Løgtingsfíggjarlóg 2000

Viðvíkjandi løgtingsmáli nr. 1-1 /1999
Latið nevndini 21.10.1999

Skjal D

 

 

Føroya Handverksmeistarafelag

Faroe Trade Masters Association

Undirvísingar- og mentamálastýrið                                          Tórshavn 19, juli l 999
Postsmoga 64
                                                                                                 Okkara tilv.: EJ/L2/UNDIR002.DOC
110 Tórshavn
Att.: Signar á Brúnni

 

 

Viðv. Teknisku Skúlunum

Síðani Teknisku skúlanir vóru settir á stovn, eru stórar broytingar farnar frarn innan handverkaraútbúgvingarnar í Føroyum. Broytingarnar i samfelagnum hava kravt áhaldandi menning av skúlunum og útbúgvingunum.

Ásannast má, at títtleikin av broytingunum er í dag so stórur, at tað krevur stóra orku og hegni at halda føroysku útbúgvingunum dagførdar, so tær nøkta tørvin sum føroyska virman krevur. Samstundis er neyðugt, at útbúgvingarnar á einhvønn hátt kunnu javnmetast við útbúgvingarnar í okkara grannalondum.

Hugburðurin innan føroysku handverksvinnuna er broyttur nógv hetta tíðarskeiðið, um hvussu tøkniligu ~útbúgvingarnar skulu/kunnu skipast. Hetta er m.a. S.I.T. eitt dømið um.

Neyðugt er framhaldandi, at vinnan saman við myndugleikunum skipar fyri, at vinnulívið í Føroyum hevur væl útbúgbið fólk innan allar tættir í vinnuni, og sjálvandi eisini innan handverksvinnuna. Væl útbúgvið fólk er ein partur av kappingarførið okkara við útheimin.

Føroya Handverksmeistarafelag hevur ta fatan, at teknisku skúlanir í dag á ávísum økjum hava ilt við at geva tað kravdu dygdina, í teimum útbúgvingum, sum har fara fram.

Skulu úitbúgvingarnar lúka tey lógarásettu krøvini, vera lagaðar til framtíðar tørv og tryggja okkum kappingarføra arbeiðsmegi, fult á hædd við grannalondini, er tað neyðugt at skúlunum gevast umstøður fyri hesum.

Føroya Handverksmeistarafelag vil við hesum heita á landsstýrismannin í skúlamálum, um at arbeiða fyri, at teknisku skúlanir fáa møguleika fyri, at geva tað kravdu dygdina í útbúgvingunum.

Føroya handverksmeistarafelag

Vilhelm Johannesen, form.

Avrit av hesum brævi er sent til:

Anfinn Kalsberg, løgmaður
Jógvan á Lakjuní, form. í mentamálanevndini
Bjarni Djurholm, form. í figgjarmálanevndini