Notat frá kommunufelagnum


Skjal L

 

FØROYA KOMMUNUFELAG


P.o.Box 73 · FR-600 Saltangará · Føroyar
Tlf: (+298) 447600 · Fax: (+298) 448208 · E-mail: fkf@post.olivant.fo
Journr: 97-30-10 Dato: 29-02-00

Til Trivnaðarnevndina.

 

Tann vanliga reglan í verandi kommunulóg er, at kommunan skal hava eina starvsfólkareglugerð, sum sigur hvørji rættindi og skyldur komunalu starvsfólkini hava. Hendan mannagondin er eisini fylgd í uppskotinum til nýggja kommunustýrislóg.

Í uppskotinum til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt verður í §8 vikið frá hesi grundregluni, tí her verður tað við lóg ásett, at tað er leiðarin einsamallur, sum setur fólk í starv. Leiðarin fyri barnarøktina fær hervið størri heimild enn skúlastjórin, sum ikki hevur heimild at seta fólk í starv.

Felagsins áskoðan er at starvsfólkini í barnansingini eiga at koma undir tær vanligu reglurnar, sum eru galdandi fyri kommunal starvsfólk sambært núverandi kommunulóg og uppskotinum til kommunustýrislóg.

 

Úr uppskotinum til nýggja kommunustýrislógini:

§5. Stk. 4. Kommunustýrið skipar kommunalu umsitingina og skal áseta nágreiniligari reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan.

 

§ 38. Fíggjarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av málum, ið víðvíkja kassa- og roknskaparverki og lønar- og starvsfólkaviðurskiftum kommununar. Borgarstjórin er nevndarformaður.

 

Úr uppskotinum til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt:

§ 8. Til tess at røkja tað dagliga arbeiðið, setir kommunan ein leiðara fyri dagstovnin ella dagrøktarskipanina við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðari fyri sjálvsognarstovn verður settur av nevndini fyri stovnin.

Stk. 2 Í serligum førum kann kommunan víkja frá kravinum um, at leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving.

Stk. 3. Leiðarin setir onnur fólk í starv.