Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal T

Búskaparráðið

Tórshavn, tann 05-11-99

 

Fundur millum Búskaparráðið og Løgtingsins Fíggjarnevnd

Hetta skriv er ein redigerað útgáva av einum uppleggi til ein fund Búskaparráðið hevði við Løgtingsins Fíggjarnevnd fríggjadagin 29. oktober 1999.  

Sum heild er Búskaparráðið samt við metingini hjá Fíggjarmálastýrinum av búskapargongdini higartil í ár. Henda meting liggur samstundis nær metingini í Várfrágreiðing Búskaparráðsins. Tey nýggjastu tølini, ið eru til taks broyta ikki myndina, sum Várfrágreiðingin lýsir av føroyska búskapinum.

Vøkstur er enn í búskapinum, men samlaði vøksturin hevur higartil í ár ikki verið tann sami sum sama tíðarskeið í fjør. Hetta sæst av at samlaðu lønargjaldingarnar vuksu 10% januar til september síðsta ár, meðan tær higartil í ár eru øktar góð 7%. Hetta stavar fyrst og fremst frá eini niðurgongd í fiskivinnuni, meðan stórur vøkstur er í hinum høvuðsbólkunum í búskapinum. Næsta ár fer niðurgongdin í fiskivinnuni væntandi at halda fram, og tí fer búskapurin ikki at vaksa so skjótt, sum hann higartil hevur gjørt.

Niðurgongd er í fiskivinnuni. Nøgdirnar minka, serliga av toski, men eisini av hýsu. Nøgdin av upsa veksur, men ikki nokk til at kompensera fyri niðurgongdina í toska- og hýsufiskiskapinum. Prísirnir á hýsu og upsa væntast at halda sær á nøkulunda sama støði, kanska fer upsaprísurin eitt sindur upp, meðan hýsuprísurin fer eitt sindur niður. Toskaprísurin væntast harafturímóti at lækka.

Henda niðurgongd í fiskivinnuni fer væntandi at sláa ígjøgnum í heimaframleiðsluni skjótt, sjálvt um hetta ikki er hent enn. Heimaframleiðslan, sum stórt sæð er privata vinnan á landi, veksur í løtuni skjótari, enn hon hevur gjørt, og tað gevur stórt press á arbeiðsmarknaðin. Arbeiðsloysið er nú lítið og einki, og fløskuhálsar eru við at gera um seg í summum vinnum. Ov stórur eftirspurningur í mun til, hvat arbeiðsmarknaðurin kann klára, skapar prís- og lønartrýst, og hetta máar støðið undan kappingarførinum. Hetta er konjukturtrupulleikin í føroyska búskapinum, tí avlop er jú á gjaldsjavna og almennu kassunum. Pressið á arbeiðsmarknaðin verður avhjálpt eitt sindur, við at enn er rímuliga stór nettotilflyting til landi. Mett verður, at nettotilflytingin í ár verður 365 fólk ímóti 297 síðsta ár. Oftast eru hetta fólk í arbeiðsførum aldri, sum koma beinleiðis í arbeiðsmegina.

Treytað av at útlán peningastovnanna ikki økjast meira enn higartil í ár (12%), og av at almennu útreiðslurnar ikki økjast ov nógv, fer minkingin í fiskiskapinum væntandi at hava við sær, at heimaframleiðslan fer at minka um ikki so langa tíð. Haraftrat er oljuprísurin uppfarin, og europeiska rentustøðið fer sannlíkt at hækka um stutta tíð, av tí at ov nógv fer er um at koma á enska búskapin, og inflatiónin er farin at vaksa í Týsklandi. Hækkandi rentustøðið virkar tálmandi upp á búskaparliga virksemi av tveimum orsøkum. Fyrsta orsøkin er, at hetta fer at minka um eftirspurningin, serliga eftir íløgum, tí tað fer at loysa seg betur at spara upp, meðan nýggjar íløgur skulu geva størri avkast fyri at bera seg. Seinna orsøkin er, at hon umfordeilir soleiðis, at lánveitarar, so sum peningastovnarnir til dømis, fáa størri inntøku, meðan lántakarar, so sum húsaeigarar, fara at hava minni eftir, tá rentur og avgjøld eru goldin. Av tí at lántakarar oftast hava størri nýtslukvotu enn lánveitarar, virkar ein rentuhækking tálmandi upp á búskapin við tað, at nýtslan hjá lántakarunum minkar meira, enn nýtslan hjá lánveitarunum økist.

Í sambandi við eina rentuhækking er eisini vert at nevna, at Føroyar sum eind nú eru nettoánarar mótvegis útlandinum, og tað merkir, at ein rentuhækking bøtir um eksternu balansuna, t.e. gjaldsjavnan.

Tað almenna veksur skjótari í ár enn í fjør, vøksturin hevur verið 9% higartil í ár í mun til 6% sama tíðarskeið í fjør. Men neyðugt er at taka hædd fyri, at lønarhækkingar í almenna sektorinum í ár vóru størri enn lønarhækkingarnar síðsta ár. Tá hædd verður tikin fyri muninum í lønarhækkingunum, veksur tað almenna ikki nakað serligt skjótari í ár enn í fjør. Tað vil siga, at talið av størvum hjá tí almenna økist ikki nógv skjótari í ár enn í fjør.

Útflutningsvirðið veksur heldur minni í ár enn í fjør, kanska eini 10%. Niðurgongdin í fiskivinnuni verður uppvigað av einum stórum vøkstri í alivinnuni. Alivinnan hevur tó ikki eins stóran týdning fyri arbeiðsmarknaðin og til dømis fiskivinnan, tí ikki so nógv arbeiðspláss eru í alivinnuni. Innflutningurin veksur á leið líka nógv sum útflutningurin, og tí batnar handilsjavnin ikki. Í innflutningstølunum eru tað serliga bilar og innflutningur til framleiðslu, sum vaksa rættiliga nógv, ávikavist 37 og 40%, meðan innflutningur til beinleiðis nýtslu ikki veksur naka serligt, kanska eini 3-4%. Gjaldsjavnin sýnir enn stórt avlop og verður avlopið sannlíkt líka stórt sum síðsta ár, t.e. um eina milliard krónur.

Fíggjarpolitikkurin hevur avgerandi týdning fyri konjukturgongdina og eigur tí at lagast soleiðis, at hann er útjavnandi, t.e. at avlop eigur at vera, tá nógv ferð er á búskapinum, soleiðis at landskassin sýgur likviditet úr búskapinum og á henda hátt er við til at minka um ferðina. Er ov lítil ferð á, eigur fíggjarpolitikkurin hinvegin at vera útgjarandi fyri at fáa gongd á búskapin aftur.

Í einum hákonjukturi, sum føroyski búskapurin hevur verið í seinastu árini, er neyðugt, at landskassin hevur eitt ávíst avlop, bæði fyri at javna konjukturin og fyri at hava nakað at standa ímóti við, tá tíðirnar aftur gerast verri. Fíggjarmálastýrið væntar eitt avlop uppá 500 mill. krónur í ár. Búskaparráðið metir, at tað við trýstinum á arbeiðsmarknaðin í huga ikki eigur at vera minni. Fíggjarpolitikkurin eigur ikki at metast út frá støddini á landskassaavlopinum, men út frá, hvussu hann ávirkar virksemið í landinum. Til hetta endamál kann nýtast eitt yvirlit yvir realbúskaparliga býti av fíggjarlógini. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár sæst, at ætlanin er at reka á leið sama fíggjarpolitikk næsta ár sum í ár. Útreiðslurnar hækka umleið 220 mill. kr., meðan skatta- og avgjaldsinntøkurnar økjast nakað væl meira. Ongar skatta- og avgjaldslækkingar eru ætlaðar næsta ár, og almennu íløgurnar verða hildnar á umleið sama lága støði sum í ár. Tá er arbeiðið upp á Vágatunnillin, 40 mill. kr., ikki talt við. Verður tað talt við, er talan um eina fitta hækking í íløgunum.

Niðurstøðan av hesi gjøgnumgongd er ein endurtøka av tí, Búskaparráðið hevur sagt fyrr. Stór framgongd hevur verið í føroyska búskapinum í ár, men tekin eru um at vøksturin fer at minka, soleiðis at búskapargongdin verður meira "náttúrlig". Verður hetta ikki gongdin, til dømis um fiskiskapurin aftur fer at vaksa, ella um lántøkan økist ov nógv, er grundarlag fyri inntrivum í búskapin. Tí er neyðugt støðugt at halda eyga við búskapinum, men í løtuni eigur landstýrið hvørki at gjara út ella tátta í. Búskaparráðið ásannar tó, at tað er ein trupulleiki, at fíggjarpolitikkurin er so afturhaldandi, samstundis sum tørvur er á nógvum almennum íløgum. Tað er tó av alstórum týdningi, at búskapurin ikki verður yvirupphitaður. Samlaða aktivitetsskapanin má ikki gerast størri og tí kunnu íløgurnar bert økjast, um spart verður á øðrum økjum soleiðis, at virksemið í landinum ikki økist. Í hesum sambandi er tað positivt, at Fíggjarmálastýrið hevur ætlanir um at raðfesta allar almennu íløgurnar yvir eitt longri áramál. Haraftrat er tað týdningarmikið, at tað eydnast at fáa skil uppá kommunala fíggjarpolitikkin. Í eini heildarmeting av aktivitetsskapanini hjá tí almenna eiga kommunulu kassarnir at takast við. Tað hjálpir einki at fíggjarpolitikkurin hjá landskassanum er afturhaldandi, um kommunurnar gjara út.

Ein annar spurningur er so, hvat skal gerast í fall stóri vøksturin heldur fram. Tað mest nærliggjandi er sjálvsagt at hækka skattin, men hetta skal gerast við umhugsni, tí ein skattahækking rakar breitt og kann gera líka stóran skaða sum gagn. Tá er ofta betur at íløgurnar verða toygdar yvir eitt longri tíðarskeið. Í heila tikið er best at nýta íløgurnar til konjukturjavnan, meðan skattahækkingar kunnu brúkast, um íløguamboðið ikki er nóg mikið til at tryggja ímóti einari ógvusligari upphiting.

Nakað, sum kann og eigur at gerast nú, er at burturbeina teir strukturtrupulleikar, sum eru í føroyska búskapinum. Hetta hevði givið betur úrslit uppá longri sikt og eigur at gerast, meðan tíðirnar eru góðar, tí tað hevur víst seg at vera sera trupult at gera nakað við strukturtrupulleikar í ringum tíðum. Økini sum eiga at fáast í rættlag eru millum annað:

 Viðvíkjandi øðrum viðurskiftum, sum kunnu hava áhuga

Nýggj pensiónslóggáva: Landsstýrið arbeiðir í løtuni við at gera eina nýggja lóg um tvungna pensiónsuppsparing fyri arbeiðsmarknaðin. Hetta uppskot byggir á eina individuella skipan, har hvør løntakari skal gjalda til sína egnu pensión. Føroya Arbeiðarafelag hevur sum mótuppskot at byggjast skal víðari upp á verandi skipan og samhaldsfasta arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Tær týdningarmestu niðurstøðurnar, ið kunnu gerast burturúr einum lesnaði av litteraturinum um hetta evnið eru, at ein pensiónsskipan eigur at vera uppsparingsfíggjað við einum skattafíggjaðum trygdarneti. Haraftrat eigur skipanin at vera ein lívrentuskipan fyri at sleppa undan "moral hazard" trupulleikum, t.e. at fólk við til dømis eini kapitalpensión brúka alla uppsparingina beinanvegin tey verða 67 ár, fyri síðan at fella aftur á tað almennu skattafíggjaðu skipanina. Kjakast kann um, hvørt skipanin eigur at vera individuell ella samhaldsføst; fyrimunir og vansar eru við báðum skipanum, men hetta er í siðsta enda ein ideologiskur spurningur.

Ein tvungin eftirlønaruppsparing fer at økja eftirlønaruppsparingina úr teim verandi 120 mió. kr. árliga upp í 400-500 mió. kr. Tvungna uppsparingin fer tó ikki at økja samlaðu uppsparingina líka nógv. Heldur broytist uppsparingsmynstrið soleiðis, at skipanin førir til eina umlegging av verandi fríu uppsparing (annað enn eftirlønaruppsparing). Talan verður tá um eina lækking av innlánum og frívirði í egnum húsi. Hvussu nógv fría uppsparingin lækkar, er tó ilt at meta um.

Verður eftirlønaruppsparingin, sum vanligt er aðrastaðni, løgd í virðisbrøv, t.e. lánsbrøv og partabrøv, versnar gjaldføri hjá Føroyum munandi. Orsøkin er, at eingin virðisbrævamarknaður er í Føroyum, og tí verður peningurin plaseraður uttanlands. Av hesum fylgir, at tað er av stórum týdningi at ein føroyskur virðisbrævamarknaður verður uppbygdur skjótast gjørligt, um tvungin eftirlønaruppsparing verður sett í verk. Vert er eisini at leggja merki til, at tað vanliga bara eru størru virkini og stovnarnir, ið hava atgongd til gjaldføri gjøgnum ein virðisbrævamarknað. Tí fer ein tvungin eftirlønaruppsparing helst at føra til, at torførari verður hjá smáum virkjum at tryggja sær gjaldføri.

Íløgustuðul: Búskaparráðið heldur, at vinnan eigur at endurnýggja seg sjálv. Ráðið metir, at ein kvotuskipan við stórari umsetiligheit hevði givið møguleika hjá teim effektivastu eindunum at keypt tær minni effektivu eindirnar úr flotanum. Á henda hátt hevði meira verið til hvønn, og hevði hetta so aftur ført við sær, at avlopið vaks. Harvið hevði flotin laga seg eftir marknaðarkreftunum og samstundis blivið førur fyri at endurnýggja seg sjálvan. Eitt evni, sum ikki hevur verið nógv viðgjørt, men sum hevur týdning fyri lønsemið í fiskivinnuni, er býtið millum skip og manning. Broytingar í hesum býti, sum tað til dømis er gjørt hjá nøkrum av nýggjastu skipunum í flotanum, eru ein møguleiki at gera flotan betur føran fyri at endurnýggja seg sjálvan. 

Jóannes Jacobsen
skrivari