Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  21/999

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum 

Skjal C

-----Oprindelig meddelelse-----

Fra: Sjúrður Rasmussen
Sendt: 6. januar 2000 14.32
Til: 'Høgni Hoydal'
Cc: 'Runi Joensen'; 'Sørin Pram Sørensen'; Alfred Olsen; Annita á Fríðriksmørk; Hans Pauli Strøm; Rúna Sivertsen; Sámal Petur í Grund; Tórbjørn Jacobsen
Emne: Fyrispurningur viðvíkjandi lm. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

Vísandi til fund í rættarnevndini 6. januar 2000 fer nevndin skrivliga at endurtaka teir spurningar, sum nevndin serliga vil hava svaraðar:

1. Nevndin ynskir at fáa at vita hvørjar avleiðingarnar verða av, at vektavgjaldsskipanin verður verandi á Gjaldstovuni eftir somu skipan sum higartil ?

2. Nær verður nevndin sett at endurskoða skrásetingarlóggávuna ?

3. Hvør kemur at sita í hesi nevnd ?

4. Hvussu sær ein realistisk tíðarætlan út fyri slíkum nevndararbeiði ? 

Nevndin hevur sín komandi fund 13. januar 2000 og vónar at hava fingið skrivligt svar uppá hendan spurning innan hendan fund.

Sjúrður Rasmussen, rættarnevndarskrivari