Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Bræv við til løgtingsformannin frá nevndini, dagfest 1. november 1999


Skjal I

Harra Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður
Løgtingið
h e r

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

§ 1 Løgtingið

Í samband við viðgerðina av uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000 vil fíggjarnevndin hava hesar spurningar nærri lýstar:

1.10.1.02. Eftirløn og bíðiløn til løgtingsmenn (Lógarbundin játtan)
Er nøkur bíðiløn til tingmenn? Frágreiðing.

1.10.1.03 Løgtingsarbeiði (Rakstrarjáttan).
Undirkonto 21. Stuðul til parlamentariska arbeiðið (floksskrivarar).
Nýggj konto. Frágreiðing um ætlanina

1.10.1.10 Nýggjur bygningur til Føroya Løgtings (Løgujáttan).
Frágreiðing um ætlanina.

Viðvíkjandi 1.10.1.03 Løgtingsarbeiði (Rakstrarjáttan), undirkonto 22. Eftirlitsuppgávur.

Landsstýrismálanevndin hevur hesa konto til ummælis og hevur fíggjarnevndin ikki fingið ummæli aftur frá nevndini. Møguliga kemur fíggjarnevndin eisini at seta fram spurningar viðvíkjandi hesi konto.

Fíggjarnevndin fer at heita á løgtingsformannin um at koma á fund við nevndina mikudagin tann 3. november 1998, kl. 10.45.

N. v. 

Marius Rein

skrivari