Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  21/999

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum 

Skjal D

Vinnumálastýrið Aðalskrivstovan

Tórshavn, tann 11. januar 2000
J.nr.: 640-45/99
(at tilskila í svari)
Viðgjørt:
Tygara skriv

Viðv. løgtingsmáli nr. 21/1999: Uppskot um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

Rættarnevndin hevur sett Finnboga Arge, landsstýrismanni í vinnumálum, henda fyrispurning:

Rættarnevndin hevur biðið undirritaða landsstýrismann um eina skrivliga útgreinan av, hvørjir møguleikar eru í ítøkiliga førinum at gera telduskipanir, sum byggja á aðra skipan enn p-talsskipanina, eitt nú nummarplátur.

Svar:

Bileftirlitið hevur egna navnaskrá til akfarsskránna, sum umfatar bæði nummarplátur og sýnsumsiting. Henda navnaskrá byggir á upplýsingar, givnar av einstaklingum, bilhandlarum og tryggingarfeløgum, og eru av hesari orsøk rættiliga ófullfíggjaðar og ikki eintýddar. Samstundis er tað henda skrá, sum í dag er grundarlagið undir vegskattakrøvunum, sum send verða borgarunum.

Tann gamla vegskattaskipanin hjá Gjaldstovuni (FGJ) kláraði ikki ár-2000 trupulleikan, og varð tí skift út við aðra skipan á nýggjárinum. Henda nýggja skipan er ment í Fíggjarskipan Landsins (FSL) og sum kunnugt verða allir aðrir skattir kravdir inn og bókaðir í FSL við støði í p-talinum, sum eintýddum lykli. Tað brýtur tí eisini við grundhugsjónina aftanfyri FSL, um vegskattaskipanin - sum einasta skrá, ið bókar í FSL - ikki kann nýta ein eintýddan skrásetingar-lykil, sum p-talið er.

Hetta førir eisini við sær eina munandi meira krevjandi og órationella arbeiðsgongd og eisini eina verri rættartrygd fyri borgaran. Vandi er fyri at vegskattakrøv framhaldandi vilja fara til skeivar persónar og eisini verða bókaði til skeivar persónar til stóran ampa fyri borgaran og tey, sum skulu umsita skipanina.

Um Bileftirlitið skal yvirtaka vegskattaumsitingina, er tað ein fyritreyt, at yvirtøkan og raksturin av skipanini verður so smidlig sum gjørligt. Hetta gerst bert, um p-talið verður knýtt at skipanini, sum ein eintýddur skrásetingarlykil. 

Tinganes, hin 11. januar 2000 

Finnbogi Arge
landsstýrismaður

Tinganes • Postsmoga 377 • 110 Tórshavn
Telefon 35 60 60 • Telefax 35 60 65 • E-mail: VMS@VMS.FO