Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal Æ

Innkomið 28.03.2000

 

Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaður
Eirargarður 2
100 Tórshavn

 Tórshavn, tann 28. mars 2000

Løgtingsins Trivnaðarnevnd
Løgtingsskrivstovan
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn

Almanna- og heilsumálastýrið hevur á ongan hátt ætlað at málborið seg ósømiliga mótvegis Trivnaðarnevndini í sambandi við viðgerð nevndarinnar av Barnagarðslógini.

Almanna- og heislumálastýrið fekk, tá ið fundurin tann 20. mars varð liðugur útflýggjað nakrar viðmerkingar, sum Trivnaðarnevdin hevði gjørt. Av tí, at tað ikki bar til at gera viðmerkingar til hetta skriv á fundinum, varð hetta gjørt í skrivinum, sum tygum heita á stýrið at taka aftur.

Metir Trivnaðarnevndin ikki, at viðmerkingar Almanna- og heilsumálastýrisins tæna sínum endamáli, verða tær við hesum tiknar aftur. 

Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaður