setan og uppsøgn, eru viðgjørd eftir teimum rætningslinjum, og við atliti at rættartrygd hjá viðkomandi.

Vísandi til omanfyri standandi, er tað tí ein sera víttfevnandi broyting, sum skotin verður upp í omanfyri nevnda lógaruppskoti § 8, stk. 3, har ásett verður, at "leiðarin setur onnur fólk í starv".

Hetta kemur at merkja, at hóast kommunan hevur ábyrgd fyri virksemi starvsfólksins, t.v.s. bæði viðvíkjandi ansing, skaðagerandi atgerðum, ella misbrúki av børnum av einumhvørjum slag, og sostatt kann koma í endurgjald í tí sambandi, so hevur kommunan ongan møguleika fyri, hóast ábyrgdarhavandi, at taka avgerð um setanarviðurskiftir hjá viðkomandi.

Lógin er eisini illa orðað, tá einki verður nevnt um hvør sigur fólki úr starvi, og kann ein tí freistast til at tulka reglurnar soleiðis, at leigararin setir, meðan býráðið – (Fíggjarnevndin) – sigur upp.

Skal skil vera á viðurskiftunum, má starvsfólkið eisini setast av kommununi – eins og tað nú verður gjørt – eftir innstilling frá leiðaranum.

Vísandi til omanfyri standandi, er tí mín niðurstøða, at nevndi § 8, stk. 3 ikki er samsvarandi princippinum um kommunala fyrisiting ella fyrisiting yvirhøvur, vísandi til, at heimild og ábyrgd í hesum føri ikki fylgjast at.

Vísandi til omanfyri standandi, meti eg at hava svarað fyrispurningi tykkara.

 

Virðingarmest

Jógvan P. Lassen, adv.