Nevndarskjøl rættarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.  21/999

21  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um evnisskráir hjá almennum myndugleikum 

Skjal A

 

Bileftirlit Føroya

Tórshavn, tann 04-10-99
J.nr.: 07-10-99
Viðgjørt: JáJ

 

Løgmannsskrivstovan
Tinganes
100 Tórshavn
Att: Rúni Joensen, stjóri

 

Viðvíkjandi: Fundi um framtíðarloysn fyri vegskattaumsitingina

Vísandi til avrit av hjálagda skrivi til Vinnumálastýrið, starva Gjaldstovan og Bileftirlitið fyri, at vegskattaumsitinigin verður flutt frá Gjaldstovuni til Bileftirlitið.

Í tí sambandinum er avtalaður ein fundur í Portugálinum fríggjadagin 8. oktober 1999 kl. 13:30, har umboð fyri Vinnumálastyrið, Fíggjarmálastýrið, Gjaldstovuna og Bileftirlitið verða við.

Sum tað framgongur av hjálagda skrivi, er tað ein fyritreyt fyri skynsamiligari fyrisiting av vegskattaskipanini, at P-talið verður nýtt í skrásetingini. Av tí sama hevði tað verið gott, um eitt umboð frá Løgmannskrivstovuni kundi verið við til fundin, har m.a. hesin spurningur verður umrøddur.

Jákup Jacobsen, stjóri

Bileftirlit Føroya

Tórshavn, tann 17-09-99
J.Nr.: 07-10-99
Viðgjørt: JáJ

Vinnumálastýrið
Postsmoga 377
110 Tórshavn
Att: Aðalskrivstovan

Viðvíkjandi: Framtíðarloysn fyri vegskattaumsitingina.

Gjaldstovan (stytt FGJ) og Bileftirlitið (stytt BEF) hava í eina tíð tosað um, at tað einasta rætta var, at Bileftirlitið yvirtók vegskattaumsitingina. Í hesum sambandi kann verða nevnt, hvat ein persónur skrivaði til stjóran á FGJ, har hann kærdi seg um ymisk vegskattaviðurskifti og samstarvið/-skifti millum FGJ og BEF:

"Í hesum teldutíðum kann tað tykjast óskiljandi, at samskifti millum nevndu stovnar ikki er á einum hægri menningarstøði. Og tað mest náttúrliga var sjálvandi, at viðskiftafólk kundu avgreitt øll síni formligu viðurskifti, ið hava við eitt akfar at gera, á Bileftirlitinum".

Á fundi 6. august 1999 millum Leif Abrahamsen (stytt LA) og undirritaða, vórðu vit í grundregluni samdir um, at vegskattaumsitingin verður flutt frá FGJ til BEF í mai ár 2000. Sambært LA hevur hann formliga uppbakking í Fíggjarmálastýrinum til hesa grundleggjandi broyting og vil undirritaði tí biðja Vinnumálastýrið um formliga heimild til, at Bileftirlitið kann yvirtaka vegskattaumsitingina sum skotið upp í mai ár 2000.

BEF skapar allar fyritreytir fyri útrokningini av vegskatti, samstundis sum stovnurin ger allar grundskrásetingar fyri ein bil. BEF umsitur egna navnaskrá við upplýsingum um, hvør ið er eigari av bilinum. Alt samskiftið við politivaldið verður somuleiðis umsitið av BEF, tá nummarspjøldur verða tikin vegna ikki goldnan vegskatt, eins og alt samskifti við tryggingarfeløgini og Toll- & Skattstovu Føroya (stytt T&S) í sambandi við umskráseting og tryggingareftirstøður verður umsitið av BEF. Hinvegin so umsitur FGJ bókhaldið fyri vegskatt og ábyrgist fyri hesum. Úr einum stórum samanhangi, kemur ein annar myndugleiki inn og tekur eitt petti úr allari vegskattaumsitingini. Hetta hongur ikki saman, tá ið hugsa verður um, at FGJ ikki av sínum eintingum kann gera nakrar broytingar í skrásetingargrundarlagnum, sjálvt um FGJ er vitandi um, at møguligt eigaraskifti ella bústaðarbroyting er farin fram. Tá ið til skarpskeringar kemur, er deild ábyrgd tað sama sum eingin ábyrgd.

Verandi vegskattaskipan er ikki partur av FSL og klárar ikki ár-2000 trupulleikan. FGJ er tí í ferð við at forrita nýggja vegskattaskipan, sum tekur útgangsstøði í gomlu skipanini, men er lagað til tey amboð, sum FGJ nýtir í dag. Ein fyritreyt fyri, at BEF skal kunna umsita vegskattin og bóka í FSL-vegskatt er, at BEF sum skrásetingar- og innkrevjingarmyndugleiki á akfaraøkinum fær heimild til at nýta P-talið í sínari umsiting. Allir skattir annars verða kravdir inn við støði í Vinnuskránni, sum T& S umsitur og Persónsskránni, sum Landsfólkayvirlitið (stytt FY) umsitur. Nevnt kann verða, at stovnar sum ALS og Sjúkrakassin, sum siga seg ikki verða almennir stovnar, nýta P-talið í sínum innkrevjingararbeiði. Apotekið og læknar nýta somuleiðis P-talið í samskiftinum við heilivági. BEF er einasti myndugleiki, sum annars umsitur "skatt", ið ikki kann nýta P-talið í sínum innkrevjingararbeiði. Hetta kostar samfelagnum nógvar pengar í óneyðugum meirarbeiði og hevur eitt munandi lægri tænastustøði við sær. Ein sjálvstøðug navnaskrá brýtur eisini við hugskotið aftanfyri FSL-skipanina, sum hevur eina felags navnaskrá (FSL-navnaskrá, sum lesur úr Vinnuskránni og Persónsskránni). Ein framhaldandi loysn við fleiri navnaskráum merkir stórt umsitingarligt meirarbeiði, bæði fyri FGJ og BEF og er ikki í tráð við alsama tosið um rationaliseringar.

Tí verður mælt til, at FSL-vegskattaskipanin lesur úr FSL-navnaskránni og BEF sum myndugleiki á akfaraøkinum fær heimild til at nýta P-talið og A-talið í sínari umsiting. Hetta kemur at viðføra nakrar broytingar í skráunum og EDV-kervinum á BEF. Tikið samanum, so ger ár 2000-spurningurin, at tað skal takast støða til, hvørja navnaskrá vegskatturin skal lesa úr. Aðrar loysnir enn at lesa úr FSL navnaskránni, eru verri loysnir bæði fyri BEF og FGJ. Skal rættartrygdin verða í lagi, so verður mælt til, at BEF beinanvegin fær heimild til at nýta P- og A-talið í sínari umsiting. Samstundis vil ein meiri eintýðug vegskattaumsiting skapa eitt nógv betri grundarlag fyri aðrar uppgávur á BEF, so samanlagt fara tær bygnaðarligu og formligu broytingarnar at gera BEF til ein betri tænastustovn.

Heitt verður tí á Vinnumálastýrið um beinanvegin at starva fyri, at Bileftirlitið fær neyðuga lógarheimild at nýta P- og A-talið í sínari umsiting.

Hetta má gerast við einum broytingaruppskoti til Løgtingslóg nr. 62 frá 05.06.1984 um evnisskráir hjá almennum myndugleikum, sum seinast broytt við Ll. nr. 86 frá 15.06.1994 har § 9, stk. 2, triðja petti fær soljóðandi orðaljóð: "Gjaldstovuni og Bileftirlitinum verður heimilað at nýta persónnummarið í síni umsiting."

Um politiskur vilji er í Vinnumálastýrinum til at fremja hesa broyting, vil BEF beinanvegin seta seg í samband við Skrásetingareftirlitið, fyri at fáa skráirnar góðkendar í hesum sambandi.

Somuleiðis er neyðugt at fremja neyðugar lógarbroytingar í løgtingslóg um vektgjøld, soleiðis at myndugleikin á økinum verður fluttur frá FGJ til BEF og aðrar neyðugar rættingar í somu løgtingslóg verða framdar, í sambandi við at skrásetingin nú verður fyrisitin av Bileftirlitinum og ikki av politivaldinum.

Vinnumálastýrið má tí starva fyri, at hesar broytingar verða framdar í Løgtingslóg nr. 38 frá 31.03.1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við Ll. nr. 94 frá 05.06.1992:

§ 4, stk. 4 fær soljóðandi orðaljóð: "Tann í 3. stk. umrødda frámelding skal vera Bileftirlitinum í hendi í seinasta lagi tann síðsta yrkadagin í mánaðinum."

§ 4, stk. 5 fær soljóðandi orðaljóð: "Afturrindan av gjaldi vegna styttan av gjaldsskeiðinum, sum nevnt í 3. stk. fer fram á Bileftirlitinum í Tórshavn til hann, sum um tað mundið er skrásettur fyri akfarinum. Afturrindað verður uttan umsókn frammanundan."

§ 5, stk. 2 fær soljóðandi orðaljóð: "Tann gjaldskyldugi skal beinanvegin boða Bileftirlitinum frá um eina og hvørja broyting, ið er av týdningi fyri útrokningina av gjaldinum."

§ 5, stk. 3 fær soljóðandi orðaljóð: "Bileftirlitið fyrisetir gjøllari reglur fyri umrokning av gjaldinum vegna fráboðaðar broytingar og avgerð, nær broyttu gjøldini skulu byrja."

§ 6, stk. 4 fær soljóðandi orðaljóð: "Verður skjalprógvað, at akfarið í seinasta lagi tann 15. í mánaðinum, áðrenn gjaldið fellur til gjaldingar, hevur skift eigara (brúkara), kemur bert tann nýggi eigarin (brúkarin) undir gjaldið, sjálvt um eigara- (brúkara-)skiftið ikki er fráboðað akfaraskrivstovuni á Bileftirlitinum í Tórshavn.

§ 8, stk. 2 fær soljóðandi orðaljóð: "Verður gjaldið ikki rindað rættstundis, verður eitt áminningargjald uppá 100 kr. álagt fyri hvørja áminning."

§ 8, stk. 3 fær soljóðandi orðaljóð: "Gjaldkomnar áminningar sambært 2. stk. verða ikki endurrindaðar, tá gjald verður afturrindað sambært § 4, 3. stk."

§ 9 fær soljóðandi orðaljóð: "Gjaldið við áminningargjaldi og kostnaði kann innheintast við útpanting."

§ 13, stk. 2, nr. 2 fær soljóðandi orðaljóð: "ikki sambært § 5, 2. stk. gevur Bileftirlitinum fráboðan um broytingar við akfarinum, sum eru av týdningi fyri gjaldútrokningina."

Uppskotnu broytingarnar í Løgtingslóg um vegskatt fáa gildi tann 1. mai 2000.

Ein fyritreyt hjá BEF at kunna taka yvir umsitingina av vegskattinum er, at neyðugir ressoursir verða tillutaðir saman við uppgávuni. Tað snýr seg bæði um menniskjaligar og fíggjarligar ressoursir. LA metir, at við teim sparingum sum kunnu uppnáast, við at fleiri stovnar framyvir sleppa undan at samskifta um vegskattin og bíða hvør eftir øðrum, at talan er um 0,5 ársverk til vegskattauppgávuna. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum innkoyringartrupulleikum. FGJ hevur sum er inntøkur av at umsita skipanina og mugu hesar inntøkur fylgja við, tá BEF yvirtekur umsitingina av vegskattaskipanini.

Fyri at røða um øll hesi viðurskifti og um hvussu møguligar forðingar kunnu handfarast, varð skotið upp, at ein fundur var fyriskipaður at verða hildin seinast í september ella fyrst í oktober á hægsta politiska og fyrisitingarliga støði við luttøku frá Vinnumálastýrinum, Fíggjarmálastýrinum, Føroya Gjaldstovu, Løgmannsskrivstovuni og Bileftirlitinum. Um hildið verður, at hesin fundur skal verða hildin, kann undirritaði átaka sær, at skipa fyri fundinum.

Undirritaði er somuleiðis tøkur, um Vinnumálastýrið vil hava málið nærri lýst.

Vinarliga
Jákup Jacobsen, stjóri