Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal D

Innkomið 21.02.2000


Fra: jogvant@post.olivant.fo
Sendt: 21. februar 2000 00.19
Til: 'logting@logting.fo'; 'partu@post.olivant.fo'; 'sjuras@logting.fo'
Cc: 'jt@fse.fo'

Emne: Umbøn um fund viðv. nýggjari barnagarðslóg.

Trivnaðarnevndin
Føroya Løgting.
Att. Páll á Reynatúgvu, formaður.

 

Umbøn um fund viðvíkjandi uppskotinum til nýggja barnagarðslóg.

Vit eru ein bólkur av foreldrum úti í Nólsoy, sum eru sera ónøgd við tann hátt, sum kommunan hevur handfarið barnaansingarøkið her á staðnum. So ónøgd, at vit ikki hava kunna nýtt barnaansingarskipanina.

Um barnaansingina í Nólsoy er at siga, at henda 100 % verður fíggjað av kommuni. Hon er ikki góðkend av landstýriskvinnumi í almanna- og heilsumálum. Eingin pedagogur arbeiðir har og heldur eingin, sum hevur royndir frá slíkum arbeiði frammanundan Talan er við øðrum orðum um eina parkering fyri minimalan kostnað og ikki um nakra dygdargóða ella mennandi ansing.

Vit halda at ein pedagogur skal verða leiðari á stovninum og at tað ikki eigur at verða møguleiki fyri at víkja frá hesum kravinum uttan so at onnur daglig pedagogisk supervisión er til staðar. Í okkara føri kundi hetta minsta kravið verið framt antin :

Við at kommunan gjørdi eina veruliga roynd at fáa ein pedagog og lýsti leiðarastarvið leyst í bløðunum.

Ella sum :

Eitt skipað samstarv við Tórshavnar Kommunu, sum lænti okkum ein pedagog nakrar dagar um vikuna.

Vísandi til omanfyristandandi vilja vit biðja trivnaðarnevndina um fund, har vit fáa høvi at koma og greiða frá okkara sjónarmiðjum. Vit vænta at verða 3 umboð.

Vinarliga heilsan 

Vegna foreldrabólkin í Nólsoy,
Jógvan Thomsen t-post . jt@fse.fo tlf 327 141 ella 316020 ella 21 60 50