Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal U

Løgtingsins fíggjarnevnd
Postsmoga 208
110 Tórshavn

8. november 1999

Viðvíkjandi konto nr. 8.20.1.07 "Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu" 

Undirritaði vil hervið vegna Bláa Kross Føroya gera ávísar viðmerkingar til nevndu konto.

Fyrst av øllum vilja vit boða frá, at játtanin til hesa konto í ár (1999) ljóðar uppá kr. 600.000,-. Men í upp-skotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár, er upphæddin skorin við einum triðingi ella niður á kr. 400.000,-, ið vit meta vera sera óheppið. 400.000,- kr. at deila út til 3 ella fleiri privatar felagsskapir til upplýsing og fyribyrging móti rúsdrekkamisnýtslu er ikki nógv. Vit meta, at 600.000,- kr. er eitt avgjørt minstamark fyri hesa konto. Helst átti hon at verið munandi hægri, tí rúsdrekkasølan og rúsdrekkamisnýtslan er ikki minka seinastu árini, tvørturímóti.

Vit vilja tí hervið heita á løgtingsins fíggjarnevnd um at bera so í bandi, at upphæddin á nevndu konto í hvussu er ikki verður skerd, men at hon eisini komandi ár ljóðar uppá minst kr. 600.000,-.

Ónøgd við stuðulsviðgerðina

Vit í Bláa Krossi vilja fara eitt stig víðari og vísa okkara ónøgd við stuðulsviðgerðina fyri hesa nevndu konto. Tí sum partur av eini felags pulju er tað sera ótrygt og óvist, hvussu verður við stuðuli framyvir og nær hann verður útgoldin. Puljan "Tiltøk móti rúsdrekkamisnýtslu" hevur seinastu árini av landsstýrismanninum verið býtt sundur til 3 felagsskapir. Í ár fekk Blái Krossur Føroya 250.000,- kr. burturav, meðan Felagslosjan og Glottin í Klaksvík fingu restina. Hvussu nógv tey fingu, vita vit ikki og umsitingin í Almanna og Heilsumálastýrinum hevur noktað okkum alment innlit. Heldur ikki vita vit um øll puljan er býtt út.

Blái Krossur Føroya (BKF) sendi tann 25. juni í 1998 umsókn til A&H málastýrið um stuðul fyri 1999. Fíggjarlógin varð samtykt seint hetta sama árið og puljan ljóðaði uppá kr. 600.000,-. Men sjálvt um rokn-skapur frá BKF varð latin inn í góðari tíð, kom einki svar úr A&H málastýrinum fyrr enn 16. juni í 1999, sjálvt um vit høvdu rykt óteljandi ferðir eftir svarið. Í hesum svarið stóð, at BKF í ár fekk kr. 250.000,-. Men sjálvt um vit máttu bíða í næstan eitt ár eftir svari, so gingu tað enn 2 mánaðir, áðrenn upphæddin varð útgoldin í august mánaða!

Vit meta, at henda játtanargongd er sera ótrygg og óviss hjá okkum. Tað gongur alt ov long tíð, áðrenn vit vita nakað og í prinsippingum kunnu vit risikera einki at fáa, tá svarið einaferð kemur. Hvussu svarið verður, velst um tilmæli frá umsitingini á hvørjum ári og um hjarta hjá sitandi landsstýrismanni.

Núverandi játtanargongd er, at løgtingið í ár samtykkir eina felags pulju fyri konto 8.20.1.07. BKF skal síðan lata inn roknskap fyri 1999 í góðari tíð (innan 1. mars 2000). Fíggjardeildin í A&H málastýrinum skal síðan góðkenna roknskapin. Málið verður síðan latið einum fulltrúða, sum so ger eitt tilmæli um, hvussu puljan skal býtast í ár 2000. Og so tekur landsstýrismaðurin eina avgerð og peningurin verður játtaður. 

Uppskot um broytingar í játtanargongdini

Blái Krossur vil hervið heita á løgtingsins fíggjarnevnd um at broyta játtanargongdina fyri hesa nevndu konto, soleiðis at puljan verður útgreinað longu í uppskotinum til fíggjarlóg fyri komandi ár. Í fíggjarlógini eru fleiri dømi um kontoir, ið eru útgreinaðar undir felags puljuni. Hetta ger tað lættari og tryggari, bæði fyri privatu felagsskapirnar og fyri landsstýrismannin. Hetta hevði gjørt tað møguligt hjá BKF longu í ár, tá fíggjarlógin varð samtykt, at vitað hvat vit kundu væntað at fingið í stuðuli komandi ár og framyvir (sjálvandi hevði einki verið útgoldið fyrr enn roknskapur fyrilá osfr.). Eisini hevði hetta lætt um hjá bæði umsitingini í A&H málastýrinum og hjá landsstýrismanninum, sum høvdu sloppið undan stríðnum at viðgerða og avgreiða býti av hesari pulju á hvørjum ári.

Dømið um puljur til feløg, ið longu eru útgreinaðar á fíggjarlógini eru:

  1. 8. 21. 1. 22 "Stuðul til ymisk feløg" - har m.a. herbergið hjá Frelsunarherinum stendur fyri seg og Pro Vita eisini stendur fyri seg (sett á av fíggjarnevnd áður).
  2. 8. 21. 5. 01 "Stuðul til feløg hjá brekaðum" – har alt er útgreinað
  3. 8. 21. 5. 04 "Stuðul til feløg hjá eldri" – har alt er útgreinað

Tá vit hava nevnt hesar puljur, ið eru útgreinaðar á fíggjarlógini, so kundi kanska eisini verið eitt hugskot at broytt heiti á konto 8.20.1.07, soleiðis at hon samsvaraði við heiti á omanfyri nevndu kontoum. Hon kundi heldur verið nevnd: "Stuðul til feløg móti rúsdrekkamisnýtslu".

Blái Krossur Føroya hevur í umsókn frá 17. august 1999 søkt um 400.000,- kr. í stuðuli fyri ár 2000 til upplýsing og fyribyrging. Hetta eru 22% av fíggjarætlanini hjá Bláa Krossi til upplýsing og fyribyrging, ið næsta ár javnvigar við uml. 1.850.000,-kr. Í hesum ári fekk Blái Krossur 250.000,- kr. til upplýsing og fyribyrging av eini fíggjarætlan uppá 1.780,000,- ella 14%. Hetta meta vit vera ov lítið, sí annars viðløgdu umsókn. 

Við vón um positiva viðgerð og svar

Blái Krossur Føroya
Kristian á Reynatrøð,
fíggjarleiðari

P.S. Um tit ynskja tað eru vit í Bláa Krossi altíð sinnaði at koma á fund við tykkum í fíggjarnevndini.

 

Almanna- og heilsumálastýrið

att: Helena Dam á Neystabø
Eirargarður 2
100 Tórshavn

17. august 1999

 

Umsókn um stuðul fyri 2000

Undirritaði vil hervið søkja Almanna- og heilsumálastýrið um fíggjarligan stuðul fyri ár 2000. Í hesum sambandi loyva vit okkum at biðja um at hækka árliga fasta stuðulin til Bláa Kross Føroya upp til kr. 400.000,-.

Orsøkin til at vit søkja um hesa hækkan er fyrst og fremst tann, at vit meta núverandi stuðul á kr. 250.000,- árliga, vera alt ov lítlan til alt tað fjølbroytta virksemið, ið Blái Krossur hevur gjørt, ger og hevur ætlanir um at gera í framtíðini, til tess at upplýsa og fyri-byrgja um rúsdrekka og rúsevnir.

Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur í menning! Í dag eru skrásettir uml. 1.100 limir kring alt landið. Tað eru 8 virkin blákrossfeløg runt landið. Vit reka Blákrossbúðina og Kafé Blákrossstovuna í Tórshavn. Vit geva út Blákrossblaðið 4 ferðir um árið. Vit hava sjálvhjálparbólkar í Havn, Klaksvík og á Glyvrum. Vit hava eina BKU nevnd, ið serliga tekur sær av børnum og ungum. Og vit arbeiða við fleiri verkætlanum, ið hava til enda-máls at upplýsa og fyribyrgja, serliga børn og ung, um vandan við nýtslu og misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum.

Blái Krossur Føroya hevur í løtuni fýra fulltíðarlønt fólk í starvi. Trý av hesum eru fastlønt, meðan hitt fjórða er eitt hjálparfólk, ið serliga tekur sær av verkætlanini "Rúsfrí Avtala". Henda verkætlan, ið tit óivað hava hoyrt um, hevur veruliga verið ein stór "succes" í inni-verandi ári. Viðmerkjast kann, at frá januar til juli, hava ikki færri enn uml. 370 ungdómar í aldrinum 13-16 ár skrivað undir eina rúsfría avtalu við Bláa Kross, har tey játtað ikki at drekka rúsdrekka og/ella njóta onnur rúsandi evni í eitt ár. Tá eitt ár er farið, ber til at end-urnýggja avtaluna. Endamálið er fyrst og fremst at fáa tey ungu at útseta fyrsta glasið, tí vit vita at "debutaldurin" er alsamt lækkaður seinastu árini og kanningar hava víst, at tess yngri fólk eru tá tey byrja at njóta rúsdrekka, tess størri er vandin fyri misnýtslu. Tá tey ungu hava skrivað undir eina rúsfría avtalu, fáa tey afturfyri ymisk spennandi tilboð og fyrimunir.

Umframt hesa verkætlan, ger Blái Krossur eisini nógv við at upplýsa um rúsdrekka og rúsevni á skúlum, legum, ungdómsmøtum, fyri konfirmantum o.a. har ung savnast. Alt hetta við tí fyri eyga at fyribyrgja rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu millum børn og ung.

Okkara vón er, at vit framhaldandi kunnu hava fíggjarliga orku til at varðveita verandi starvsfólkatal. Tað besta hevði tó verið at sett fleiri fólk í starv, ið skulu arbeiða við ymsum verkætlanum, ið hava til endamáls at upplýsa og fyribyrgja. Tørvur er í hvussu er á hes-um. Tað er annars sera neyðugt at tað vit gera, verður gjørt væl og professionelt, tí gera vit ikki tað, detta verkætlanir okkara bara burturímillum í dagsins professionella samfelagið og einki kemur burturúr.

Blái Krossur er ein sterkur felagsskapur í menning og tí arbeiða vit allatíðina við at seta nýggjar verkætlanir og tiltøk í gongd - sjálvandi alt eftir fíggjarligari orku, ið skulu verða við til at fáa boðskap okkara enn longur út. T.d. kann stutt nevnast, at vit í løtuni mest ar-beiða við at seta á stovn eina rúslinju, har øll, ið á ein ella annan hátt hava trupulleikar við rúsdrekka/rúsevnum, kunnu ringja inn anonymt, til tess at fáa hjálp og vegleiðing.

At enda vil undirritaði bert taka samanum og siga, at Blái Krossur er ein felagsskapur, ið veruliga ynskir at hjálpa teimum, ið á ein ella annan hátt hava trupulleikar við rúsdrekka-/rúsevnum. Serligan dent leggja vit á upplýsing/fyribyrging, tí øll kunnu skjótt vera á ein-um máli um, at besti háttur at hjálpa, er at fyribyrgja at skaðin nakrantíð hendir. Soleiðis eru vit fús til at rætta út hendur okkara í felagsskapi við tykkum, soleiðis at vit saman kunnu "reka ein rúsevnispolitikk, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um rús-evnismisnýtsluna í Føroyum". Soleiðis sum tað so væl er orðað í samgonguskjalinum hjá verandi samgongu (undir pkt. 8).

Men alt virksemið, sum vit longu hava sett í verk og tað sum vit hava ætlanir um framyvir, kostar nógvan pening og í hesum sambandi røkkur núverandi stuðul ikki nóg langt. Harafturat er inflatión komin í prís og lønarviðurskiftini her á landi, ið tyngja raksturin enn meira. Tí vilja vit at enda inniliga heita á Almanna- og heilsumálastýrið um at hækka fasta stuðulin til Bláa Kross Føroya upp til kr. 400.000,-.

Vit ynskja at fyribyrgja og hjálpa, ja vit seta alla okkara tíð og orku av til tess, men uttan góðan fíggjarligan stuðul frá almennu myndugleikunum, er tað sera trupult at røkka einum nøktandi úrsliti fyri tey oftast ringast støddu menniskjuni í okkara samfelagi.

Við tøkk fyri gott samstarv og vón um positiva viðgerð, ynskja vit Guðs signing yvir tykkara arbeiðið.

Blíðar heilsanir

Blái Krossur Føroya 

Kristian á Reynatrøð,
fíggjarleiðari