Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal Y

 

 

 FÍGGJARMÁLASTÝ'RIÐ

Argir, tann 16-11-99 J.Nr.:
(at tilskila i svart)
Viðgjørt: PAL/BK
Tygara skriv

Figgjarnevnd Løgtingsins
Løgtingsskrivstovan
E. Jarlsgøta
FO- 100 Tórshavn

 

Viðvíkiandi Føroya Kærustovni.

Føroya Kærustovnur hevur nú virkað í knapt eitt ár. Stovnurin sum er skrivstova hjá Landsskattanevndini, Tollkærunevndini, MVG-kærunevndini og Kærunevndini í almannamálum varð settur á stovn við tí aðalmáli, at betra um viðgerðina av kærum innan nevndu økir. Áðrenn Føroya Kærustovnur varð skipaður, høvdu omanfyri nevndu nevndir onga verunliga fyrisiting, og merkti hetta, at kæruviðgerðin ofta bleiv tilvildarlig. Bíðitíðin eftir eini avgerð var ofta sera long, og tá eingin verunlig fyrisiting var til taks, endaði tað ofta við, at avgerðirnar vórðu grundaðar á tilmæli frá tí almenna stovninum, ið kærdur varð.

Fíggjarmálastýrið hevur fingið ta fatan, bæði frá borgarum, og avvarðandi myndugleikum og nevndum, at skipanin við Føroya Kærustovni virkar væl, og roynt eigur tí at verða at fáa skipanina at fevna viðari enn í dag.

Orsakað av, at ein sera stórur partur av teim kærum, sum stovnurin viðgerð, eru viðvíkjandi skatti og mvg, kundi tað givið størri rættarkenslu hjá borgarunum, um stovnurin ikki stóð á § 3 á fíggjarlógini.

Løgmaður og fliggjarmálaráðharrin eru tí samdir um at flyta stovnin frá § 3 til § 2 á figgjarlógini.

Figgjarnevndin verður tí hervið biðin um at taka hædd fyri hesum i álitinum til figgjarlógina fyri ár 2000.

Figgjarmálastýrið

 

Karsten Hansen
landsstýrismaður

/ Petur A1berg Lamhauge
figgjarmálastjóri

TRADAGØTA39 - POSTSMOGA2039 - FO-165 ARGIR

TELEFON 35 20 20 - T-ELEFAX 35 20 30 - E-mAIL: FINANS@FMS-FL.FO