Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal X

Skriv frá Ítróttasambandi Føroya

Tórshavn 12.10.1999
J.nr. -U. JK 

 

Sera hugstoytt og ørkymlandi kendist tað tá uppskotið til fíggjarløgtingslóg fyri komandi árini varð lagt fram. Sambært hesum minkar stuðulin til Ítróttasamband Føroya við umleið 75% - úr 2,3 milliónum niður í 560.000. Tó verða tær 300.000, ið eru ætlaðar til bóltvenjarastuðul, fluttar beinleiðis til Fótbóltssamband Føroya.

Sambært viðmerkingunum er orsøkin til at Undirvísingar og Mentamálastýrið (UMMS) vil skerja stuðulin til føroyska ítrótt við so stórari upphædd hon, at Ítróttsamband Føroya fær part av veddingarpeninginum, ið, sambært avtalu við Dansk TipsTjeneste, verður veittur Føroyum. Peningurin, ið veittur verður nú, stavar frá tveimum árum, nevnliga 1998 og 1999.

Samstarvið við donsku tips-tænastuna

Upprunaliga er tað Ítróttasamband Føroya, ið hevur fingið samstarvið við donsku tips-tænastuna í lag. Hetta var sera drúgført og krevjandi arbeiði, men vónin var, at tann peningur, ið kundi vinnast burtur úr einum aktivum samstarvi, vildi koma bæði ítrótti og samfelag til góða. Og so varð eisini – mettu vit – tí peningurin, ið kom til Føroya, skuldi býtast millum ítróttina, annað ungdómsarbeiði og UMMS. Men nú, tá arbeiðið hjá ÍSF, ið m.a. hevur havt við sær, at UMMS beinleiðis av veddingarpeninginum fær umleið 1,3 millión eyka um árið at ráða yvir, verður ÍSF revsað fyri stríð sítt. Sambært Undirvísingar- og Mentamálastýrinum er rættast at stuðulin til føroyska ítrótt verður minkaður við 1,5 millión tí at felagsskapurin hevur megnað at útvega annan pening til Føroya!!!

Hóast hesin veddingarpeningur í fyrsta umfari óiva vil hava við sær eina meirinntøku til føroyska ítrótt, so er eingin trygd fyri, at henda veiting heldur fram. Longu nú er greitt, at inntøkurnar hjá donsku tips-tænastuni í Føroyum eru minni enn framman undan mett, og at grundarlagið, ið nýtt er sum samráðingarstøði, tí ikki er haldbart. Avtalan, ið gjørd er, gongur til ár 2001 og samráðingar um nýggja avtalu byrja væntandi komandi ár. Sostatt er sera óvist hvussu verður við hesi inntøku eftir ár 2001.

Skerdar ætlanir

At stuðulin til føroyska ítrótt verður skerdur við so stórari upphædd vil hava við sær, at ætlanir og tiltøk, ið hava bíðað í fleiri ár, ikki kunnu setast í verk. Hesi tiltøk, ið millum annað fevna um útbúgvingarætlanir av leiðarum og venjarum, um millumtjóða tiltøk í Føroyum, luttøku í kappingum og ráðstevnum, øktum fyribyrgjandi sosialum arbeiði umframt øðrum, mugu tí steðga enn longur. Óvist er tí um nøkur av hesum tiltøkum nakrantíð verða veruleiki, tí hjá fleiri av ítróttagreinunum, ið hava stríðst við hesum, er markið nú nátt. Orka er ikki til at halda fram og vandi er fyri at felagsskapurin ÍSF syndrast. Støðan er sera álvarslig og vandi er fyri óbótaligum skaða.

Torført at venda aftur

ÍSF hevur fyrr verið fyri stórum niðurskurði og royndirnar vísa, at torført – fyri ikki at siga ógjørligt – er at fáa upphædd á fíggjarløgtingslógina, um hon fyrst er skorin burtur. Fíggjarkarmarnir, sum UMMS virkar undir, verða neyvan víðkaðir komandi árini, og verður stuðulin til ÍSF minkaður nú, eru útlitini fyri at hann nakrantíð skal økjast aftur, nærum eingir. Og tá kemur tað, ið tykist at vera sparing nú, í veruleikanum at hava stórar eyka útreiðslur við sær umframt at samfelagsligir trupulleikar kunnu standast av hesum.

Ítróttasamband Føroya, ið umboðar alla ítrótt í Føroyum, vil tí harðliga mótmæla, at stuðulin verður skorin, sum skotið upp av UMMS, og vil í staðin mæla til, at upphæddin verður í minsta lagi tann sama sum á inniverandi fíggjarlóg.

---------------------------

Viðlagt hesum skrivi eru stutt yvirlit, ið m.a. vísa arbeiðið, ið ítróttafeløg og -felagsskapir gera í Føroyum. Á hesum sæst m.a., at ólønta arbeiði, sum leiðarar, venjarar og onnur innan ítróttarørsluna gera, sparir føroyska samfelagnum umleið 18 milliónir í lønarútreiðslum um árið, men at landskassastuðulin samstundis hevur verið í støðugari minking gjøgnum níti-árini

Fylgiskjøl:

    1. Um ítróttasamband Føroya og føroyska samfelagið
    2. Yvirlit yvir landskassastuðul 1989 – 1997
    3. Yvirlit yvir útreiðslur 1989 – 1996
    4. Yvirlit yvir inntøkur 1989 – 1996
    5. Yvirlit yvir hvat inntøkurnar verða nýttar til
    6. Yvirlit yvir virði av óløntum ítróttararbeiði kring oyggjarnar
    7. Yvirlit yvir limatal í ítróttafeløgunum kring oyggjarnar
    8. Grannskoðarayvirlit yvir hvat nøkur tilvildarliga vald ítróttafeløg gjalda til føroyska samfelagið í 1996

    (Bert skjal a var hjálagt her)

Samstundis vil ÍSF eisini biðja um fund við allar politisku flokkarnar um hetta fyri okkum týdningarmikla mál, og bíða vit eftir fundarboðum. 

Við ítróttarkvøðu

Ítróttasamband Føroya 

Heðin Mortensen, formaður
Sverre Midjord, næstform.
Petur Elias Petersen, skrivari

Fótbóltssamband Føroya
Torleif Sigurðsson

Hondbóltssamband Føroya
Petur Ove Petersen

Flogbóltssamband Føroya
Niclas Joensen

Róðrarsamband Føroya
Johannes Joensen

Badmintonsamband Føroya
Heðin Joensen

Borðtennissamband Føroya
Leo Poulsen

Svimjisamband Føroya
Sunrid Traðará

Føroya Fimleikasamband
Andrias Lamhuage

Judosamband Føroya
Sofus Johannesen

Ítróttasambandið fyri Brekað
Jógvan Jensen

Deildarsambandið fyri Súkkling og frælsum Ítrótti
Hjalti Gunnarstein

Ríðisamband Føroya
Hjalmar Petersen

Skjótisamband Føroya (byrsu- og bogaskjóting)
Schandorff Vang

Deildarsambandið fyri Nýstovnaðum Ítrótti
(tennis, Tae-Kwon Do, karate, kurvabóltur, golf, froskmenn, billiard)
Edvard Olsen

 

Fylgiskjal a)

Ítróttarørslan og arbeiði í almenna høpinum

Ítróttasamband Føroya og føroyska samfelagið:

Ítróttsamband Føroya er meginfelagsskapur hjá allari ítrótt í Føroyum. Í felagsskapinum eru 23 ítróttagreinar umboðaðar av 14 ser- og deildarsambondum, ið aftur umboða 13.000 ítróttafólk í meira enn 100 feløgum.

Øll hesi eru sera aktiv innan nógv øki og í gerandisdegnum frættist nógv frá ymsum kappingum og tiltøkum. Hóast tað kann tykjast sera nógv, tá fjølmiðlarnir umrøða og siga frá ítrótti, so er hetta í veruleikanum eins og ísfjallið - bert toppurin kemur undan, meðan størri parurin liggur fjaldur. Tað er nevnliga so, at ítrótt og ítróttarrørsla í virki sínum dagliga røkja týðandi samfelagsligar uppgávur.

Nógv er at tríva í, men her verður bert nortið við partar av ti nógva, ið ítróttin hevur átikið sær sum part av uppgávu sínu.

Í stuttum verður komið inn á

Uppaling
Týðandi partur av uppgávuni hjá ítróttarørsluni er uppaling av ungdómi. Gjøgnum ymiskt virksemi lærir tann einstaki at

Gjøgnum spæl og álvara mennist tann einstaki, sjálvdissiplin gerst partur av lívinum og gjøgnum ítrótttina fær einstaklingurin førning, ið ger hann betri føran fyri at røkja skúla og/ella arbeiði.

Í uppalingarvirksemi sínum bjóðar ítróttin eisini fram fleiri mennandi skeið - eitt nú innan leiðslu, umsiting, samskifti, heilsu, sálarfrøði o.a. Sjálvandi eru skeiðini fyrst og fremst ætlaði ítróttaviðurskiftum, men øll teirra eru tó so breið, at hvør einstakur, ið hevur verið á onkrum av hesum skeiðum, kann nýta hóp av tí, ið lært verður, í samband við eitt nú arbeiðsviðurskifti. Hóast skeiðini enn ikki eru kompetansugevandi á almenna arbeiðsmarknaðinum, so er eingin ivi um, at fólk, ið hava fylgt slíkum skeiðum, eru betri før fyri at røkja størv síni.

Kriminalfyribyrgjan
Tað er ein sannroynd, at ítrótt hevur mennandi týdning fyri tann einstaka og at hetta eisini virkar fyribyrgjandi tá umræður eitt nú kriminaliteti.

Royndir vísa, at ítróttaungdómur gjøgnum virki sítt innan ítróttarørsluna fær so stóran part av sosiala tørvi sínum nøktaðan, at hetta, saman við uppalingartættunum, ið nevndir eru framman fyri, hevur við sær at virðingin fyri øðrum og samfelagsliga samábyrgdin eru so stór, at hesir ungdómar ikki koma sær upp í kriminalitet av nøkrum slag.

Heilsa og heilsurøkt
Ítrótt hevur sera stóra týdning fyri heilsuna - bæði ta likamligu og sálarligu.

Rørsla styrkir likamligu verjuskipaninar og ítróttaíðkan hevur sera stóran týdning í samband við sonevndu vælferðarsjúkurnar. Sjúkur í eitt nú hjarta og blóðrensli, og sjúkur, ið stava frá hesum, eru ikki eins vanligar hjá fólki, ið regluliga íðka ítrótt - eisini um hetta er á lágum motinsstøði.

Ítróttarørslan er greið yvir, at her røkir ítróttin stóra samfelagsliga uppgávu. Jú fleiri, ið eru við í ítrótti, jú betri møguleikar eru fyri at minka um útreiðslur til sjúkrarøkt - ella at umleggja hesar útreiðslur, so at tær í størri mun kunnu nýtast á átrokandi økjum. Sum er skipa feløg og sambond soleiðis fyri, at tilboð eru til bæði roynd og óroynd, tá umræður motión og ítrótt, og feløg innan heilsurøkt og ítróttasamskipanir hava gjøgnum fleiri ár samstarva á ymsum økjum fyri at betra um møguleikanar at røkka øllum.

Jú fleiri, ið íðka einhvørja ítrótt, jú betri eru møguleikarnir fyri einum heilsugóðum lívi og samstundis betrast møguleikarnir fyri einum virknum lívi á ellisárum.

Gjøgnum fleiri ár tóktist vanliga mannahugsanin at vera, at fólk skuldu gevast at íðka ítrótt tá tey komu upp móti teimum tríati, men her er tíbetur komin vend í. Seinnu árini eru fleiri ítróttagreinar komnar, ið geva fólki tilboð - og møguleikar - at vera við í ítrótti líka mikið hvør aldurin so er.

Fyribyrgjan er altíð betri enn viðgerð. Ítróttin hevur her stóra uppgávu, sum hon roynir at loysa á besta hátt. Eingin fær nakað burtur úr einum sjúkum samfelag - hvørki so ella so!!

Ferðamannavinna
Avmarkað er hvørjir inntøkumøguleikar eru í føroyska samfelagnum. Náttúruviðurskifti og tilfeingið seta avmarkingar og í stóra mun hevur búskapurin verið einstreingjaður - ein sonevndur "mono-økonomiur".

Tó eru broytingar hendar. Ferðamannavinnan vinnur fram og talið av vitjandi økist í hvørjum.

Her hevur ítróttin havt - og hevur framvegis - ein stóran leiklut.

Samskiftið við útlendsk ítróttafólk er økt nógv seinnu árini. Bond eru knýtt við felagsskapir kring allan heim og fremmand ítróttalið vitja javnan henda vegin umframt at ráðstevnur og fundir verða hildin í Føroyum. Við hesum ítróttafólki koma eisini nógv viðhaldsfólk og stuðlar umframt hópur av fjølmiðlafólki til Føroya. Reklaman, ið kemur burtur úr hesum er stór og røkkur í dag nógv longri enn fyri bert tíggju árum síðani.

Umboð
Føroysk ítróttafólk virka mangan sum sendimenn fyri Føroyar.

Í samband við øktu luttøkuna í altjóða og millumtjóða ítrótti er neyðugt at føroyingar eisini leita sær út. Á slíkum ferðum koma umboðini fyri ítróttina oftast í samband við umboð fyri bæði tað almenna og vinnulív á tí staði, ið vitja verður. Á slíkum ferðum gera bæði feløg og einstaklingar eitt stórt arbeiði fyri at kunna um Føroyar og føroysk viðurskifti - bæði í skrift og talu.

Lítil ivi er um, at slík umboðan er sera virðismikil fyri alt tað føroyska samfelagið, tí hvat vit so enn halda um okkum sjálvi, so slepst ikki uttan um, at fá eru tey, ið vita nakað um okkum og færri eru tey, ið kenna nakað veruligt til Føroyar og føroysk samfelags- og vinnuviðurskifti. Hetta roynir ítróttarrørslan at bøta um m.a. við altíð at hava hóp av kunnandi tilfari við sær, tá vitjað verður á fremmandum støðum.

Rúsevni
Ítróttarørslan arbeiðir ímóti rúsevnanýtslu í samband við ítrótt. Øll, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma til venjingar og kappingar í einum rúsfríum umhvørvi. Venjarar, leiðarar og ítróttafólk annars skulu vera ein góð fyrimynd fyri onnur.

Arbeitt verður fyri, at áskoðaramentanin í so stóran mun sum til ber skal vera trygg og familjuvinarlig og øll, ið eru við í ÍSF, skulu fylgja landsins lógum um rúsdrekka. Lýsingar á leikvøllum, í hallum, felagshølum og á ítróttabúnum skulu fylgja somu reglum.

Allir limir í ítróttafeløgum verða kunnaðir um tey skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á ítróttaravrikini, trygdina og felagsandan innan ítróttina. Ítróttin skal hava ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki, sum hava týðandi part av sínum virksemi knýtt at rúsdrekka.

Bannað er øllum ítróttafólki undir átjan ár at nýta lýsingar frá virkjum ella feløgum, sum lýsa við rúsandi evnum - eisini um hetta ikki er í stríð við galdandi lógir.

Ítróttasamband F'øroya fylgir altjóða reglum tá talan er um rúsevnispolitikk og er í støðugum og tøttum samstarvi hesum viðvíkjandi við hini norðurlendsku ítróttasambondini hesum viiðvíkjandi.

Annað
Trivið kundi verið í nógv annað, tí á nógvum øðrum samfelagsøkjum ger ítróttin eitt stórt og gagnligt arbeiði.

Í fyrsta umfari verður tó ikki gjørt meira burtur úr, men vónin er, at henda stutta gjøgnumgongd kann geva eitt ávíst innlit í uppgávurnar, ið ítróttin hevur átikið sær at fremja. 

Umsókn til játtan til Ítróttasamband Føroya
á løgtingsfíggjarlógini fyri 2000

Ítróttasamband Føroya (ÍSF) er savnandi felagsskapur fyri alla ítrótt í Føroyum, umboðandi tilsamans uml. 15.000 virkin ítróttafólk. Hesi eru savnað í 14 sersambond - tilsamans í 120 ítróttafeløgum kring alt landið. Við øðrum orðum verða tilsamans 23 ítróttagreinar íðkaðar í Føroyum undir skipaðum viðurskiftum. Aftur at hesum koma so nakrar ítróttagreinar, sum í løtuni ikki eru skipaðar, tí hesar eru nýggjar og enn lítlar.

Her verða nevnd nøkur av teimum økjum, ÍSF hevur við í ætlanunum fyri virksemið í 2000. Fyrst og fremst er talan um arbeiðið í Føroyum:

Umframt eru eisini hesi øki:

Aftur at hesum kemur so sjálvt arbeiðið í Føroyum: 

Sera trongar fíggjarligar karmar
Endamálið hjá ÍSF er at bera so í bandi, at ítróttin kann vera fyri øll. Sum yvirorðnað mál fyri komandi árini eigur at vera, at fyrst og fremst børn og ung eiga at fáa eitt breitt ítróttatilboð og harvið samstundis trygg og góð kor í uppvøkstrinum. Grundvirðini í ítróttini í Føroyum - eins og tey alla aðra staðni eru tað - eiga at vera gleði, felagsskapur, góð og sunn heilsa og "fair play".

Sum nú er, hevur føroysk ítrótt sera trongar fíggjarligar karmar at virka undir, og tí er vandi fyri, at torført verður hjá ÍSF at fylgja endamálinum og halda fram við tí menning, lunnar eru lagdir undir gjøgnum tey mongu undanfarnu árini, nú ÍSF fer um tey seksti.

Síðstu árini er játtanin til ítróttina minkað við l,5 mió. krónum, og hendan minking merkist kring alt landið. Meðan virksemið er vaksið, er játtanin minkað so mikið nógv, at talan ikki kann vera

um nakað viðlíkahald - og als ongar íløgur. Hetta merkir afturgongd, meðan vit í besta føri standa í stað. Hesi støðu kann føroysk ítrótt ikki liva viðð, tí tíðin krevur menning.

Seinnu árini eru bæði ítróttagreinar og -feløg vorðin fleiri í tali, og hetta merkir samstundis, at minni verður í part hjá teimum, sum íðka. Verður játtanin ikki økt nú, kemur hetta at merkja eina munandu afturgongd innan alla føroyska ítrótt, tí verri verður at fáa endarnar at røkka saman á teimum ymsu økjunum, verður ikki vælvild sýnd frá almennari síðu nú! 

Ólønt og sjálvboðið arbeiði
Fær ítróttin í Føroyum ikki størri játtan, er vandi fyri stórari afturgongd. Nógv av tí, sum er bygt upp gjøgnum árini, dettur niðurfyri. Innanlands eru karmarnir alt ov trongir, sum er, og úteftir gerast vit ikki før fyri at kappast við onnur á jøvnum føti, fæst ikki størri játtan.

Nógv tann størsti parturin av øllum tí arbeiði, gjørt verður innan fyri føroyska ítrótt er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Og tey fáu, ið gera eitt lønt og partvíst lønt arbeiði, gjalda nógvan skatt, tí talan í flestøllum førum er um síðst forvunnu krónurnar. Hevur eitt felag eitt nú ein venjara, ið vil hava X krónur eftir aftan á skatt, skal felagið útvega tríggjar ferðir X krónur, skal hetta lata seg gera.

Óneyðugt er at nevna, at ítróttin sparir tað almenna fyri nógvan pening, júst tí alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið og ólønt. Ítróttin er ikki - sum nógv annað frítíðarítriv - undir frítíðarlógini. Ein kundi bert hugsað sær, hvussu stóra játtan, talan hevði verið um, um so var.

ÍSF hevur gjørt eina kanning av, hvat føroyska ítróttin hevði kostað í krónum og oyrum, um talan ikki var um sjálvboðið arbeiði, sum tað er nú. Tá venjarar og onnur lønt fólk innan ítróttina ikki eru tald við, er talan um eina upphædd upp á 18 milliónir krónur.

Verða hesar 18 milliónir krónurnar samanbornan við tær 2,36 milliónur krónurnar, ÍSF fær um árið frá tí almenna, sæst týðiliga, at samsvar als ikki er millum tørvin og ta játtan, ítróttin fær á fíggjarlógini. Enn hava politikarar ikki skilt hetta, men vónandi hava vit okkurt betri í væntu í framtíðini, tí virksemið økist at kalla hvønn einasta dag, meðan játtanin ár um ár stendur í stað. 

Av omanfyri nevndu orsøkum er av alstórum týdningi, at játtanin til føroyska ítrótt verður økt nú. Við verandi játtan ber ikki til at halda verandi virksemi í gongd, uttan at talan samstundis verður um stór afturstig. Hinvegin kann ein økt játtan vera við til at loysa samfelagstrupulleikar, og føroysk ítrótt kann gerast kappingarfør og halda seg á einum sømiligum støði. 

Hvat skal økt játtan brúkast til?
Niðanfyri verða nevnd nøkur av teimum økjum, ið krevja innspræning, so tað skal vera gjørligt hjá ÍSF at halda fram við virkseminum. Uttan økta játtan letur lítið og einki av hesum seg gera, meðan ein økt játtan kann hjálpa ÍSF at halda fast við verandi karmar og skapa betri fyritreytir innan fyri hesar karmar.

Ítróttaráðgevi
Í eitt tíggju ára skeið frá 1940 til 1950 hevðí ÍSF ein ítróttaráðgeva, men síðani hevur eingin verið, eitt nú orsakað av ov lítlari játtan á løgtingsfíggjarlógini. Øll ítróttasambond uttan um okkum hava upp til fleiri ítróttaráðgevar, meðan vit í Føroyum ongan hava. Sostatt eru Føroyar at meta sum eftirbátar í mun til grannar okkara - og verri fyri enn í 1940, tá vit høvdu ítróttaráðgeva. Ætlanin við føroyskum ítróttaráðgeva er, at hann skal vegleiða og hjálpa lokalfeløgunum, ið eru hjartað í øllum føroyskum ítróttaarbeiði. Sera tungt er at reka feløgini, har alt arbeiði verður gjørt ólønt, so tí er ítróttaráðgevin ein kærkomin møguleiki hjá flestu feløgunum at seta í verk virksemi, ið annars ikki hevði latið seg gjørt.

Oyggjaleikir
Annaðhvørt ár eru oyggjaleikir, og í 1999 var Gotland vertur. Hetta er størsta kapping, føroysk ítrótt er við í við fleiri ítróttagreinum, og hevur luttøka í hesi kapping sera stóran týdning - ikki minst fyri smærru ítróttagreinarnar. Nevnast kann, at Føroyar hvørja ferð eru umboðaðar við umleið 150 ítróttafólkum. Arbeitt verður við at fáa hesar leikir til Føroya í 2005. Føroyar hava markerað seg og vunnið mong heiðursmerki við Oyggjaleikirnar, og hetta er eitt gott høvi at umboða Føroyar uttanlands. Hesaferð vóru vit nr. 7 av 22. Mong lond eru við hvørja ferð, og hetta er eitt ítróttatiltak, ið verður væl lýst av fjølmiðlum - bæði bløðum, út- og sjónvarpi úr hesum londum og øðrum við. Av tí at Føroyar liggja framvið at gerast vertir í 2005, verður serliga neyðugt at markera hetta á komandi Oyggjaleikunum, og hetta krevur enn størri fíggjarliga og aðra orku - ikki minst, tí yvir 2.000 útlendskir gestir tá kunnu væntast at koma hendavegin. Skulu vit framvegis gera okkum vónir um at vera við og gera okkum galdandi á Oyggjaleikunum komandi árini, verður eisini neyðugt, at ein árlig játtan verður latin júst hesum arbeiði á fíggjarlógini, so Føroyar ikki detta niðurímillum og gerast eftirbátur, eftir at hava verið millum undangongulondini á hesum øki frá byrjan.

Ferðing við Strandferðsluni og Bygdaleiðum
Sum er, fer stórur partur av játtanini til ÍSF beinleiðis til ítróttaferðing millum oyggjar og bygdir/býir við skipum hjá Strandferðsluni og bussum hjá Bygdaleiðum.Síðstu árini hevur hesin partur av játtanini staðið í stað, hóast størri virksemi hevur verið, so sum kappingar og annað. Onkuntíð hevur nýtslan av hesi ferðing eisini verið størri enn játtanin, og tí verður søkt um, at hesin partur av játtanini verður hækkaður. Mælt verður til at hækka henda partin upp í l,7 milliónir krónur, sum sambært bæði ÍSF og Strandferðsluni er hóskandi upphædd, so sleppast skal undan at fara út um játtanina hvørt ár.

ÍSF-húsið
ÍSF-húsið er sendistovan hjá føroyskari ítrótt, og her koma ítróttaleiðarar og íðkandi úr øllum heiminum - eisin fjølmiðlafólk úr øllum heiminum hava sína gongd her. Eftirhondini hevur húsið mong ár á baki, og síðani tað var umvælt afturi í 1982, hevur einki verið gjørt innan. Nógv virksemi er í húsinum, og tí eru ábøtur av ymsum slag tiltrongdar - serliga innan. Eitt nú eru gólvini slitin og gomul, innbúgvið ótíðarhóskandi og sum heild tørvur á vanligum viðlíkahaldi. Teirra millum, ið halda til í húsinum, er Ítróttasamband fyri Brekað, men kortini er eingin lift til brekað í húsinum. Húsið er tyngjandi fyri dagliga raksturin hjá ÍSF, og tí kundi verið ynskiligt, at tað almenna yvirtók raksturin v húsinum, sum sostatt virkaði sum almennur bygningur - umboðandi bæði føroyska ítrótt og Føroyar úteftir.

Ítróttin á Internetinum
Í hesum døgum, har tøknifrøðin alsamt setur stór krøv, er av stórum týdningi at fylgja við og at hava so gott samskifti úteftir sum gjørligt. Tí er ætlanin hjá ÍSF at leggja linjurnar viðvíkjandi nýtslu av Internetinum, so hon verður samskipað og opin fyri øll - og at ikki øll hvør í sínum lagi fara á netið. Øll í norðurlondum og annars uttanlands, ið vit samstarva við, eru á Internetinum, og tí er av alstórum týdningi, at vit í Føroyum eisini fáa fylgt við á hesum øki. Eitt nú so at øll skjótt og lætt kunnu fáa upplýsingar um bestu føroysku úrslitini og upplýsingar av ymsum sambandi - bæði viðvíkjandi sersambondum og lokalfeløgum. ÍSF hevur møguleika at koma við í norðurlendska samstarvið á Internetinum, og harvið fáa góða atgongd til nógv av tí, ið er alneyðugt í dagliga ítróttaarbeiðinum í Føroyum. Samstundis gevur Internetið møguleika fyri góðari føroyskari umboðnan úteftir. 

Teknisk innlegging í ÍSF-húsinum
Tørvur er á ljóð- og ljósútgerð í sambandi við skeiðvirksemi í ÍSF-húsinum. Javnan verða skeið av ymsum slag hildin fyri ítróttafólkum úr øllum landinum, men illa ber til at halda hesi skeið á nøktandi støði, tí útgerð ikki er til tað. Somuleiðis er tørvur á einari innanhýsis netskipan, so teldur hjá ÍSF, sersambondum og deildum kunnu standa í samband við hvørja aðra. Hetta kann vera við til at lætta arbeiðsgongdina munandi. Nógv av teirri útgerð, sum finst í húsinum, er ov gomul, ótíðarhóskandi og seinfør, so tí er neyðugt við nýggjari telduútgerð sum heild.

Norðurlendskir ítrótta- og mentunardagar
Norðurlendsku ítróttasambondini eru farin undir at skipa fyri tiltøkum fyri ungdóm úr øllum norðurlondum í londunum í útnorði, tað vil siga Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Í juli mánað 1999 vóru hesir dagar í Nuuk í Grønlandi. Stórur dentur verður lagdur á mentan og sosiala samveru, og í Grønlandi verður sostatt serligur dentur lagdur á at kunna um grønlendsk viðurskifti og grønlendska mentan - ungdóminum til gagns og upplæring. Slíkir dagar verða í Føroyum í 2000, so tað verður gott høvi at økja um reklamuvirðið fyri Føroyar - einamest í fjølmiðlunum í grannalondum okkara, sum fylgja væl við hesum tiltaki. 

Altjóða viðurkenning
ÍSF leggur stóran dent á, at arbeiðið at Føroyar fáa olympiska viðurkenning, verður tikið uppaftur. Hetta arbeiði hevur ligið lamið síðstu árini, tí tað er bæði ein tíðarkrevjandi og fíggjarliga stór uppgáva. Men nú metir ÍSF, at tíðin er komin, at full segl verða sett til og at málið - um neyðugt - verður reist gjøgnum Føroya løgmann, sum er verji fyri allari ítrótt í Føroyum og hevur uttanríkismál undir sær, eins og gjøgnum landsstýrismanninn við mentamálum. Somuleiðis er enn onkur ítróttagreinn, ið enn ikki hevur fingið altjóða viðurkenning og møguleika fyri umboðan uttanlands, so tí verður eisini stór orka løgd í tað arbeiðið.

Dopingeftirlit
Ein vansi, ið ger alt meira um seg, er doping. Tíbetur tykist hetta ikki vera eitt fyribrigdi, Føroyingar hava verið raktir av, men ilt er at siga nakað um tað, tí vit hava einki dopingeftirlit her á landi. Tað kann darva møguleikum okkara at gerast vertir fyri millumlandakappingum, meðan øll hini norðurlondini hava slíkt eftirlit. Sostatt eru Føroyar eisini á hesum øki eftirbátar, júst tí vit ikki hava ráð at seta eitt dopingeftirlit á stovn. Neyðugt er at fáa hetta eftirlit í gongd, og tað kann ongantíð gerast ov skjótt, men tað letur seg ikki gera uttan eina størri játtan.

Játtan til ítróttina rindar seg sjálva aftur
Sum víst á omanfyri, er so at siga alt ítróttaarbeiði sjálvboðið og ólønt. Kortini er hetta arbeiði avgjørt ikki uttan útreiðslur - tvørturímóti og sjálvsagt, tá hugsað verður um, hvussu umfatandi hetta virksemi er, umfatandi umleið 15.000 virkin ítróttafólk í øllum landinum.

Samstundis sum játtanin síðstu árini er skerd við l,5 mió. krónum, eru eyka útreiðslur lagdar oman á ta útreiðslubyrðu, ítróttin frammanundan hevur at dragast við. Serliga er meirvirðisgjaldið tyngjandi fyri lokalfeløgini, ið gjalda mvg av flestu útreiðslum tey hava, so sum olju, streymi, allari útgerð, vinningum í sambandi við bingo, lutaseðlar og eydnuhjól, lýsingum og øðrum. Tey feløg, ið hava løntar venjarar, skulu leggja nógv størri orku í síni inntøkutiltøk, skal roknistykkið ganga upp.

Harumframt hava øll feløg, ið nýta hallir, stórar útreiðslur av hesum, so sum leigu og aðrar útreiðslur. Eiga tey húsini sjálv, hava tey hita, streym, rentur og avdráttir og aðrar útreiðslur at dragast við. Eisini eru summi feløg eigarar av vøllum og øðrum ognum, ið nýttar verða í sambandi við ítróttaarbeiði. Alt hetta- umframt vanligi raksturin fyri at halda arbeiðið gangandi - tyngir lokalfeløgini í stóran mun, samstundis sum talan framvegis mestsum bert er um sjálvboðið og ólønt arbeiði.

Men hóast alt hetta, er ítróttin ikki bert ein útreiðsla fyri landið. Ein munandi økt játtan til ÍSF, ið samstundis kemur sersambondum, deildum og lokalfeløgum til góðar, rindar seg sjálva aftur. Fyri at taka eitt dømi, so er ítróttin ein sera stórur partur av teirri ferðamannavinnu, alt verður gjørt fyri at menna her á landi. Umframt at føroyingar ferðast uttanlands til millum- og altjóða kappingar, venjingarlegur, skeið, fundir og annað, kemur hópin av fólki eisini hendanveg í somu ørindum. Hesi leggja nógvan pening eftir seg við hotelluppihaldi, mati og drekka, keypi av tinganesti og øðrum, umframt ferðaavgjald til tað almenna. Runt roknað ferðast árliga umleið 3.000 fólk til Føroya ella úr Føroyum í sambandi við ítrótt, og falda vit hetta tal við ferðaavgjaldinum, ið er 120 krónur av hvørjum ferðaseðli, gevur bara henda ferðing landskassanum 360.000 krónur í beinleiðis inntøku um árið.

Niðurstøðan hjá ÍSF er tí tann, at meðan føroyska ítróttin ikki kann liva við verðandi játtan, men heilt avgjørt hevur eina øking fyri neyðini, skal av álvara ikki koma stígur í arbeiðið, eigur ein ikki at stara seg blindan í hesum, men eisini hava í huga, at játtanin til ítróttina rindar seg sjálva aftur. Ikki bert í krónum og oyrum, sum omanfyri nevnt, men eisini í tí stóra frítíðararbeiði, gjørt verður innan ítróttina um alt landið. Tað hevur stóran sosialan týdning, at ítróttini verður givin livilig kor, og ein kann bara hugsa sær, hvat ungdómurin kanska hevði gjørt, var eingin ítrótt. Við øðrum orðum er ein økt játtan til føroyska ítrótt ein íløga í sunnan og góðan ungdóm og framtíðina.

Við vón um sýnda vælvild, nú løgtingsfíggjarlógin fyri 2000 kemur til viðgerðar. 

Ítróttasamband Føroya 

Heðin Mortensen, forseti     Petur Elias Petersen, skrivari 

 

Umsókn um játtan til Ítróttasamband Føroya fyri 2000

 

INNTØKUR Uppskot
Fíggjarætlan
2000
Uppskot
2001
Uppskot
2002
Uppskot
2003
Rakstur
1998
Landskassastudningur 5.100.000 5.200.000 5.200.000 5.200.000 2.360
Peningur frá Ítróttavedding ? ? ? ?  
Studningur FSF ? ? ? ? 700
Studningur ferðing innanoyggja 1.800.000 1.950.000 1.950.000 1.950.000 1.350
Limagjøld 100.000 100.000 100.000 100.000 153
Endurrindan av MVG 250.000 250.000 250.000 250.000 0
Útvarp & Sjónvarp 185.000 185.000 185.000 185.000 185
Happadráttargrunnurin 50.000 50.000 50.000 50.000 105
Aðrar inntøkur 0 0 0 0 51
Íalt kr. 7.485.000 7.735.000 7.735.000 7.735.000 4.904

 

ÚTREIÐSLUR          
Sersambondini 3.410.000 3.510.000 3.660.000 3.510.000 1.848
Innanoyggjaferðing 1.800.000 1.950.000 1.950.000 1.950.000 1.350
Beinleiðis stuðul til FSF ? ? ? ? 700
Trygging av ítróttafólki 50.000 50.000 50.000 50.000 33
Fyrisiting 450.000 475.000 475.000 475.000 145
Felagskostnaður 200.000 200.000 200.000 200.000 202
Umsiting av bygningi 150.000 150.000 150.000 150.000 95
Oyggjaleikir 100.000 250.000 100.000 250.000 0
Altjóða viðurkenning 75.000 75.000 75.000 75.000 0
Ítrótta- og mentunarstevna 300.000 150.000 150.000 150.000 73
Ítróttaráðgevi 200.000 225.000 225.000 225.000 0
Rentur og avdráttir 250.000 250.000 250.000 250.000 262
Íløgur 500.000 400.000 400.000 400.000 0
Aðrar útreiðslur 0 0 0 0 231
Íalt kr 7.485.000 7.685.000 7.685.000 7.685.000 4.939
Úrslit kr 0 50.000 50.000 50.000 - 35