Nevndarskjøl mentanarnevndin 1999

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr.86/1999:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar


Skjal A

LØGTINGIÐ - Mentanarnevndin
______________________________________________________________

30.03.2000
j. nr. lm.nr. 86/1999 sd/td

Yrkisútbúgvingarráðið
att. Petur Zachariassen, formaður
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Postboks 3279
110  Tórshavn 

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar

Mentanarnevnd Løgtingsins, sum hevur omanfyri nevnda mál til viðgerðar, fer við hesum at biðja um viðmerkingar ráðsins til broytingaruppskotið.

Nevndin hevur fund aftur 5. apríl 2000, og hevði tað verið gott, um viðmerkingarnar vóru tøkar tá.

Hetta bræv er bæði sent við posti og telduposti.

N.v 

Súsanna Danielsen
nevndarskrivari

Erling Jallsgøta 6, Boks 208, FO-110 Tórshavn
Tlf. (298)-311000 * Telefax (298)-310686 * E-mail logting@logting.fo