Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Ummæli frá landsstýrismálanevndini til § 1.


Skjal K

Ummæli frá landsstýrismálanevndini

sambært § 24, stk. 3, í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Við skrivi, dagfest 21. oktober 1999, hevur fíggjarnevndin biðið landsstýrismálanevndina um at ummæla §§ 1 Løgtingi, konto 1.10.1.03. Løgtingsarbeiði (Rakstrarjáttan), undirkonto 22. Eftirlitsuppgávur tingsins, á fíggjarlógini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 28. oktober 1999.

Landsstýrismálanevndin skal viðmerkja, at hon tekur ikki undir við ætlanunum um, at landsstýrismálanevndin skal virka sum ein umboðsmaður.

Tá viðmerkingar vóru gjørdar til uppskotið til § 38 í stýrisskipanini, var umboðsmaðurin ikki komin upp á tal og viðmerkingarnar til hesa grein skulu tí síggjast í ljósinum av, at ásetingin um umboðsmannin seinni er komin at standa í endaliga samtyktu stýrisskipanarlógini.

Landsstýrismálanevndin mælir tí til, at arbeitt verður víðari við ætlanunum um at seta á stovn ein umboðsmann.

Tað skal tó verða upplýst, at landsstýrismálanevndin hevur heitt á formansskapin um at sett verður av størri orka til landsstýrismálanevndina til at røkja tær uppgávur, sum liggja á nevndini sambært § 38 í stýrisskipanarlógini. Landsstýrismálanevndin tekur tí undir við, at hædd er tikin fyri hesi áheitan í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.

 Landsstýrismálanevndin, 1. november 1999