Mótmæli frá Pedagogfelagnum


Skjal J

 

 

Tórshavn 25/02-2000

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna
Almanna- og Heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

 

 

 

Viðv. uppskotinum til nýggja barnagarðslóg.

Í framhaldi av samskifti okkara, har vit fleiri ferðir hava víst á ónøgd okkara um, at vit ikki hava verið við til at tilevna lógaruppskotið, hóast Føroya Pedagogfelag longu í 1994 hevur undirskrivað avtalu við Føroya Landsstýri – sí hjáløgdu avtalu - um at Føroya Pedagogfelag fær umboð í møguligar nevndir/arbeiðsbólkar, sum verða settar at gera broytingar viðvíkjandi bygnaði v.m. innan øki pedagogfelagsins.

Sama ár varð somuleiðis avtala gjørd partanna millum - sí hjáløgdu avtalu - at í samband við broytingar av normeringum, skal Føroya Landsstýri samráðast við Føroya Pedagogfelag, um nær og hvussu størvini skulu setast.

Sum tær kunnugt, hevur Føroya Pedagogfelag hvørki fingið umboð í nevndina/ arbeiðsbólkin, sum hevur arbeitt við uppskotinum til nýggja barnagarðslóg - ei heldur hava nakrar samráðingar verið um broyttar normeringar ella starvsviðurskifti annars, hóast avleiðingin av ætlaða nýggju lógini fer at verða munandi broytingar í normeringum og starvsviðurskiftum annars hjá limum okkara.

Vit skulu tí við hesum boðað frá, at her er talan um brot á galdandi seravtalu, og vit skulu somuleiðis gera vart við, at um núgaldandi normeringsásetingar ikki - sum minsta mark - verða ásettar í lógini, fer felagið víðari við málinum.

Vit vóna at Almanna- og Heilsumálastýrið er sinnað at halda gjørdar avtalur, og vænta tí at frætta aftur.

 

Avrit av hesum skrivi er sent Trivnaðarnevnd løgtingsins.

 

Vinarliga
n.v.
Carita Björklund, form.

 

Skjal:

Úrrit úr sáttmála dagfestur 1. februar 1994 millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri.

........

2. Partarnir eru samdir um, at Føroya Pedagogfelag fær umboð í møguligar nevndir/arbeiðsbólar, sum verða settar at gera broytingar viðvíkjandi bygnaði v.m. innan øki pedagogfelagsins.

3. Partarnir eru samdir um í felag at umrøða høvuðsreglur um starvsfólkapolitikk, útbúgvingarpolitikk og leiðsluhættir v.m. innan øki pedagogfelagsins. Arbeiði skal byrja í seinasta lagi 1. apr. 1994.

4. Í samband við broytingar av normeringum, skal Føroya Landsstýri samráðast við Føroya Pedagogfelag, um nær og hvussu størvini skulu setast.

.......