Nevndarskjøl mentanarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.86/1999:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar


Skjal B

YRKISDEPILIN

rásfyrisitingin

Falkavegur 6
Postsmoga 3279
FO-110 Tórshavn
telefon +35 50 50
telefaks +35 50 55
www.yrkisdepilin.fo
yrkisdepilin@yrkisdepilin.fo

Føroya Løgting
Mentanarnevndin
Erling Jalsgøta 6
Boks 208
FO-110 Tórshavn

Dagfest: 31. mars 2000
Skrátal:  
Málstal:  
Viðgeri: poh

Víst verður til skriv frá Mentanarnevndini, dagfest 30. mars 2000, j.nr. Im.nr. 86/1999 sd/td, viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting i løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.

Vísandi til tey broytingaruppskot í nevndu lóg, sum løgd eru fyri Løgtingið í hesi tingsetu sum løgtingsmál nr. 86/1999, skal við hesum verða sagt frá, at Yrkisútbúgvingarráðið hevur havt øll umrøddu broytingaruppskotini til viðgerðar á ráðsfundum og hevur samtykt at mæla til, at tey verða sett i verk. Viðmerkingarnar til løgtingsmálið (sum síggjast á heimusíðini hjá Løgtinginum) fevna um tær viðmerkingar, sum Yrkisútbúgvingarráðið hevur til málið.

Vinarliga
Petur Zachariassen
ráðsformaður