Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Bræv frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismanni til nevndina,
dagfest 29. oktober 1999, J.nr. 0.14-990074/14


Skjal J

Løgtingsins fíggjarnevnd
att: Bjarni Djurholm
Løgtingsskrivstovan
E. Jalsgøta 6
100  Tórshavn

Eftir áheitan frá Sjúkrahúsráðnum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús skal verða sagt frá, at Sjúkrahúsráðið hevur viðgjørt spurningin um at bjóða Løgtingsins fíggjarnevnd norður á Klaksvíkar Sjúkrahús fyri at kunna um støðuna á sjúkrahúsinum í løtuni og framyvir.

Undirritaða vil við hesum heita á fíggjarnevndina um at siga frá skjótast til ber, um hetta hevði borið til, og nær hetta skuldi verið.

Vinarliga
sign. vegna Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann
Helena Skaalum, skrivari