Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal Z

Upprit

um

Sernámsdepilin 

Landsskúlafyrisitingin

oktober 1997

Yvirlit

1 Formæli

2 Høvuðsendamálini við sernámsdepilinum.

2.1 Forsøga.
2.2 Sernámsdepilin.
2.3 Endamálið við Sernámsdeplinum.

3 Við hvørjum virksemi verða endamálini hjá sernámsdeplinum rokkin og hvussu kann virksemið á bestan hátt skipast?

3.1 Stovnsbygnaður fyri Sernámsdepilin
3.2 Leiðsla
3.3 Fyrisiting
3.3.1 Skrivstovan:
3.3.2 Húsavørður og vaskikonur:
3.4 Skúlapsykologisk og sernámsfrøðilig kanningar og ráðgevadeild.
3.4.1 Skúlapsykologisk ráðgeving
3.4.2 Sernámsfrøðiligt virksemi og serundirvísing uttan fyri Sernámsdepilin.
3.5 Skúla-, kanningar- og ráðgevingardeild
3.5.1 Skúlin
3.5.2 Eygleiðing og serbarnagarður
3.5.3 Leikasavn, hugskots- og vitansdepil.
3.5.4 Tali- hoyrideild
3.5.5 Fysiurgisk deild.
3.5.6 Næmingaheimið.
3.5.7 Næmingaflutningur:

4 Fíggjarætlan fyri Sernámsdepilin

5 Regluverkið undir Sernámsdeplinum.

5.1 Nýtt regluverk?

6 Setanarviðurskifti hjá starvsfólkunum í Sernámsdeplinum v.m.

1 Formæli

Av tí at bæði skúlastjórin og inspektørurin í Skúlanum á Trøðni á vári 1997 høvdu sagt frá, at teir við skúlaársenda í 1997 ætlaðu sær úr størvum teirra í Skúlanum á Trøðni, gjørdi landsskúlastjórin av at taka upp aftur spurningin um at skipa alt tað sernámsfrøðiliga virksemið í undirvísingarverkinum í eina eind, har Skúlin á Trøðni var ein liður í eindini. Nakrir fundir vóru hildnir saman við undirvísingarleiðaranum fyri Sernámsfrøðiligu ráðgevingina, skúlastjóranum í Skúlanum á Trøðni og fíggjarfulltrúanum í Landsskúlafyrisitingini.

Við støði í hesum fundum gjørdi landsskúlastjórin eitt upprit, dagfest 22. apríl 1997, ætlað landsstýrismanninum, har lagt var upp til, at alt tað sernámsfrøðiliga virksemið í Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini og alt virksemið hjá Skúlanum á Trøðni skuldi skipast í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind.

Sum ein avleiðing av hesum uppriti var fundur við landsstýrismannin, Eilif Samuelsen, mikudagin 14. mai 1997, har niðurstøða var gjørd um, at lata undirritaða gera eitt upprit, um hvussu tað sernámsfrøðiliga ráðgevavirksemið saman við virkseminum í Skúlanum á Trøðni kundi verða skipað í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind.

Undirritaði hevur síðani arbeitt við hesum uppriti, sum er eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu alt tað sernámsfrøðiliga virksemið í undirvísingarverkinum kann verða skipað í ein stovn - í hesum uppriti nevndur Sernámsdepilin.

Vegna tað at undirritaði ikki hevur neyðuga fagliga førleika til sjálvur at gera eitt slíkt upprit, hevur undirritaði í arbeiðinum brúkt søguligar upplýsingar, sum eru til skjals, eins og persónar við innliti í viðurskiftini. Hesir hava verið: Hensar Ellingsgaard, landsskúlastjóri, Marita Petersen, undirvísingarleiðari og Ása Ellefsen, skúlaleiðari í Skúlanum á Trøðni.

Við vón um, at hetta upprit má vera tí føroyska skúlaverkinum og næmingum tess við serligum tørvi at gagni. 

John Rajani

2 Høvuðsendamálini við sernámsdeplinum.

2.1 Forsøga.

Í fólkaskúlalógini, sum vit fingu í 1962, verður ásett, at fyri tey børn, sum vegna ymsar trupulleikar ikki eru før fyri at fylgja við í vanligari undirvísing, skal so vítt gjørligt skipast serundirvísing. Henda lógaráseting hevði við sær, at farið varð undir miðvísa serundirvísing í fólkaskúlanum, og undir skúlastjórnini varð settur serundirvísingarráðgevi at vegleiða í sambandi við hesa serundirvísing, sum fyrst og fremst var fyri næmingar við lesi-, skrivi- og roknitrupulleikum. Tey børn, sum høvdu størri brek og álvarsligar trupulleikar, t.d. blind, deyv ella evnaveik, og tí ikki vóru før fyri at luttaka í vanligu undirvísingini, komu ikki í fólkaskúlan, men vórðu send á serskúlar ella serstovnar í Danmark.

Tó sama ár, sum vit fáa nýggja fólkaskúlalóg, um heystið 1962, setti deyvaskúlin í Keypmannahavn eina deild á stovn í Tórshavn. Hesin skúlin fór skjótt eisini at veita øðrum brekaðum enn tali- og hoyribrekaðum undirvísing. Har komu rørslubrekað, blind og eisini lesiveikir næmingar at ganga, og seinni eisini evnaveik. Skjótt skifti skúlin navn til at eita Statens Specialskole. Í l969 varð skúlin skipaður sum sjálvsognarstovnur undir danska Sosialmálaráðnum, og í l976 fekk skúlin nýtt navn Føroya Specialskúli - Skúlin á Trøðni, og tók skúlin sær av at undirvísa næmingum við øllum ymiskum brekum.

Í fólkaskúlanum mentist í seksti- og sjeytiárunum serundirvísingin soleiðis, at fólkaskúlin so við og við gjørdist førur fyri at undirvísa og stuðla næmingum við ymiskum brekum.

Á Skúlanum á Trøðni mentist virksemið eisini, og kundi skúlin bjóða børnum og vaksnum við stórt sæð øllum sløgum av brekum og trupulleikum nøktandi undirvísing, og brekað børn úr øllum Føroyum komu á skúlan.

Henda gongdin í seksti- og sjeytiárunum hevði við sær, at vit í Føroyum fingu tvær skipanir, sum tóku sær av serundirvísing og sernámsfrøðiligum stuðli, og samstarvið og sambandið ímillum hesar báðar skipanir var ógvuliga lítið, fyri ikki at siga einki.

Í 1979 fingu vit aftur nýggja fólkaskúlalóg, og í hesi lóg er einki fyrivarni viðvíkjandi serundirvísing til tey børn, sum ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini, og í lógini verður ásett, at øll børn hava rætt til skúlagongd í heimaskúlanum. Nýggja lógin saman við broyttum hugburði hjá foreldrum at brekaðum børnum, har tey ynskja, at barn teirra hóast serliga tørvin fær møguleika at ganga í heimaskúlan, førdi við sær, at illa brekaðir næmingar byrjaðu at ganga í vanligu fólkaskúlunum. Gongdin síðani hevur verið, at seinastu 10 - 15 árini hava flest øll børn stóran part av skúlatíðini gingið í skúla í heimbygdini, hóast tey hava ymisk brek at stríðast við. Henda gongdin sæst eisini aftur í fallandi næmingatalinum á Skúlanum á Trøðni, og serstakliga í aldrinum hjá teimum næmingum, sum ganga á skúlanum.

1. januar l988 varð fíggjarligi stuðulin, sum Føroyar fáa frá danska statinum, broyttur frá eini refusjónsskipan til eina blokkstuðulskipan. Í hesum sambandi varð Skúlin á Trøðni lagdur undir Føroya Landsstýri, og peningurin, sum danski staturin veitti til rakstur av skúlanum, varð lagdur inn í blokkin.

Í 1989 gjørdi landsstýrið av, at Skúlin á Trøðni skuldi leggjast undir Landsskúlafyrisitingina, og at skúlin skuldi virka sum ein tænastustovnur hjá fólkaskúlanum. Samstundis heitti landsstýrið á landsskúlastjóran um at gera uppskot til nýggjar viðtøkur og reglugerðir fyri Skúlan á Trøðni, sum m.a. ásettu, at Skúlin á Trøðni ikki helt fram sum sjálvsognarstovnur, og sum tryggjaðu økt samstarv millum Skúlan á Trøðni og hinar skúlarnar í Føroyum.

Landsskúlastjórin setti nevnd at gera hetta arbeiðið, og í tilnevningarskrivinum verður sagt, at ‘’eisini verður álagt nevndini at lýsa, hvussu Skúlin á Trøðni verður ein sjálvsagdur liður í teirri sernámsfrøðiligu ráðgevingini, sum Landsskúlafyrisitingin skipar fyri’’.

Nevndin viðgjørdi gjølla spurningin, og kom til ta niðurstøðu, at skuldi skúlin gerast fastur og natúrligur liður í sernámsfrøðiliga virkseminum hjá undirvísingarverkinum, ‘’er neyðugt við formligum reglum, sum áseta eina ávísa mannagongd, antin í lógarformi ella øðrum bindandi reglum, sostatt at eingin ivi verður um, hvussu farast skal fram, tá ið tilboð verða givin á sernámsfrøðiliga økinum’’.

Nevndin metti tað ikki vera rætt ella neyðugt at gera serstaka lóg fyri hetta virksemið, men heldur at nýta tær heimildir, sum eru í skúlalógum, og gjørdi tí uppskot til kunngerð um sernámsfrøðiliga ráðgeving. Við støði í hesum uppskoti samtykti landsstýrið kunngerðina frá 17.10.90 um sernámsfrøðiliga ráðgeving, og her verður m.a. ásett, hvørjar arbeiðsuppgávurnar hjá Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini eru.

Hóast kunngerðin frá 17.10.90 ikki ásetir, at alt sernámsfrøðiligt virksemi hjá undirvísingarverkinum skal vera ein skipan, so hevur tó alla tíðina verið arbeitt fram ímóti hesum máli. Í l991 flutti Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin av Landsskúlafyrisitingini út á Skúlan á Trøðni. Hetta skuldi skapa betri grundarlag fyri samstarvi millum tey sum starvast innan sernámsfrøðiliga økið, og hóast tað hevur gingið seint at menna hetta samstarv, so hevur alla tíðina gingið rætta vegin, og í dag er á fleiri økjum eitt skipað og gott samstarv millum starvsfólkini á Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini og starvsfólk á Skúlanum á Trøðni.

2.2 Sernámsdepilin.

Í sambandi við, at bæði skúlastjórin og inspektørurin á Skúlanum á Trøðni høvdu sagt frá, at teir ætlaðu at fara frá á sumri 1997 við eftirløn, varð spurningurin veruliga um samskipan av sernámsfrøðiliga virkseminum í eina eind tikin uppaftur, og m.a. hevur arbeiðsbólkur við umboðum frá Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini, leiðsluni á Skúlanum á Trøðni og Landsskúlafyrisitingina viðgjørt málið.

Semja var í arbeiðsbólkinum um, at ein nýggjur bygnaður, har alt tað sernámsfrøðiliga virksemið er skipað í eina eind, hevði bøtt munandi um tænasturnar til viðskiftafólkini og um arbeiðsviðurskiftini hjá teimum, sum starvast innan økið. Hesi sjónarmið hava verið førd fram fyri landsstýrismanninum m.a. á fundi 29. apríl l997.

Í skrivi, dagfest 9. mai 1997, heitir landsskúlastjórin á landsstýrismannin um, "at fremja ætlanina um at skipa sernámsfrøðiliga virksemið í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind."

Landsstýrismaðurin tók undir við uppskotinum frá landsskúlastjóranum um at skipa sernámsfrøðiliga virksemi í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind og heitti á skúlafyrisitingina um at gera uppskot til, hvussu virksemið innan hetta økið kann skipast.

Skúlafyrisitingin mælir til, sum fyrsta stigið fyri endaligari samanlegging av virkseminum innan hetta økið, at seta á stovn ein Sernámsdepil.

2.3 Endamálið við Sernámsdeplinum.

Sernámsdepilin fevnir um alt sernámsfrøðiligt virksemi hjá undirvísingarverkinum og Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin á Landsskúlafyrisitingini og Skúlin á Trøðni verða løgd til henda stovn.

Sernámsdepilinum skal tryggja, at lógarbundnu sernámsfrøðiligu uppgávurnar verða framdar.

Sernámsdepilin eigur at taka sær av arbeiðsuppgávum, sum hava samband við og týdning fyri fremjanina av teimum lógarásettu arbeiðsuppgávunum, so sum víðari ráðgeving til foreldur, familjur, skúlar, stovnar og supervisión til starvsfólk, sum arbeiða við ella hava samband við tey børn og ung, sum hava sernámsfrøðiligan tørv.

Sernámsdepilin eigur eisini at hava ráðgeving, har børn, ung og eldri kunnu venda sær uttan at verða skrásett.

Sernámsdepilin eigur at hava neyvt og regluligt samstarv við Almanna- og Heilsuverkið um felags áhugamál og felags viðskiftafólk, og eigur at luttaka í SSP-samstarvinum.

Sernámsdepilin skal vera felags starvsstað hjá øllum teimum, sum virka innan sernámsfrøðiligu ráðgevingina bæði centralt og lokalt, og skal Sernámsdepilin tryggja starvsfólkunum nøktandi eftirútbúgving.

3 Við hvørjum virksemi verða endamálini hjá sernámsdeplinum rokkin, og hvussu kann virksemið á besta hátt skipast?

3.1 Stovnsbygnaður fyri Sernámsdepilin

Í sambandi við skipanina av virkseminum hjá Sernámsdeplinum eigur at havast í huga, at virksemið hjá Sernámsdeplinum er nógv, fjølltáttað og rættuliga óhomogent. Havast skal eisini í huga, at Sernámsdepilin eisini hevur ábyrgdina av sernámsfrøðiligum virksemi (ráðgeving og taliundirvísing), sum fer fram kring landið. Harafturat kemur, at sernámsfrøðiliga virksemið, sum Skúlin á Trøðni hevur staðið fyri, og tað, sum Landsskúlafyrisitingin hevur staðið fyri, hava verið tvær sundurskildar eindir, sum lítið samstarv hevur verið ímillum, hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at betra samstarvið.

Sernámsdepilin hevur avmarkað tilfeingi, bæði hvat viðvíkur peningajáttan og kvalifiseraðum starvsfólkum. Skal Sernámsdepilin kunna røkja allar uppgávur, sum eru settar sum mál fyri stovnin, eigur Sernámsdepilin at skipast sum ein eind, har øll starvsfólkini hava felags mál. Skal hetta eydnast, er neyðugt, at leiðslan fyri depilin er ein væl samanskipað eind.

Av tí at virksemið hjá Sernámsdeplinum er so nógv og fjøltáttað, verður sjálvsagt neyðugt at býta hetta í deildir. Áðrenn hetta uppskotið til stovnsbygnað var gjørt, hevur verið hugt at m.a., hvat virksemi kann sigast at vera høvuðsvirksemi, hvat virksemi er sjálvstøðugt, hvat virksemi hoyrir natúrliga saman, eins og hvat virksemi er felags. Eisini hevur verið hugt eftir, hvørji fólk eru í skipanini, og hvussu hesi á besta hátt framhaldandi kunnu virka í stovninum.

Niðanfyri er uppskot til stovnsbygnað fyri Sernámsdepilin teknað. Í tí eftirfylgjandi tekstinum er bygnaðurin nærri útgreinaður.

Sum myndin vísir, verður mælt til, at Sernámsdepilin verður skipaður sum ein tvídeildur stovnur við eini felags fyrisiting og leiðslu. Deildirnar vera:

Í myndini niðanfyri er víst, hvørji virksiøki verða skipað undir hvørja deild.

 

3.2 Leiðsla

Virksemi:
Tað er av týdningi, at tað í Sernámsdeplinum verður ein vælvirkandi leiðsla. Á stovninum koma at arbeiða uml. 60 starvsfólk, sum saman við tí fjølbroytta virkseminum seta stór krøv til leiðsluvirksemi. Harumframt arbeiða uml. 20 starvsfólk við sernámsfrøðiligum virksemi kring landið.

Leiðslan eigur umframt at hava ovastu dagligu ábyrgdina fyri Sernámsdeplinum, eisini at hava ábyrgdina fyri tí langtíðarmenningini, sum eigur at fara fram innan tað sernámsfrøðiliga økið í Føroyum.

Lagt verður upp til, at Sernámsdepilin verður leiddur av einum leiðara. Hesin vil saman við tveimum deildarleiðarum hava um hendi dagligu leiðsluna av stovninum. Tað er umráðandi, at virksemi leiðslunar á skynsaman hátt verður býtt sundur millum hesar tríggjar persónar, soleiðis at leiðslutilfeingið kann verða brúkt best møguligt.

Starvsfólk:
1 leiðari
(2 deildarleiðarar)

3.3 Fyrisiting

Fyrisitingin í Sernámsdeplinum er tænastudeild hjá leiðsluni og tekur sær av uppgávum, sum fata um allan stovnin.

3.3.1 Skrivstovan:

Virksemi:
Skrivstovan tekur sær av skráseting av umsitingar- og persónsmálum. Harumframt umsitur skrivstovan lønarmál hjá teimum, sum starvast í Sernámsdeplinum, eins og bókhaldið av dagliga rakstrinum hjá Sernámsdeplinum.

Skrivstovan hevur eisini hond um telefon og aðra avgreiðslu, herundir samskifti við tey, sum venda sær til Sernámsdepilin. Umframt hetta tekur hon sær av skrivaraarbeiði fyri leiðsluna í umsitingarligum málum, fyri starvsfólkini í Sernámsdeplinum í sambandi við kanning og viðgerð, eins og í samstarvinum við tey starvsfólk, sum starvast uttan fyri Sernámsdepilin.

Starvsfólk:
4 skrivstovufólk

3.3.2 Húsavørður og vaskikonur:

Virksemi:
Røkt av ognunum hjá Sernámsdeplinum

Starvsfólk:
1 húsavørur fulla tíð.
4 vaskikonur fulla tíð. 

3.4 Skúlapsykologisk og sernámsfrøðilig kanningar- og ráðgevingardeild.

Høvuðsvirksemið hjá deildini er psykologisk og pedagogisk kanning og viðgerð til børn og ung, og ráðgeving til tey, sum varða av hesum børnum og ungum.

Henda deild kemur í stóran mun at virka á sama hátt sum skúlapsykologiskar ráðgevara-skrivstovur í Danmark, serstakliga viðvíkjandi pedagogiskari/psykologiskari kanning og ráðgeving. Hetta merkir, at starvsfólkini hava eitt neyvt og regluligt samstarv við ráðgevarnar kring landið. Eisini hava starvsfólkini nógv samstarv við deildina fyri kanning, eygleiðing, ráðgeving og viðgerð, umframt at tey sjálvsagt eisini koma at samstarva við skúla-, kanningar- og ráðgevingardeildina í tann mun, tørvur er á tí.

Fyri at tryggja regluliga og skjóta ráðgeving og fyri at tryggja, at neyðug tiltøk verða sett í verk skjótt, og í nærumhvørvinum hjá barninum starvast lærarar/pedagogar við serútbúgving/royndum sum ráðgevarar kring landið. Hesir ráðgevarar hava neyvt og regluligt samstarv við starvsfólkini í skúlapsykologisku deildini.

Deildin verður skipað í tvey virkisøki:

3.4.1 Skúlapsykologisk ráðgeving

Virksemi:
Skúlapsykologiska ráðgevingin skal taka ímóti áheitanum og tilmeldingum frá foreldrum, dagstovnum, heilsusystrum í fólkaskúlum, skúlasjúkrasystrum, miðnámsskúlum, læknum og øðrum avvarðandi hjá børnum og ungum við serligum tørvi og vegleiðing í sambandi við næmingar við serligum tørvi.

Í samstarvi við onnur starvsfólk í Sernámsdeplinum og ráðgevarnar kring landið fáa til vega neyðuga vitan til ráðgeving og vegleiðing til foreldur, lærarar, starvsfólk á stovnum og onnur í sambandi við børn/ung við serligum tørvi.

Gera pedagogiskar/psykologiskar metingar og kanningar av ávístum børnum/ungum.

Veita viðgerð og ráðgeva í opnu ráðgevingini.

Veita stovnum og skúlum ráðgeving í sambandi við sernámsfrøðiligar spurningar.

Starvsfólk:
4 psykologar - cand.pæd. psyk. ella cand. psyk. (ein av hesum deildarleiðari)
2 pedagogiskir ráðgevar - lærari/pedagogur við eftirútbúgving. Sjón-, talu-, lesiráðgevar.
½ teknmálsráðgevi/lærari

3.4.2 Sernámsfrøðiligt virksemi og serundirvísing uttan fyri Sernámsdepilin.

Virksemi - Ráðgeving kring landið:
Umframt ta ráðgeving, sum verður veitt av starvsfólki í Sernámsdeplinum, verða ráðgevatímar tillutaðir ymsu pørtunum av landinum í mun til talið av børnum og ungum í økinum.

Starvsfólk:
Skúlaárið 1997/98 verða nýttir umleið 120 tímar/vikuna (5 ársverk) til hesa ráðgeving.
19 lærarar og 1 pedagogur, flestøll við serútbúgving, fáa tillutað nakrar tímar um vikuna til ráðgeving.

Virksemi - Taliundirvísing til børn undir skúlaaldur og í skúlaaldri:
Eftir tilmelding og talipedagogiska meting verður veitt børnum í og undir skúlaaldur taliundirvísing.

Skúlaárið 1997/98 fáa 185 børn og ung taliundirvísing, og er uppbýtið hetta: Undir skúlaaldur: 56 dreingir og 27 gentur. Í skúlaaldri: 83 dreingir og 19 gentur.

Starvsfólk:
Skúlaárið 1997/98 verða nýttir umleið 156 tímar/vikuna (6½ ársverk) til taliundirvísing.
15 lærarar og 1 pedagogur við serútbúgving sum talilærarar røkja taliundirvísingina, sum fer fram í skúla, á stovni ella heima.

Virksemi - Tímar vegna serligan tørv til næmingar í fólkaskúlanum:
Tímar til vanliga serundirvísing verða tillutaðir skúlunum í mun til næmingatalið og miðfirraðir saman við pultstímunum.

Men á fleiri skúlum ganga næmingar, ið hava brúk fyri so nógvum stuðli, at miðfirraðu tímarnir ikki røkka til, og eftir sernámsfrøðiligari meting í hvørjum einstøkum føri verða tímar játtaðir hesum næmingum.

Starvsfólk:
Skúlaárið 1997/98 eru settir umleið 1300 tímar/vikuna (54 ársverk) til umleið 200 næmingar við serligum tørvi. Lærararnir virka undir ábyrgd skúlaleiðarans.

3.5 Skúla-, kanningar- og ráðgevingardeild

Henda deild kemur at fevna um rættiliga nógv ymisk virksemi, ymsar starvsfólkabólkar, og eisini viðskiftafólkini verða nógv og ymisk. Mælt verður til at skipa skúla, eygleiðing og barnagarð, tali- og hoyrivirksemi, næmingaheim, hugskotsdepil og leikasavn og fysiurgiska virksemið í eina deild, tí teir ymsu starvsfólkabólkarnar í Sernámsdeplinum hava nógv samstarv í sambandi við hetta virksemið.

Høvuðsvirksemið í hesi deild er: 1) undirvísing av børnum og ungum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísingartilboð í fólkaskúlanum, 2) eygleiðing og sernámsfrøðilig tiltøk til børn undir skúlaaldur, og 3) virksemi í samband við tali- og hoyritrupulleikar. Men skulu hesi høvuðsarbeiði gerast nøktandi, er neyðugt við ymsum hjálparvirksemi, m.a. tað, sum fysiurgiska deildin veitir, næmingaheimið, skúlabarnakoyring og virksemið hjá leika- hugskots- og vitansdeplinum.

Tá børn koma til eygleiðing, luttaka fysioterapeutar fast í hesum arbeiði, og tali- og hoyrideildin og sjónráðgevin eru ofta við í kanning av hesum børnum. Tí verður mælt til, at fysioterapiin og tali- hoyrideildin verður samskipað við eygleiðingina.

Hoyrideildin arbeiðir fyrst og fremst fyri eldri fólk, og henda deild kundi verið fyri seg sjálva, men av tí at ikki ber til at býta sundur virksemið hjá teimum, sum starvast við hoyritólum og tali- og hoyrideildina, verður mælt til, at hesi eisini vera í somu deild.

3.5.1 Skúlin

Virksemi:
Í byrjanini av skúlaárinum l997/98 ganga 41 næmingar í aldrinum 7-22 ár í skúladeildini.

Næmingarnir eru býttir upp í 9 flokkar, og er uppbýtingin fyrst og fremst gjørd eftir, hvørjar trupulleikar, næmingarnir hava. Talvan niðanfyri vísir, hvussu næmingarnir ídag eru flokkaðir, aldur og tal.

Flokkur

Slag

Næmingatal

Aldur

A

Innlæringar- og aðrar trupulleikar

9

14 - 22 ár

F

Innlæringar- og aðrar trupulleikar

5

14 - 21 ár

H

Seinment

7

13 - 22 ár

D

Innlæringar- og atferðartrupulleikar

4

10 - 14 ár

G

Innlæring, atferð o.a.

2

12 ár

E

Innskúling, forskúli

2

7 ár

I

Fleiri brek

5

7 - 17 ár

J

Menningartarnað

2

15 - 21 ár

B

Deyvir

5

10 - 14 ár

 

Fólkaskúlalógin fevnir um undirvísing frá 7 - 18 ár, sum tó verður longt við einum ári. Vanligt hevur verið á Skúlanum á Trøðni at loyva seinmentum næmingum at ganga í skúla, til teir eru 21 ára gamlir, og er hetta helst orsøkin til, at fleiri næmingar eldri enn 18 ár komandi ár vera í skúlanum.

Næmingarnir hava fingið boð um, at teir komandi ár kunnu sleppa at ganga í skúlanum her, hóast teir eru farnir upp um 18 ára aldur, sum ásett er í fólkaskúlalógini, og lærararnir í skúlanum hava fingið at vita, hvussu teirra skema sær út komandi ár. Tað verður tí trupult at gera broytingar hesum viðvíkjandi nú, men roknast má við, at í hvussu so er øll tey, sum eru meira enn 18 ár í dag, 8 í tali, ikki vera í skúlanum, tá ið skúlaárið 1998/99 byrjar.

Nøkur av teimum fara kanska longu í hesum skúlaárinum, men neyðugt er, at tey verða hjálpt ávegis, og tí verður mælt til, at onkur av lærarunum fær sum uppgávu at vera skúlavegleiðari ella koratur í samband við útskúling hjá hesum ungu fólkunum. Nevnast skal, at í ár fara teir deyvu næmingarnir at hava ávísar lærugreinir á Venjingarskúlanum, og um henda flytingin eydnast væl, kann roknast við, at deyvir næmingar vera ikki á skúladeildini, tá ið skúlaárið 1998/99 byrjar. Flokkur E er ein innskúlingarflokkur, og eru her 2 næmingar, sum ætlandi er skulu flytast yvir í ein 1. flokk í ein av kommunalu skúlunum komandi skúlaár, so hesir næmingar vera heldur ikki frá skúlaárinum 1998/99.

Starvsfólk:
17 lærarafólk í fullum starvi taka sær av undirvísingini í skúladeildini.

3.5.2 Eygleiðing og serbarnagarður

Virksemið komandi ár vita vit ikki so nógv um enn, men kann seinasta skúlaár 1996/97 nýtast sum grundarlag fyri meting av virkseminum. Virksemið kann býtast sundur í: børn sum ganga fast, eygleiðing ávísa tíð og eygleiðing/kanning 1 dag.

Virksemi - Børn, sum ganga fast:
Ein stova, sum er opin frá kl. 08.00 til kl. 14.00. Her ganga 7 illa brekað børn, øll eru frá kl. 9.00 - 13.00, men nøkur byrja kl. 08.00 og onnur fara kl. 14.00. Øll 7 halda fram næsta skúlaár.

Starvsfólk:
2 pedagogar fulla tíð.

Virksemi - Eygleiðing ávísa tíð:
Børn, sum koma til eygleiðing og kanning í meira enn 1 dag. Vanliga hvønn dag í 2 til 3 vikur, tó í mesta lagi 3 mánaðar, ella 2 dagar um vikuna 3 til 5 mánaðar. Seinasta skúlaár vóru 60 børn í aldrinum 1 til 7 ár til hesa eygleiðing.

Starvsfólk:
3 pedagogar fulla tíð.

Virksemi - Eygleiðing/ kanning 1 dag:
Henda eygleiðing og kanning er ofta fyrsta stigið, tá støða skal takast til, hvussu víðari skal farast fram við smábørnum, sum verða tilmeldað vegna serligan tørv. Børnini verða eygleidd og verða, alt eftir hvør trupulleikin er, kannað fyri hoyrn, talu, sjón og rørslu. Seinasta skúlaár vóru 220 børn til 1 dags eygleiðing/kanning.

Starvsfólk:
1 pedagogur fulla tíð.
1 tali/hoyrilærari fulla tíð.
sjónráðgevi eftir tørvi.

Umframt tey starvsfólkini, sum her eru nevnd, er í komandi skúlaár settur av 1 talilærari og 1 pedagogur við serlæraraútbúgving at taka sær av taliundirvísing til børn undir skúlaaldur.

3.5.3 Leikasavn, hugskots- og vitansdepil.

Í 1995 játtaði Happadráttargrunnurin 50.000 kr. og MBF 5.000 kr. til at fara undir at seta á stovn ein ‘’hugskotsdepil’’ viðvíkjandi brekum hjá børnum, og á Skúlanum á Trøðni vóru hóskandi høli til taks. 1 pedagogur og 1 fysioterapeutur vóru loystir frá vanligu arbeiðsuppgávum sínum í 4½ mánaða fyri at fara undir hetta arbeiðið.

Í 1996 varð Leikasavnið á Skúlanum á Trøðni gjørt til ein part av ‘’hugskotsdeplinum’’. Síðan januar 1996 hevur ikki ávís arbeiðstíð verið sett av til hetta virksemið, men tær báðar, sum byrjaðu, hava tó tikið sær tíð til hetta umframt vanligu arbeiðsuppgávurnar.

Tað er ein sjálvsøgd uppgáva hjá Sernámsdeplinum at nøkta tørvin hjá avvarðandi at børnum við serligum tørvi, so at tey kunnu fáa vegleiðing, verða víst á lesnað, tilfar, mennandi leikur og kunnu fáa praktisk uppskot. Sernámsdepilin eigur tí at hava ein væl skipaðan hugskotsdepil og leikasavn, og í fíggjarætlanini hjá Sernámsdeplinum er sett av ávís peningaupphædd at keypa tilfar fyri, og starvsfólkatíð má setast av til at taka sær av hugskotsdeplinum og leikasavninum og at ráðgeva teimum, sum venda sær higar.

Viðskiftafólkini eru nógv ymisk, tað kunnu vera foreldur, stuðulsfólk, serlærarar, pedagogar, lærarar, fysioterapeutur og onnur, sum hava samband við og áhuga fyri børnum við serligum tørvi.

Starvsfólk:
2 starvsfólk 2 dagar um vikuna.

3.5.4 Tali- hoyrideild

Eitt ávíst samband og samstarv hevur verið millum tali/hoyriráðgevan hjá Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini og starvsfólkið á tali/hoyrideildini á Skúlanum á Trøðni, men ikki ber til at siga, at virksemið á hesum báðum økjunum hevur verið veruliga samskipað. Skal Sernámsdepilin hava eitt nøktandi virksemið á hesum øki, verður neyðugt at skipa eina tali/hoyrideild, sum fevnir um alt virksemið, sum viðvíkur taluni og hoyrnini, bæði tí virksemi, sum fer fram kring landi, og tí virksemi, sum fer fram inni á Sernámsdeplinum.

Virksemið:
Kanning av tali- og hoyritrupulleikum hjá børnum, ungum og vaksnum, kanning í samband við børn, sum koma til eygleiðing, taliviðgerð, undirvísing til afasi og ferðslurakt, virksemið í samband við gómaráðið, virksemið í samband við hoyritekniska økið og pedagogisk uppfylging í sambandi við nýtslu av hoyritólum, vegleiðing og ráðgeving til starvsfelagar og foreldur og onnur avvarandi.

Virksemið seinasta skúlaár: Ambulant/kanning, tali/hoyrideildin 1996/97: Hoyrn 45 persónar, rødd 38 persónar, tala 25 persónar, varra/góma 34 persónar, afasi 23 persónar, staming 13 persónur. Hesi fólk hava fingið eina ella fleiri viðgerðir. Ymisk er, hvussu ofta fólk eru komin, men fleiri eru, sum hava fingið upp til 20 viðgerðir.

Farið er undir samstarv við talilærararnar í Suðurstreymoy, og skipað er fyri taliundirvísing í bólkum inni á Sernámsdeplinum.

Starvsfólk:
3 talilærarar fulla tíð.
1 teknikari (verkfrøðingur) fulla tíð.
1 audiologassistentur fulla tíð.
1 oyraproppteknikari fulla tíð.

3.5.5 Fysiurgisk deild.

Virksemið:
Virksemið hjá ráðgevandi fysioterapeutinum í skúlaverkinum og hjá fysioterapeutinum á Skúlanum á Trøðni hevur ikki verið samskipað, hesi starvsfólk hava havt hvør sítt heilt greiða arbeiðsøki. Í framtíðini verður neyðugt at fáa eina samskipan her, og tí verður skotið upp at gera eina fysiurgiska deild, sum skal nøkta tann fysiurgiska tørvin í føroyska undirvísingarverkinum. Umframt at átaka sær kanningar og ráðgevauppgávur í undirvísingarverkinum og ávísa viðgerð á skúladeildini á Sernámsdeplinum verður eisini skipað fyri SI-bólkum til børn undir skúlaaldur.

Starvsfólk:
3 fysioterapeutar fulla tíð.

3.5.6 Næmingaheimið.

Virksemi:
Á næmingaheiminum kunnu næmingar av bygd fáa innivist, og eisini ber til, at børn, sum koma til eygleiðing, kunnu búgva har saman við avvarðandi.

Á skúlaheiminum eru pláss hjá einum 15 næmingum at búgva, men best er, um nøkur pláss eru eftir at taka til til tey, sum koma til eygleiðing.

Starvsfólk:
4 pedagogar fulla tíð, 1 av hesum er leiðari.
3 hjálparfólk.

3.5.7 Næmingaflutningur:

Virksemi:
Spesialskúlin, og seinni Skúlin á Trøðni, hava næstan alla teirra tíð havt eina næmingaflutningsskipan, har næmingar verða avheintaðir heimanífrá ella frá stovni og koyrdir heimaftur, tá skúladagurin er liðugur. Til hetta virksemið eigur skúlin ein bil.

Sjálvt um tann størri parturin av næmingunum í skúladeildini sjálvur er førur fyri at koma aftur og fram í skúla, so verður tó mett, at neyðugt er framhaldandi at hava eina flutningsskipan, tí nakrir av næmingunum eru so illa fyri, at trupult verður at fáa teir í skúla við almennum bussum ella til gongu.

Starvsfólk:
1 bilførari fulla tíð.

4 Fíggjarætlan fyri Sernámsdepilin

Sernámsdepilin er í høvuðsheitum ein samanlegging av Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini í Landsskúlafyrisitingini og Skúlanum á Trøðni. Útreiðslurnar av Sernámsdeplinum vera lønarútreiðslurnar til ráðgevarnar í Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini umframt útreiðslurnar av Skúlanum á Trøðni.

Niðanfyri er gjørd ein fíggjarætlan fyri virksemið hjá Sernámsdeplinum í 1998. Fíggjarætlanin, sum tekur støði í ætlanini fyri 1997, vísir, at neyðugt er við eini nettojáttan upp á kr. 13.787.000. Havast skal í huga, at í uppritinum er starvsfólkatørvurin á nøkrum virkisøkjum mettur hægri enn verandi. Tá ið niðanfyri standandi fíggjarætlan ikki er hækkað samsvarandi metingunum í uppritinum, verður neyðugt við umskipanum av størvunum innan Sernámsdeplinum, um ætlanin skal halda.

Øll tøl eru í 1.000 kr.

Sk. á T. Ætlan 1997

Lsf /SR Ætlan 1997

Sk. á T. + Lsf/SR

 

Ser.depil Ætlan 1998

Nettoútreiðslujáttan

12.200

1.300

13.500

 

13.787

Útreiðslur

12.900

1.300

14.200

 

14.587

Inntøkur

700

0

700

 

800

           
Lønir o.a.

10.800

1.300

12.100

 

12.287

Keyp av vørum og tænastum

1.600

-

1.600

 

1.715

Keyp av útbúnaði, netto

100

-

100

 

100

Leiga, viðlíkahald og skattir

200

-

200

 

200

Ymiskar rakstrarútreiðslur        

50

Skráseting av keyps-MVG

200

-

200

 

235

           
Søla av vørum og tænastum

700

-

700

 

800

           

 

Umframt útreiðslurnar av sjálvum Sernámsdeplinum kemur játtanin til Sernámsfrøðiligt virksemi í Fólkaskúlanum eisini at verða umsitin av stovninum. Henda játtanin er í fíggjarløgtingslógini fyri 1997 sett til kr. 13.612.000. Í uppskotinum til játtan fyri 1998 verður lagt upp til, at játtanin verður kr. 14.497.000. Hetta er ein hækking uppá kr. 885.000, men tekniskt verður ikki talan um nakra reella hækking, tí hækkingin í høvuðsheitum stavar frá tí niðurskurði í undirvísingini, sum lærararnir fáa fyri at undirvísa næmingum við serligum tørvi. Hesin niðurskurður hevur fyrr ligið í játtanini til "Fólkaskúlan", men er nú tikin við í játtanina til "Sernámsfrøðiligt virksemi í Fólkaskúlanum". 

5 Regluverkið undir Sernámsdeplinum.

Tað er ikki í nakrari lóg ásett, at skipast skal ein serligur stovnur at røkja tað sernámsfrøðiliga virksemið, og sostatt heldur ikki er tað lógarásett at skipa ein sernámsdepil.

Men tað sernámsfrøðiliga virksemið, sum fer fram, hevur sítt regluverk at virka eftir.

Lógargrundarlagið fyri sernámsfrøðiliga virksemið er fyrst og fremst í løgtingslóg nr. 21, frá 22. mars l979 um fólkaskúlan við broytingum í løgtingslóg nr. 101 frá 23. juni l992, grein 3, 4 og 4 stk. og grein 27. Í kunngerð nr. 132 frá 17. oktober l990 um sernámsfrøðiliga ráðgeving verður nærri ásett, hvørjar arbeiðsuppgávurnar hjá Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini eru. Sernámsfrøðiligt virksemi er eisini heimilað í løgtingslóg nr. 70 frá 30. juni 1983 um frítíðarundirvísing v.m., grein 6, 1. stk nr. 3, og fevnir hetta virksemið um ung og vaksin frá 14 árum og eldri.

Í nýggju fólkaskúlalógini, sum varð samtykt í ár, og sum kemur í gildi 1. august næsta ár, er í grein 4 ásett, hvørjar lógarreglur eru galdandi fyri sernámsfrøðiliga ráðgeving og sernámsfrøðiligan stuðul til børn frá 0 til 18 ár, og er munurin á verandi lóg og komandi lóg tann, at meðan tann gamla lógin bert snúði seg um tann einstaka næmingin ella tað einstaka barnið, so ásetur tann nýggja lógin, at skúlin og flokkurin eisini skulu hava sernámsfrøðiliga ráðgeving, og fyri minni børn, at ráðgeving eisini verður veitt foreldrum og øðrum, sum varða av hesum børnum. Í grein 12 í nýggju lógini, sum viðvíkur miðfirraðu serundirvísingini, eru reglurnar tær somu, sum í galdandi lóg.

5.1 Nýtt regluverk?

Tá ið Skúlin á Trøðni í 1989 varð lagdur undir Landsskúlafyrisitingina, varð hildið, at ikki varð neyðugt ella rætt at gera serstaka lóg fyri sernámsfrøðiligt virksemi.

Mett verður framvegis, at tað ikki er neyðugt ella rætt at gera serstaka lóg fyri sernámsfrøðiliga virksemi, men nýggj kunngerð má gerast á hesum øki.

Verandi kunngerð er heimilað í løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober l978, um fyrisiting í undirvísingarverkinum, og henda lóg fór úr gildi 1. august l996. Nýggj fólkaskúlalóg kemur í gildi 1. august l998, og ásetingarnar sambært hesi lóg seta nógv størri krøv enn verandi lóg, afturat hesum kemur so, at landsstýrið hevur gjørt av, at sernámsfrøðiliga virksemið skal skipast í eina fyrisitingarliga, námsfrøðiliga og fíggjarliga eind.

Uppskot til nýggja kunngerð eigur at verða gjørt skjótast gjørligt, helst í summar.

6 Setanarviðurskifti hjá starvsfólkunum í Sernámsdeplinum v.m.

Helst verður brúk fyri teimum fólkum, sum í dag starvast innan sernámsfrøðiliga virksemið, men møguliga mugu nøkur av verandi størvum broytast/umskipast til onnur, sum meira brúk er fyri.

Fleiri psykologar mugu setast sum skjótast, og bøtast má eisini um starvsfólkatørvin á hoyritólaøkinum.

Í sambandi við eina bygnaðarbroyting sum hesa, har tveir stovnar verða lagdir saman í ein, eru nógv formlig starvsfólkaviðurskifti, sum hugsast má um. Starvsfólkabólkarnir eru fleiri, og starvsfólkini, eisini innan ymsu fakbólkarnar, eru sett við ymsum treytum.

Starvsfólkabólkarnir eru:

  1. Tænastumenn hjá landinum.
    * Undirvísingarleiðari, 3 ráðgevar, 1 teknmálsráðgevi, skúlaleiðarin
  2. Statstænastumenn, sum hava Socialministeriet sum arbeiðsgevara.
    * Inspektørur, 5 lærarar, 3 undirvísandi pedagogar, 1 starvsfólk á Næmingaheiminum
  3. Starvsfólk sett eftir sáttmála millum landsstýrið og avvarandi fakfelag.
    * 3 fysioterapeutar, 1 verkfrøðingur, 1 psykologur, 2 pedagogar, 1 hjálparfólk, 4 skrivstovufólk
  4. Sáttmálasett eftir avtalu millum S 81 og landsstýri. Flestu eru limir í Føroya Lærarafelag, men lærarafelagið hevur ikki sáttmála um hesi.
    * 14 lærarafólk, 3 undirvísandi pedagogar, leiðarin og 3 pedagogar á Næmingaheiminum
  5. Starvsfólk, sett av landsstýrinum. Sett eftir 1991. Ógreið viðurskifti.
    * 1 lærari og 1 pedagogur
  6. Starvsfólk, sum eru mánaðarlønt ella tímalønt. Hesi eru sett av leiðslu skúlans eftir sáttmálanum hjá H.H., H.A., H.A.K.
    * 1 umsjónarmaður, 1 bilstjóri, 4 vaskikonur

Nú Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin og Skúlin á Trøðni skulu samskipast í nýggjan Sernámsdepil, stinga nógvir spurningar seg upp í sambandi við setanarviðurskiftini hjá teimum starvsfólkunum, sum starvast á báðum stovnunum. Fyri at fáa greiði á øllum viðurskiftum verður helst neyðugt at taka starvsfólkaviðurskiftini hjá øllum starvsfólkunum í Sernámsdeplinum upp til viðgerð.

Uppskot skal gerast fyri, hvørji størv skulu vera, og starvslýsing eigur at verða gjørd fyri hvørt einstakt starv. Uppskot má gerast til nýggju setanartreytirnar. Tá hetta er gjørt, eiga starvsfólkini at verða kunnað, og samráðingar mugu takast upp við fakfeløgini hjá ymsu starvsfólkabólkunum.

Umframt omanfyri nevndu starvsfólk starvast ráðgevar og talilærarar kring landið. Flestu av hesum, eru sett sum vanligir lærarar, og starvast undir skúlaleiðaranum á teirra skúla, men í arbeiðinum sum ráðgevar og talilærarar arbeiða teir í Sernámsfrøðiligu Ráðgevingini. Við nýggju skipanini verður ikki neyðugt at broyta setanarviðurskiftini hjá hesum ráðgevum.

Tó ikki øll eru sett á henda hátt. Í fólkaskúlanum eru 5 fólk sett sum talilærarar í ávísum øki í landinum. Hesir talilærarar hava nakrar fáar undirvísingartímar á einum av skúlunum í økinum, men sum talilærarar arbeiða teir við ábyrgd mótvegis undirvísingarleiðaranum. 3 av hesum talilærarum virka eisini sum ráðgevar.

Støða má takast til, hvussu talilærararnir skulu ganga inn í nýggju skipanina, og avgerð skal takast um, um hesir formliga skulu setast undir Sernámsdeplinum, og greitt má vera, hvørjum teir arbeiða undir.