Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal C

Innkomið 18.02.2000


Trivnaðarnevndin
Tilsk. Páll á Reynatúgvu
100 Tórshavn

 

Umbøn, viðvíkjandi at verða hoyrd, í samband við gerð  av barnagarðslóg.


Vegna bólkin av leiðarum á dagstovnum, vil undirritaði seta eina umbøn fram um, at vit verða hoyrd , nú málið er beint  í trivnaðarnevndina.

Eins aðrir bólkar, ið vóru hoyrdir, tá málið var fyri í Almanna- og Heilsustýrinum, var tíðarfreistin ógvuliga stutt, og somuleiðis var við teimum viðmerkingum, ið skuldi latast inn skrivliga. Har var tíðarfreistin nakrir tímar.

Vit hava serstakliga viðmerkingar til:

§ starvsfólkasamanseting.
§ um foreldraráð, fyri kommunalar stovnar.
§ at dagrøktir kunnu hhava opið alt samdøgrið og í vikuskiftum.
§ børn við serligum tørvi.
§ um foreldragjald

 

 

Tórshavn tann 16.2.2000

Vinaliga

vegna bólkin

 

Ása Egholm, leiðari (sign.)
Býlingshúsið Norðasta Horn
Granagøta  5
100  Tórshavn