Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Viðmerkingar frá Landsbankanum


Skjal S

Landsbanki Føroya
Müllers Hús - Gongin

Tórshavn, 09-11-99
Jnr. 98-32-175
001-01.99 skjal S doc

Fíggjarnevndin
att. Bjarna Djurholm

 

Viðmerkingar viðv. ávirkan á búskapargongd av fíggjarlógini fyri 2000

Inngangur
Á fundi í fíggjarnevndini 1. nov. 99 løgdu umboð fyri landsbankan fram ymiskt taltilfar, sum lýsti búskapargongdina og búskaparútlitini.

Í hesum sambandi hevði landsbankin gjørt eina meting av fíggjarpolitiska virknaðinum av fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti. Metingin var m.a. grundað á serliga bólking av útreiðslum landskassans, har dentur var lagdur á at lýsa tær útreiðslur, sum høvdu ávirkan á búskaparliga virksemið og prísgongdina.

Á fundinum bað formaðurin í fíggjarnevdini um nærri frágreiðing um, hvussu útreiðslubólkingin var gjørd. Endamálið við hesum skrivi er at lýsa hesi viðurskifti.

Meting av inntøkusíðu
Inntøkusíðan verður mett av vera neutral í mun til 1999; møguliga kann talan vera um eina lítla kontraktiva effekt við tað, at stóri inntøkuvøksturin í samfelagnum ger, at fleiri skattgjaldarar koma nakað hægri upp á marginalskattastiganum. Her er so talan um sokallaða "automatiska fíggjarpolitiska stabilisering", sum innbygd er í progressiva skattastigan. Metingin viðvíkjandi inntøkusíðuni á fíggjarlógini er grundað á, at fíggjarlógaruppskotið ikki boðar frá broytingum fyri ár 2000 í skatta- og avgjaldssatsum í mun til 1999.

Meting av útreiðslusíðu
Fyri at gera okkum meting av, í hvønn mun útreiðslujáttanin ávirkar búskaparferðina - herundir framleiðslu, gjaldsjavna og inflatión - verður roynt at gera serliga bólking av ymsu útreiðslusløgunum á fíggjarlógini. Standardkontoskipanin, ið nær tengd at tí kontoskipan, sum nýtt verður í tjóðarroknskapinum, er hent amboð í hesum sambandi.

Fyri at gera meting av fíggjarpolitiska virknaðinum av útreiðslusíðuni á fíggjarlógini, hevur landsbankin greinað útreiðslukonti í standardkontoplaninum á hendan hátt:

  1. útreiðslur, sum beinleiðis ávirka innlendska eftirpurningin
  2. útreiðslur, sum óbeinleiðis ávirka innlendska eftirspurningin
  3. útreiðslur, sum so at siga onga ávirkan hava á innlendska eftirspurningin

Fyri at siga nakað um kontraktiva ella ekspansiva ávirkan av útreiðslunum á fíggjarlógini verður í fyrsta umfari roynt at seta upp útreiðslugongdina, reinsaða fyri tær útreiðslur, sum so at siga ikki koma í umfarð í Føroyum (kontobólk c). Bólking av útreiðslu-standardkonti er fylgjandi:

Talva 1. Bólking av útreiðslu-standardkonti eftir eftirpurningsávirkan

Høvuðsslag Standardkonto

Eftirspurningsávirkan

1 Rakstrarútreiðslur 11 Lønir v.m.

a

14 Keyp av vørum og tænastum

a

15 Keyp av útbúnaði, netto

a

16 Leiga, viðlíkahald og skattur

a

17 Avskrivingar o.a.

c

19 Ymsar rakstrarútreiðslur

a

3 Løguútreiðslur 31 Bygging og løguframleiðsla

a

32 Útvegan av løgu o.ø.

a

5 Flytingarútreiðslur 51 Tilskot til útlandið o.a.

c

52 Tilskot til einstaklingar

b

53 Stuðul til vinnu

b

54 Stuðul til annað virksemi

b

55 Íløgustuðul o.a.

b

57 Rentuútreiðslur o.a.

c

58 Roknað renta

c

8 Fíggjarpostar 82 Útlán v.m.

b

Talva 2. Útreiðslur: Roknskapar- og játtanartøl

Bólkur

nr

Standardkonto

R97

R98

J99

J00

a. Lønir og tilfarsnýtsla

11

Lønir

952

1.042

1.192

1.277

14

Keyp av vørum og tænastum

361

417

458

552

15

Keyp av útbúnaði, netto

44

44

52

54

16

Leiga, viðlíkahald og skattur

45

79

69

78

19

Ymsar rakstrarútreiðslur

-1

2

7

9

31

Bygging og løguframleiðsla

45

54

92

87

32

Útvegan av løgu o.ø.

17

23

32

61

b. Veitingar, studningar og nýútlán

52

Tilskot til einstaklingar

849

848

915

965

53

Stuðul til vinnu

156

303

142

130

54

Stuðul til annað virksemi

142

102

77

93

55

Íløgustuðul o.a.

14

9

4

3

82

Útlán v.m.

16

35

9

4

c. Lítlan eftirspurningsvirkning í FR

17

Avskrivingar o.a.

0

1

1

0

51

Tilskot til útlandið o.a.

18

18

19

19

57

Rentuútreiðslur o.a.

409

323

240

214

58

Roknað renta

0

0

Talva 3. Útreiðslur: Høvuðsbólking av standardkonti

 

1997

1998

1999

2000

a. Lønir og tilfarskeyp

1.463

1.660

1.902

2.119

b. Veitingar, studningar og nýútlán

1.177

1.297

1.148

1.196

c. Útreiðslur, sum lítlan og ongan
eftirspurningsvirkning hava

427

342

259

234

Útreiðslur

3.067

3.299

3.309

3.549

Talva 4. Útreiðslur: Høvuðsbólking av standardkonti;
vøkstur í % í mun til undanfarið ár

 

1997

1998

1999

2000

a. Lønir og tilfarskeyp

13

15

11

b. Veitingar, studningar og nýútlán

10

-11

4

c. Útreiðslur, sum lítlan og ongan
eftirspurningsvirkning hava

-20

-24

-10

Útreiðslur

8

0

7

 Talva 5. Eftirspurningsdrívandi útreiðslur og BTÚ

 

1997

1998

1999

2000

Eftirspurningsdrívandi útreiðslur (a+b)

2.640

2.957

3.050

3.315

Vøkstur í mió kr

317

93

265

Vøkstur í %

12

3

9

BTÚ

6.161

6.873

7.625

8.145

BTÚ-vøkstur í %

12

11

7

Gongdin viðv. útreiðslum, soleiðis, sum hendan er lýst í talvunum omanfyri, er ávirkað av, at roknskapir hjá almennum stovnum eru tyknir við í landskassaroknskapin. Sí viðmerking sí. 24 í frágreiðing til fíggjarlógaruppskotið 2000, hjá fíggjarmálastýrinum.

Við í tølunum fyri 2000 eru løguútreiðslur, sum ikki ávirka innlendis virksemi/infaltiónsgongd, svarandi til umleið 60 mió kr. Talan er her um útreiðslur til vaktarskip, sum verður bygt uttanlands. Útreiðslan hevur tó sjálvandi ávirkan á handilsjavna Føroya.

Við atliti til hesi viðurskifti, metir landsbankin, at útreiðslusíðan á fíggjarlógini fyri árini 1998 og 1999 fíggjarpolitiskt hevur virkað nøkulunda neutralt.

Fíggjarpolitiski virknaðurin av útreiðslunum á fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 kann metast at verða nakað ekspansivur. Talva 5 vísir, at BTÚ verður mett at vaksa við 7%, meðan eftirspurningsdrívandi útreiðslurnar vaksa við 9% í mun til 1999. Útreiðsluvøksturin frádrigið løguútreiðslur til útlond er 7%.

Niðurstøða
Samanumtykið kann sigast um verandi fíggjalógaruppskot fyri ár 2000, at tað sær út til at virka soleiðis, at búskaparferðin økist nakað.

Landsbankin mælir til, at fleiri ekspansivt virkandi tiltøk ikki verða sett á fíggjarlógina fyri ár 2000.

Jonhard Eliasen
Landsbanki Føroya