Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
ódagfest, komið til fíggjarnevndina 21. oktober 1999
Latið nevndini 27.10.1999

Skjal G

 

Bjarni Djurholm,
formaður i løgtingsins fíggjarnevnd
Millum Gilja 121
FR-188 Hoyvík

 

Uppskot um stuðul til undirvísingartilfar, sum privat forløg geva út

Privat forløg hava í nøkur ár verið við til at nøkta ein part av tí tørvi, skúlin hevur á føroyskum undirvísingartilfari. Privatu forløgini fáa ikki almennan útgávustuðul til bøkurnar - peningur fæst hvørki úr Mentunnargrunninum ella Skúlabókagrunninum. Skúlabøkur eru ikki mentan, og privat forløg fáa einki úr alment fíggjaða Skúlabókagrunninum.

Til tess at bøta um umstøðurnar hjá hesum forløgum og eggja teimum til at vera uppaftur meira við, eigur tað almenna. at skerja útreiðslurnar, forløgini hava, so útsøluprísurin á bókunum kann samsvara vid tað, sum næmingurin hevur ráð til at gjalda - eins og gjørt verður á almenna Skúlabókagrunninum. Hetta fer at gera, at nógv meira. undirvísingartilfar fer at koma á marknaðin.

Almenna forlagið Skúlabókagrunnurin setur prís á bøkurnar, sum er prísur, rímiligur hjá næmingunum at rinda. Tann prísurin er ikki veruligi prísurin, sum forlagið skuldi kravt, um forlagið skuldi havt útreiðslur sínar afturgoldnar vid sølu. Við fastari játtan á figgjarlógini ber til hjá Skúlabókagrunninum at skerja prísin - tað kunnu tey privatu ikki.

Kanska átti at verið hugt at Skúlabókagrunninum - við dentiá orðið grunnur, sum fíggjar skúlabókaútgávu sum heild. Grunnurin hevur sitt egna forlag, sum virkar undir hesum nevndu serligu treytum, og tað virksemi kann saktans halda fram, men privat forløg, sum gera undirvísingartilfar, eiga eisini at fáa ein part av sinum útreiðslum aftur úr Skúlabókagrunninum, so bøkurnar kunnu verða á marknaðinum fyri ein rímiligan prís hjá næmingum. V. ø. o. Skúlabókagrunnurin heldur fram við sínum virksemi, men figgjar samstundis ein part av útreiðslunum hjá teimum privatu, ið gera undirvísingartilfar, so uppaftur meira tilfar kemur á marknaðin vid ongum meirkostnaði fyri landið.

Tað kann verða gjørt soleiðis: Munurin ímillum tann prís, sum privatu forløgini verða noydd at seta á, skulu tey verða før fyri at rinda útreiðslurnar, og kostnaðin, sum næmingurin hevur ráð til at rinda fyri bókina, verður goldin úr játtanini til Skúlabókagrunnin. Einans soleiðis kunnu privatu forløgini verða við) á marknaðinum á jøvnum føti við alment figgjaðu forløgini (Bókadeild Føroya Lærarafelags fær eisini sína. millión)

Bók hjá Skúlabókagrunninum, sum søla skuldi golðið aftur, hevði ikki verið keypandi. Prisurin á bókum frá Skúlabókagrunninum er rímiligur, tí at til ber vid almennu játtanini at gjalda útreiðslurnar. Tær veruligu útreiðslurnar til eina bók hjá Skúlabókagrunninum ávirka sostatt ikki útsøluprísin. Sum er, avgera tær veruligu útreiðslurnar hjá privatum forløgum útsøluprísin. Hetta er kappingaravlagandi mannagongd.

Til tess at beina henda kappingarójavna burtur skjóta vit upp, at farið verður soleiðis fram nú: Privat forlag, sum gevur út skúlabók, letur - saman vid eintaki av prentaðari bók - avrit av skjølum, ið prógva útreiðslur til prentgerð og prent. Hesi skjøl staðfesta, hvat bókin i royndum eigur at kosta. á marknaðinum, og síðan verður mett um, hvat ið rímiligt er, at slík bók kostar nærningi. Munurin ímillum hesar báðar prísir verður landið at rinda úr Skúlabókagrunninum. Fólk á Undirvisingar - og Mentamáladeildini eftirkanna skjølini og taka støðu til útrokningarnar hjá forløgunum.

Til tess at royna skipanina i verki skjótast til ber eigur ávís upphædd - kanska 400.000 kr - av játtanini til Skúlabókagrunnin at verða sett av til aðrar skúlabókaútgávur enn tær almennu.

Henda roynd

Skúlanum tørvar nógv tilfar, og kappingin, ið stendst av at fleiri forløg sleppa framat, fer betur enn nakað annað tiltak at nøkta tann tørv, ið skúlarnir hava.

Fyri Forlagið SPROTAN
sign. Jonhard Mikkelsen
FR-350 Vestrnanna