Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Latið nevndini 21.10.1999

Skjal E

Nes 28.08.99

Figgjamevndarformaður
Bjarni Djurholm,
Millum Gilja 121,
Hoyvik

Sambært avtalu við Andreas Andreassen, skúlastjóra á Norrøna Eftirskúlanum í Hygum, sendi eg avrit av umsókn. okkara til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, dagfest tann 20.5.99 og 30.6.99. Fíggjarætlanin fyri 1999, 2000, 2001 er júst endurskoðað. Hendan vísir greitt tørvin á eini hækkan av núverandi stuðulsveiting, um skúlanum skal verða lív lagað i framtíðini. Vónandi verður umsókn okkara viðgjørd við vælvild i fíggjarnevndini.

Vegna nevndina fyri Norrøna Eftirskúlan
Marjan Nielsen
655 Nes
Tlf. 448321

Nes tann 30.06.1999

Til Undirvísingar-og mentamálastýrið
v/ Sígnar á Brúnni
FO 100 Tórshavn

 

Viðv.: Útgreinan av framtíðini hjá Norrøna Eftirskúlanum

Visandi til umsókn okkara frá 20.05.99 og avtalu á fundi tann 29.06.1999 verður hervið send nærri lýsing av eftirskúlanum.

Av ti at nýggj nevnd og leiðsla fyri skúlan, ikki var sett fyrr enn 1. mai í ár, hevur tað verið sera torført at marknaðarføra skúlan til komandi skúlaár. Tíðarfreistin hevur verið ov stutt og vit hava av góðum grundum. ikki havt møguleikar at kappast við aðrar danskar eftirskúlar um nærningar, komandi skúlaár.

Teir nýggju stuðulslimirnir, hava heldur ikki fingið tíð til at seta seg inn i eftirskúlaskipanina, fyri at fáa innlit í hvat og hvøjar broytingar og stuðul tey kunnu verða við til at veita.

Miða verður eftir, at skúlin í framtíðini hevur eitt hóskandi býti ímillum teir "tungu" næmingarnar og so teir, sum eru væl fyri. Á tann hátt verður mett, at størri orka er til at veita tí einstaka næminginum eina hjálpandi hond, bæði bókliga og menniskjaliga.

Til tygara kunnleika, hava vit tikið stig til, at fáa í lag eitt samskiftið innan kunningartøkni, ímillum Norrøna Eftirskúlan og framheildsdeild á einurn føroyskum skúla. Harafturat er ætlanin at fáa samskiftið við teir føroysku skúilarnar fyri útisetum sum eru m.a. í Keypmannahavn og Århus.

Heimamissiónin stuðlar eftirskúlanum, mentunarliga, átrúnaðarliga og partvís fíggjarliga.

Tørvur er á einum føroyskum eftirskúla. Hvørt ár fara nógvir føroyingar niður á danskar eftirskúlar, men tað er bara tann. Norrøni eftirskúlin, sum kann bjóða fráfaringarroynd fólkaskúlans i føroyskum, sum gevur atgongd til víðari lestna heima i Føroyum.

Vónandi verður umsókn okkara viðgjørd við vælvild. Ein hækkan av stuðlinum frá 200.000 - 500.000 bøtir munandi um umstøðurnar til at byggja skiúlan uppaftur av nýggjum.

Vegna nevndina fyri Norrøna Eftirskúlan
Marjan Nielsen
655 Nes
Tlf 448321

 

Norrøni Eftirskúlin
Påkjærvej 3
Hygum
DK 7620 Lemvig

Nes 20.5.99

Føroya Landsstýri
Undirvisingar- og Mentamálastýrið
Att. Signar á Brúnni, Landsstýrismaður

Umsókn um stuðul til Norrøna Eftirskúlan.

Norrøni Eftirskúlin, sum hevur 13 ár á baki, verður m.a. stuðlaður av føroysku myndugleikunum og stuðulslimun í Føroyum. Eftirskúlin er eitt alternativ til næmingar, foreldur og tað føroyska skúlaverkið sum vit meta, kann verða við til at menna báðar skúlar. Til tygara kunnleika, arbeiðir Norrøni Eftirskúlin við eini ætlan, har kunningartøkni kann verða við til at styrkja og menna sanskiftið ímillum skúlar, landanna millum.

Vísandi tíl vánaligu figgjarstøðuna hjá Eftirskúlanum i løtuni, loyva vit okkurn við hesurn, at senda umsókn inn um hækkan av studningi frá kr. 200.000 til kr. 500.000 árliga. Skal skúlanum verða liv lagað í framtíðini, eru umfatandi ábøtur bráðneyðugar. Hesar ábøtur umfata bæði sjálvan skúlabygningin, undirvísingaramboð og -tilfar.

Á aðalfundi á Norrøna Eftirskúilanum í Hygum 29. april, var nýggj nevnd vald. Nevndin, saman við nýggja stjóranum Andreas Andreasen úr Klaksvik, hevur endurskoðað støðuna á skúlanum. Vit mugu ásanna, at skúlanurn tørvar pening fyri at kunna betra karmarnar um skúlans virkið, um vit skulu megna at lyfta skúlan á eitt slíkt støðið, at næmingatalið økist og trivnaðurin á skúilanum gerst betri.

Norrøni Eftirskúlin hevur broytt kós, so at sjónarmið skúlans er tann kristna læran. Hervið verður dentur lagdur á, at Norrøni Eftirskúlin er ein føroyskur kristin eftirskúili, ið kann samanberast við aðrar kristnar eftirskúlar i Danmark. Skúlin ynskir av nýggjum, at bjóða føroyingum saman við øðrum norðurlendingum, sum hava áhuga fyri at læra føroyingar og føroyska mentan at kenna, eitt spennandi, øðrvísi og læruríkt skúlaár.

Nevndin ynskir, um gjørligt, at fáa ein fund við tygurn um hetta mál.

Vónandi verður umsókn okkara viðgjørd við vælvild.

Um so er, at tygum ynskja fleiri upplýsingar viðvikjandi roknskapi og øðrum eru tygurn vælkomin at ringja til undirritaða.

NB. Avrit er sent til landsstýrismannin i Fíggjarmálum, Karsten Hansen, til kunningar.

N.v. Marjan Níels
655 Nes
Tlf. 448321

BDO

REVISORS PÅTEGNING

I henhold til aftale har vi gennemgået efterfølgende budget for Den Norrøne Efterskole omfattende resultatbudget samt de anførte forudsætninger hertil.

Vi har ikke revideret budgettet.

Budgettet er udarbejdet på grundlag af de af ledelsen opstillede planer og forudsætninger,

Formålet med budgettet er at sikre en løbende regnskabsmæssig planlægning og styring af skolen.

Vi har påset, at alle væsentlige budgetforudsætninger er oplyst, og at det opstillede budget beløbsmæssigt er i overensstemmelse med disse forudsætninger. Budgettet er opstillet efter samme principper, som anvendes ved udarbejdelse af årsregnskabet.

I resultatbudgettet er der ikke udgiftsført en budgetreserve til imødegåelse af uforudsete hændelser.

Vi skal særligt henlede opmærksomheden på bestyrelsens forventninger til skolens elevtal, Vi skal især henlede opmærksomheden. på den gældende tilskudsbetingelse om, at mindst de 10 samme elever ved start også skal være på kursusforløbet ved afslutningen. Vi ser særligt denne problemstilling for skoleåret 1999/00, hvor der maksimalt må ske udskiftning af 4 af de elever, som netop er startet.

Ligeledes må vi henlede opmærksomheden på, at det opstillede 3-årsbudget vil fordre en likviditet på ca. 1.200.000 kr. Der foreligger p.t. ikke finansieringsmæssige tilsagn for det nævnte beløb. Opnås et finansieringstilsagn ikke på likviditetsbehovet, er det vor opfattelse, at fortsættelse af skolens drift er særdeles truet.

Budgettet omfatter siderne 1 - 16.

Herning, den 24/8 1999

BDO ScanRevision
Statsautoriseret revisionsaktieselskab
sign Jan Wium-Andersen
statsautoriseret revisor
sign. Kurt Ravn
Registreret revisor

303-133310/lll/ans