Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  21/999

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum 

Skjal G

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Rúni Joensen [mailto:ruj@fl.fo]
Sendt: 12. januar 2000 14.30
Til: 'sjuras@logting.fo'
Emne:

Til kunningar verður sendur arbeiðssetningur hjá nevndini, ið skal endurskoða edv skrásetingarlóggávuna.

Vart verður gjørt við, at nevndin ikki hevur viðgjørt arbeiðssetningin. Roknast kann tí við smávegis broytingum í setninginum.

Heilsan
Rúni Joensen

Nevnd at endurskoða edv skrásetingarlóggávuna.

 

Í nevndini sita:

Turid Debes Hentze, advokatur – formaður
Ein edv kønur limur
Løgdeildin á Løgmansskrivstovuni er sekretariat hjá nevndini

Arbeiðssetningur 

Nevndin skal endurskoða:

Løgtingslóg nr. 62 frá 05.06.1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum
og Løgtingslóg nr. 107 frá 15.11.1984 um evnisskráir hjá privatum myndugleikum
(við seinni broytingum) og gera uppskot til nýggja lóggávu á økinum.
Nevndin skal miða eftir, at gera eina samlaða lóggávu á økinum, ið tekur støði í:

Nevndin skal í arbeiði sínum gjøgnumganga og meta um tað álitið, ið varð gjørt í 1993 um skrásetingarlóggávu, og skal gjøgnumganga og meta um tað arbeiðið, ið er gjørt umsitingarlig viðvíkjandi samanlegging av ymsum almennum skrásetingarstovnum (Partafelagsskráseting, tinglýsing, matrikulering, fólkayvirlit o.s.fr.).

Politisku málsetningarnir, sum nevndin skal arbeiða fyri, er at gera lóggávu:

Nevndin er ein trímannanevnd, sum fær ábyrgdina av at gera lógaruppskotið. Men nevndin skal í arbeiði sínum samskifta við fólk, ið hava serligan sakkunnleika á ymsu spurningunum í sambandi við skráseting. Landsstýrismaðurin sendir uppskotið til hoyringar hjá myndugleikum og feløgum, ið kunnu metast at hava serliga vitan og serligan áhuga í nýggjari skrásetingarlóggávu.

Tinganes 11-01-00
Høgni Hoydal
landsstýrismaður

/Rúni Joensen,
deildarstjóri