Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  21/999

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum 

Skjal F

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Rúni Joensen [mailto:ruj@fl.fo]
Sendt: 12. januar 2000 13.22
Til: 'sjuras@logting.fo'
Emne: VS: Svar til rættarnevndina

Hjálagt svar frá gjaldstovuni uppá spurning 1.

Heilsan
Rúni Joensen

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Leif Abrahamsen [mailto:Leif@gjaldstovan.fo]
Sendt: 12. januar 2000 10.59
Til: 'ruj@fl.fo'
Cc: Ingi Vestergaard; Leif Abrahamsen
Emne: Svar til rættarnevndina

Gjaldstovan er biðin um at svara:

1. Nevndin ynskir at fáa at vita hvørjar avleiðingarnar verða av, at vektavgjaldsskipanin verður verðandi á Gjaldsstovuni eftir somu skipan sum higartil ?

Svar:

Um einki verður gjørt, so verður støðan tann sama sum í dag. Ein ikki optimal loysn! 

Hvat liggur so í eini ikki optimalari loysn?

Ein persónur kærdi seg um ymsi vegskattaviðurskifti, og samarbeiðið millum Bileftirlitið (stytt BE) og Føroya Gjaldstovu (stytt FGJ):

"Í hesum teldutíðum kann tað tykjast óskiljandi, at samskiftið millum nevndu stovnar ikki er á einum hægri menningarstøði. Og tað mest náttúrliga var sjálvandi, at viðskiftafólk kundu avgreitt øll síni formligu viðurskifti, ið hava við eitt akfar at gera, á Bileftirlitinum"

Rætt er. Núverandi loysn er eitt kompromis millum BE og FGJ, sum stavar frá miðskeiðis í 80-unum, har hvør stovnur í sínum lagi vildi hava síni áhugamál uppfylt. Hetta viðførdi eina loysn við ógreiðum ábyrgdar- og heimildarbýti og eitt stórt grátt markamót, har báðir partar nýta nógva heilt óneyðuga tíð at greiða spurningar, sum ein eintýðugur bygnaður ikki hevur.

BE í dag skapar allar fyritreytir fyri útrokningini av vegskatti, tí stovnurin ger allar grundskrásetingar fyri ein bil. BE umsitur navnaupplýsingar t.e. hvør er eigari av bilinum. Somuleiðis umsitur BE alt samskifti við politivaldið, tá ið plátur skullu klippast og alt samskifti við T&S og tryggingina í sambandi við umskráseting. Sostatt er ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá BE at umsita stórsta partin av teimum viðurskiftum, sum eru partur av vegskattaumsitingini. Hinvegin, so hevur gjaldstovan bókhaldið fyri vegskatt og ábyrgist fyri hesum. T.v.s. úr einum stórum samanhangi er ein annar myndugleiki inn og tekur eitt petti úr allari vegskattaumsitingini. Hetta hongur sjálvandi ikki saman, serliga tá ið hugsað verður um, at gjaldstovan ikki av sínum eintingum kann gera nakrar broytingar, sjálvt um gjaldstovan veit, at alt ikki er heilt rætt t.d. um gjaldstovan er vitandi um, at eigaraskifti er farið fram. Deild ábyrgd er, tá ið tað kemur til skarpskeringar, tað sama sum eingin ábyrgd!

Ein umsiting á einum staði viðførir, at BE kann bjóða eitt nógv hægri   tænastustøði

 Samanumtikið:
Um skipanin ikki verður "flutt":

Leif 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Leif Abrahamsen
Sendt: 11. januar 2000 13.20
Til: Ingi Vestergaard
Emne: Nøkur stikkorð til viðm. frá rættarnevndini 

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Rúni Joensen [SMTP:ruj@fl.fo] mailto:[SMTP:ruj@fl.fo]
<mailto:[SMTP:ruj@fl.fo] <mailto:[SMTP:ruj@fl.fo]> >
Sendt: 11. januar 2000 09.39
Til: 'leif@fms-fl.fo'
Emne: VS: Fyrispurningur viðvíkjandi lm. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

Kæri Leif,

Eg fari at biðja teg um at svara mær spurningi nr. 1 frá Rættarnevndini.

Heilsan
Rúni