Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal V

 

Tórshavn 08-11-99

Til:
Undirvísingar- og Mentarnálastýrið
Hoyvíksvegur 72
100 Tórshavn
Att.: Signar á Brúnni, Landssstýrismaður

 

Viðvikiandi: Játtan á konto 7.23.3.03 fíggjarárið 2000.

Undirritaðu skúlastjórar, ið eru limir í bygginevndini fyri nýggjum skúladepli við Marknagilsvegin, vilja við hesum, sum skúlastjórar, heita á Undirvísingar- og Mentamálastýrið um at endurskoða játtanina til omanfyri nevndu konto, áðrenn figgjarlógin 2000 verður samtykt.

Á figgjarlógini fyri 1999 vóru 1,2 milj. kr. játtaðar, og tá var ætlanin at tey næstu, árini fóru rættiliga stórar upphæddir at verða játtaðar. Seinni í figgjarárinum er játtanin lækkað. Útreiðslurnar til arkitektakappingina, sum júst nú er i gongd, verða goldnar av hesi konto.

Sambært figgjarlógaruppskotinum fyri ár 2000, sum liggur á heimasíðuni hjá Løgtinginum, er hetta, púra broytt, og ikki ein króna verður játtað til frarnhaldandi arbeiðið við projektinum í árinum 2000. Í árinum 2001 er ætlanin at nýta 8 milj. kr. til bygging og løguframleiðs1u, og í 2002 12 milj. kr. til tað sama. Vit skilja væl at við stóra íIøgutørvinum í landinum má prioriterast, hvat skal setast í gongd, men vit meta at við at leggja prejektið púra stilt i 2000 verða signal send út um at projektið verður prioriterað so lágt, at tað næstan er deyðføtt frammanundan.

Arkitektakappingin er ein hugskotskapping, og tá vinnandi projektið er funnið má eitt stórt konkretiseringsarbeiði fara fram, áðrenn nakar spaki kann setast í jørðina. Verður als einki gjørt ár 2000, er tað heilt órealistiskt at hugsa sær at byggja fyri 8 milj. kr. í 2001.

Vit skjóta upp, at kr. 400.000 verða játtaðar fíggjarárið 2000. Tá kunnu samráðingar takast upp við vinnaran, so fyrireikandi skitsuprojekteringin i ein ávísan mun kann fara i gongd. Á tann hátt verður áhugin hjá øllum pørtum varðveittur, og byggingin kann fara fyrr í gongd. Annars bera vit ótta fyri, at verandi projekt fær somu. lagnu sum vinnaraprojektið frá kappingini 1994 um nýggjan studentaskúla. Tá varð játtanin eisini skarvað av, og projektið ongantíð tikið uppaftur.

Verður einki bygt innanfyri eitt stutt áramál, noyðast skúlamir hvør í sínum lagi at hugsa, um at gera íløgur í bráfengis ábøtur á verandi bygningar og/ella fyribilsútbyggingar fyri at nøkta ein akuttan hølistørv. Hesar útreiðslurnar eru óneyðugar, um tað innanfyri eitt stutt áramál. er útlit til, at nýggjur skúladepil verður bygdur.

Tað má ikki gerðast soleiðis, at arkitektakappingar verða hildnar bert fyri at útseta neyðugar avgerðir ella iløgur. Tað kunnu hvørki kappingarluttakararnir ella skúlarnir vera nøgdir við. Tað má vera eitt vist útlit til, at onkur av teimum almennu arkitektakappingunum verður framd i verki.

Við vón um eina skjóta og sakliga viðgerð.

Skúlanna vegna

Mads A. Winther                                
Føroya Studentaskúli og EF-skeið

Ragnar Magnussen
Føroya Handilsskúli

Egon Øregaard
Tekniski Skúli i Tórshavn

Avrit til: Fíggjarnevnd løgtingsins.