Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal E

Latið nevndini 21.02.2000

 

 

Tórshavn 16/02-2000

Til formannin í Trivnaðarnevndini
Páll á Reynatúgvu

 

Viðv. ætlaðu føroysku barnagarðslóggávu.

Felagið fer við hesum at heita á Trivnaðarnevndini, um at boða felag okkara til fundar, so at vit fáa høvi at leggja fram sjónarmið okkara í samband við ætlaðu barnagarðs-lóggávu.

Felagið fegnast um, at lóg fyri barnagarðsøkið er á veg, tó halda vit sum áður framført, at tað er sera óheppi at tengja hesa lóggávu saman við ætlanum um, at leggja hetta ábyrgdarøkið út til kommunurnar.

Hetta er so ein politisk avgerð, sum vit ikki vilja fara nærri inn á, men leggja dent á nøkur viðurskifti, sum kundi verið betri í ætlaðu lóggávu.

Felagið heldur sum eisini nevnt fleiri ferðir, at tað eigur at standa í lógini hvørji starvsfólk skulu arbeiða í barnagørðunum. Tað eigur at bera til at nevna, at tann normeringslykil, sum er og hevur verið brúktur av Almannastovuna í eitt áramál verður minstakravið í hesi lóggávu. Í hesum sambandið vil felagið vísa á eina avtalu, sum er gjørd millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Landsstýri, sum sigur at í samband við broytingar av normeringum skal Føroya Landsstýri samráðast við Føroya Pedagogfelag.

Viðvíkjandi samráðingarrættinum heldur felagið at hetta eigur at standa í sjálvari lógini. Her vil felagið vísa á eina avtalu millum Føroya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag 23. februar 1993.

Eisini loyvir felagið sær at kunna um sakarmálið um samráðingarrættin, sum Føroya Landsstýri hevði mótvegis ávísum kommunum. Hetta mál staðfesti samráðingarrættin hjá Føroya Landsstýri.

Stuttir viðmerkingar.

Felagið heldur, at tað átti at vera tvey ymisk lógaruppskot, eitt fyri barnagarðar og eitt fyri dagrøktini. Hesi økir eru ikki samanbærilig.

Í grein 5, átti børn við serligum tørvi at verið meira útdjúpað. 

Grein 9 er ikki nóg væl útgreinað og kann lættliga miskiljast. Her má havast í huga, at vit hava bæði sjálvsognarstovnar og kommunalir stovnar. Nevndin ella ráðið kann væl vera tað sama, tó við ymiskum heimildum.

Grein 10 um eftirlit. Her eigur meira nágreiniligari at standa, at kommunurnar eiga at hava tað fíggjarliga eftirlitið. Í greinini verður bert nevnt, at kommunan hevur eftirlitið og landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið.

Eitt annað sum ikki viðkemur hesi lóggávu, men sum felagið kortini vónar er við í aðrari lóggávu, er - vísandi til viðmerkingar til grein 2 um frítíðarklubbar og frítíðarvirksemi. Her hugsar felagið t.d. um "margarinfabrikkin". Í løtuni sær tað út sum hesin parturin ongan góðan hevur.

Vinarliga
f.v. 
Carita Björklund

Lagt við:

Úrrit úr avtaluni millum Føroya Pedegogfelag og Føroya Landsstýri, dagfest 23. februar 1993:

Pkt. 3.
Landsstýrið ásannar, at yrkisfelagið hevur samráðingarrættin viðvíkjandi øllum fakligum viðurskiftum hjá limunum.

og úrrit úr avtaluni millum Føroya Pedegogfelag og Føroya Landsstýri, dagfest 1. februar 1994:

Pkt. 2.
Partarnir eru samdir um, at Føroya Pedegogfelag fær umboð í møguligar nevndir/arbeiðsbólkar, sum verða settar at gera broytingar viðvíkjandi bygnaði v.m. innan øki pedegogfelagsins

Pkt. 4.
Í samband við broytingar av normeringum, skal Føroya Landsstýri samráðast við Føroya Pedagogfelag, um nær og hvussu størvini skulu setast.