Nevndarskjøl trivnaðarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  29/1999

Uppskot til  løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt


Skjal Å

Innkomið 04.04.2000

 

Tórshavn 03/04-2000

 

 

 

Viðvíkjandi starvsfólkanormering.

Føroya Pedagogfelag hevur í uppskoti hesa starvsfólkanormering sum eitt minsta mark:

Eitt dømi: ein barnagarðstova við 21 børnum gevur 120 starvsfólkatímar ella 3 fulltíðar sett starvsfólk, herav 2/3 pedagogtímar og 1/3 hjálparfólkatímar.

Uppskotið um normeringum er gjørd út frá tí, sum er galdandi í dag. Tann normering, sum varð gjørd í 1993 er gjørd sum eitt minsta mark, tá ið tíðirnar vóru av tí ringasta í Føroyum.

Starvsfólkanormeringin er gjørd í mun til barnatalið, haraftrat er altíð ein leiðari settur at arbeiða fulla tíð.

Um barnagarðar hava longri opið enn vanligt, tí tørvur er á tíð, t.d. um børnini eru leingi á barnagørðum tí foreldrini arbeiða langt burturi, so verður í sovorðnum førum sett eyka starvsfólkatímar, somuleiðis um teir fysisku karmarnir ikki eru í lagi.

Umframt hesa normering, verður reingerðarfólk sett í mun til støddina á bbarnagarðinum og ofta verður eisini húsavørður settur.

Vinarliga

v.f.

 

Carita Björklund

 

Uppskotið er sent til AHS og trivnaðarnevndini til kunningar