Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  21/999

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum 

Skjal B

-----Oprindelig meddelelse-----

Fra: Sjúrður Rasmussen
Sendt: 6. januar 2000 14.10
Til: 'has@vms.fo'
Cc: 'jakupj@bef.fo'; Alfred Olsen; Annita á Fríðriksmørk; Hans Pauli Strøm; Rúna Sivertsen; Sámal Petur í Grund; Tórbjørn Jacobsen
Emne: Fyrispurningur viðvíkjandi lm. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum

Rættarnevnd løgtingsins viðgerð í løtuni løgtingsmál nr. 21/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.

Á seinasta fundi nevndarinnar var avgjørt at biðja landsstýrismannin í vinnumálum um at geva nevndini eina skrivliga útgreining av, hvørjir møguleikar eru í ítøkiliga førinum at gera telduskipanir, sum byggja á aðra skipan enn p-talsskipanina, eitt nú nummarpláturnar.

Nevndin hevur sín komandi fund 13. januar 2000 og vónar at hava fingið skrivligt svar uppá hendan spurning innan hendan fund. 

Sjúrður Rasmussen, rættarnevndarskrivari