Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999


Skjal A

Soljóðandi skriv hevur fíggjarnevndin tann 21. oktober 1999 sent til:

1) Vinnunevndina
2) Trivnaðarnevndina
3) Mentanarnevndina
4) Uttanlandsnevndina
5) Rættarnevndina
6) Landsstýrismálanevndina

 

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000

Vísandi á § 24, stk. 3 í tingskipanini biður fíggjarnevndin hervið landsstýrismálanevndina um at ummæla

1) § 5. Fiskivinna, § 6. Vinnumál og § 9. Oljumál o.a.
2) § 8. Almanna- og heilsumál o.a.
3) § 7. Útbúgving og gransking o.a.
4) § 2. Løgmansfyrisiting v.m. og Uttanlandsmál, § 10. Sjálvstýrismál o.a. og Felagsútreiðslur uttanlandsmál
5) § 2. Løgmansfyrisiting v.m. 2.11.1. Kommunal viðurskifti og § 10. Sjálvstýrismál o.a. og Lógarmál
6)
§ 1 Løgtingi, konto 1.10.1.03. Løgtingsarbeiði (Rakstrarjáttan), undirkonto 22. Eftirlitsuppgávur tingsins,

og senda sítt ummæli til fíggjarnevndina í seinasta lagi 4. november 1999.

§ 24, stk. 3 í tingskipanini er soljóðandi: "Fíggjarnevndin vísir teim táttum í fíggjarlógaruppskotinum, sum snúgva seg um málsøki hjá aðrari nevnd, til ummælis hjá hesum nevndum. Hetta skal gerast, áðrenn ein vika er liðin frá tí, at málið er beint í fíggjarnevndina, og skulu nevndirnar senda fíggjarnevndini sítt ummæli í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tær hava fingið málið til ummælis. Fíggjarnevndin kann eisini undir viðgerðini av eykajáttanarløgtingslógum í serligum førum senda uppskotið ella part av tí til ummælis smb.1. pkt., tó skal nevndin í slíkum føri geva sítt ummæli í seinasta lagi eina viku eftir, at hon hevur fingið málið til ummælis."

Í viðmerkinginum í tingmáli nr. 122/1998: Uppskot til broyting í tingskipan Føroya løgtings, stendur um hesa broyting: "Hetta er ein av teimum grundleggjandi broytingunum, sum skotið verður upp at gera í tingskipanini á hesum sinni.Tá tingskipanin var til viðgerðar í 1995, var í arbeiðsuppskotinum skotið upp at hava eina slíka skipan, sum hevur fyrimynd í íslendsku tingskipanini. Hetta fekk ikki undirtøku í løgtingsformansnevndini.

Seinasta heyst heittu 6 løgtingsmenn á formansskapin um at skipa fyri, at reglan kemur í gildi. Nevndin tekur undir við hesum. Sambært uppskotinum skal fíggjarnevndin senda tær einstøku greinarnar til ummælis hjá sernevndunum. Talan er bert um ummælisrætt, og kunnu tær einstøku nevndirnar ikki gera uppskot til broytingar í teim uphæddum, sum ásettar eru.

Reglan er sum høvuðsregla bara galdandi fyri ta árligu løgtingsfíggjarlógina, men kann fíggjarnevndin eisini í serligum føri senda uppskot um eykafíggjarløgtingslóg til ummælis. Tað verður í hesum føri serliga hugsað um, at landsstýrið fer undir nýggj tiltøk, sum ikki hava verið til viðgerðar í løgtinginum áður, og sum ikki krevja lógarheimild fyri at verða sett í verk, men bert ein fíggjarkarm." 

N. v. 

Marius Rein
skrivari